Sosialurinarkiv
Sosialurin 2005-07-09, síða 11
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 9. juli 2005síða 11

‹ fyrra síða allar 76 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 126 - 6. juli 2005 11 - Vit hava eitt ungt lið, sum er væl fyri tekniskt, men vit mangla møguliga nakað av royndum og rástyrki, sigur Hall- tóra Joensen, ið tvær ferðir hevur vunnið gull á Oyggjaleik- unum FÓTBÓLTUR Stefan í Skorini Føroyska kvinnulandsliðið hevur seinastu tvær ferðir- nar staðið ovast á sigurs- pallinum eftir lokna kapp- ing við Oyggjaleikirnar. Føroysku kvinnurnar hava verið stinnasta liðið í kappingini, og eingin ivi er um, at tær aftur í ár ætla sær at koma heimaftur við gull- inum. Vantandi royndir Liðið hesuferð er ungt, og nógvar broytingar eru frá seinastu Oyggjaleikum. Spurningurin er tí, um teir ungu leikararnir megna at lyfta tann tunga gullarvin. - Vit hava eitt gott lið, men tað eru fleiri broyt- ingar frá seinast. Hópurin er munandi yngri, og tí hava vit ikki eins nógva rutinu, sum vit onkuntíð hava havt, sigur Halltóra Joensen, ið er toppskjútti í føroysku kvinnudeildini. Men hóast hópurin er yngri, hevur Halltóra góðar vónir til hetlandstúrin. - Tekniskt vil eg siga, at tær yngru er betur fyri, enn vit ofta hava verið. Hinveg- in vantar okkum royndir og styrki samanborið við sein- ast, heldur Halltóra. Hon metir eisini, at tað kann vera ein meinbogi, at fleiri av leikarunum ikki hava spælt nakað serligt á grasi undan kappingini. B36 og KÍ best umboðað Tað er sum vant KÍ, sum er best umboðað á landslið- num, men B36 hevur eisini fleiri leikarar við í hópin- um. Júst hesi bæði liðini møttust í steypafinaluni á Tórsvølli seinasta leygar- dag, og tí hava hesir leik- ararnir vant nakað á grasi undan finaluni. Áland størsta hóttanin Í 2001 vann Føroyar á Álandi í finaluni eftir ein sera spennandi og tættan dyst. Áland var so ikki við í 2003, men nú eru oyggjar- nar í Eystrasalti aftur um- boðaðar, og tær vera óivað størsta hóttanin hjá før- oyska liðnum. Í seinastu løtu valdi Rhodos at taka sítt lið úr kappingini, og tí máttu fyrireikararnir broyta skránna, og finalan er tikin av skránni hesuferð. - Tað er sera harmiligt, at kappingin í ár verður skip- að sum eitt bólkaspæl, og at fyrireikararnir hava valt at droppa finaluna, sigur Halltóra Joensen. Føroyar skulu møta Álandi í næsta dystinum í kappingini, og tað verður í veruleikanum finalan í fótbóltskappingini hjá kvinnum. Hini bæði árini hevur tað altíð verið ein finala, sum hevur verið rímiliga tøtt og spennandi, hóast føroyska liðið altíð hevur átt munin. - Vit vita ikki, hvussu væl álendska liðið er fyri, og tí eru vit sera spentar uppá at síggja tær í dysti, greiðir Halltóra frá. Venjarin, Álvur Hansen, hevur roynt at kunna seg um sterkasta mótstøðuliðið, men tað er torført at finna upplýsingar og tilfar um liðið. Tapandi finalisturin frá 2003, ið var Gotland, er ikki við hesuferð, so tí er líkt til, at Áland verður ein- asta liðið, ið fer at geva før- oyska liðnum ein skarpan gang. Ov veik mótstøða Tá føroyska kvinnulands- liðið hevur spælt á Oyggja- leikunum, hava sigrarnir ofta verið rættiliga triva- ligir. - Vit hava ofta vunnið ov nógv, og mótstøðan hevur verið ov veik. Soleiðis er støðan eisini í føroysku kvinnudeildini, tá KÍ ikki hevur fingið nakra mót- støðu seinastu árini, og tað kann koma okkum aftur um brekku, sigur Halltóra. Trupulleikin er, at tað gerast ov fáir harðir dystir, sum hóast alt er tann besta venjingin fyri leikararnar. Oyggjaleikirnir hava rættiliga stóran týdning fyri kvinnufótbóltin í Føroyum, tí at leikararnir annaðhvørt ár hava nakað serligt at seta seg upp til. - Tað er nakað at síggja fram til, og men er óivað meira uppsettur til tað árið, tá Oyggjaleikir eru. Eisini er tað umráðandi at koma út og royna okkurt nýtt inn- an fótbóltin, sigur Halltóra. Framtíðin Eftir summarfrítíðina fer Halltóra Joensen á politi- skúla í Danmark, og tí er óvist hvussu verður við framtíðini á landsliðnum. - Nú má útbúgvingin koma í fremstu røð. Eg fari framhaldandi at spæla fót- bólt, men eg veit ikki enn, hvørjum støði tað verður á, sigur Halltóra. Ungt lið skal endurvinna gullið Halltóra Joensen er ein av royndastu leikarunum í oyggjaleikahøpi, og hon hevur vunnið tvær gullmedaljur við føroyska landsliðnum