Sosialurinarkiv
Sosialurin 2005-07-09, síða 11
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 9. juli 2005síða 11

‹ fyrra síða allar 76 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 129 - 9. juli 2005 11 VIÐMERKINGAR Ebbedinna Jacobsen Kollafirði Ikki so sjáldan lesa vit bæði í føroyskum og donskum bløðum um, at menn og kvinnur, ið hava lisið gud- frøði og virka sum prestar, avnokta at Jesus Kristus varð føddur av eini moyggj. Hesir stíga fram og siga, at Bíblian ikki í øllum førum er innblást av Gudi. Teir loyva sær at skræða Guds orð sundur fyri eygunum á teimum, sum tey skulu vera andaligir vegleiðarar hjá. Jesus segði um slíkar: "Blindir vegleiðarar eru teir blindum; og tá ið blindur leiðir blindan falla báðir í grøvina." (Matteus 15,14) Tá ið vit lesa í evangeli- unum síggja vit, at tað eru høvuðsprestar og skrift- lærdir, sum Jesus ofta talar um og biður okkum varða okkum fyri. Jesus visti alt og kendi hugsanir teirra, so tað var ikki av ongum hann segði so. Eg haldi at ávarð- ing Jesusar móti slíkum er eisini í gildi í dag. Tað vóru eisini hesir somu, sum við svikum, fingu Jesus tiknan av døgum. Teir skipaðu eis- ini fyri, at væl skuldi verða hildið vakt við grøv Jesusar, av ótta fyri at lærisveinar Jesusar fóru at stjala líkið og siga hann vera risnan upp. Men teir kundu ikki við allari teirra vakt forða fyri at Jesus reis upp. Tá ið so Jesus var risin upp góvu teir fólki pening fyri at bera fram ósannindi og søgdu at "lærisveinar Hansara komu um náttina og stjólu Hann, meðan vit svóvu.".Alla hesa tilgongdina lesa vit um í kapitlunum 27-28 í Matteusar evangelium. Ormaavkom Í Nýggja Testamenti verður nógv skrivað um hvussu omanfyri nevndu persónar bóru seg at móti Jesusi, sum var hin í Skriftini frá- boðaði Messias. Her skulu verða tikin nøkur dømi: Jóhannes doypari sigur: "Men tá ið Jesus sá nógvar Farisearar og Sad- dukearar kom til dóp sín, segði hann við teir: "Orma- avkom! Hvør lærdi tykkum at flýggja undan vreiðini, ið kemur?" (Matteus 3,7) "Tá ið Fariseararnir hoyrdu hetta, søgdu teir: "Tað er bert við Be´elsebul, høvdinga hinna illu anda, Hesin (Jesus) rekur út illar andar." (Matteus 12,34) Í kapitlunum 23-24 í Matteusar evangelium eru nøkur álvarslig orð viðvíkj- andi omanfyri nevndu per- sónum, t.d.: "Vei tykkum, tit skrift- lærdu og Farisearar, hykl- arar tykkara!" 23,14 "Vei tykkum, blindu vegleiðarar tykkara!" 23,16 "Høggormar! Orma- avkom!" 23,33 "Mangir lygiprofetar, skulu stíga fram og villeiða mong." 24,11 "Høvuðsprestarnir og alt ráðið royndu tá at fáa rang- an vitnisburð móti Jesusi, so teir kundu taka Hann av døgum." 26,59 "Tá ið nú morgunin var komin, hildu allir høvuðs- prestarnir og hinir elstu fólksins ráð móti Jesusi at drepa Hann." 27,1 "Og alt tað, sum høvuðs- prestarnir og hinir elstu klagaðu Hann fyri, svaraði hann einki." 27,12 "Men høvuðsprestarnir og hinir elstu yvirtalaðu fólkið at biðja um at fáa Barrabas leysan, men Jesus dripnan."27,20 "Á sama hátt háðaðu høv- uðsprestarnir Jesus." 27,40 "Dagin eftir… savnaðust høvuðsprestarnir og Farise- ararnir hjá Pilatusi og søgdu: "Okkum kemur í hug, at hasin villeiðarin (Jesus) segði, meðan hann enn livdi: Eftir tríggjar dagar rísi Eg upp." 27,62 Teir østu fólki upp móti Jesusi Í Markusar evangelium lesa vit: "Táið hinir skriftlærdu og fariseararnir sóu, at Hann át við tollarum og syndarum, søgdu teir við lærisveinar Hansara: "Hann etur og drekkur við tollarum og syndarum." 2,16 "Varðið tykkum fyri hinum skriftlærdu, sum fegin vilja ganga í síðum klæðum og verða heilsaðir á torgunum." 12,38 "Høvuðsprestarnir og hinir skriftlærdu royndu, hvussu teir kundu taka Jesus við svikum og drepa Hann." 14,1 "Men høvuðsprestarnir østu fólkið upp at biðja um, at hann fyrr skuldi geva teimum Barrabas leysan." 15,11 Royndu at fáa Jesus fyribeindan Í Lukasar evangelium lesa vit: "Hinir skriftlærdu og Fariserarnir høvdu eyguni eftir Jesusi, um Hann mundi fara at grøða sabbat, fyri at teir kundu finna okk- urt at klaga hann fyri." 6,7 "Menniskjasonurin skal líða nógv og verða vrakað- ur av hinum elstu, høvuðs- prestunum og hinum skriftlærdu." 9,22 "Bæði Fariseararnir og hinir skriftlærdu knarraðu og søgdu: "Hesin (Jesus) tekur ímóti syndarum og etur við teimum!" 15,2 "Men høvuðsprestarnir, hinir skriftlærdu og hinir fremstu menn fólksins royndu at fáa Hann rudd- aðan av vegnum." 19,47 Í Jóhannesar evangelium lesa vit: "Høvuðsprestarnir og Fariseararnir sendu tænarar avstað at taka Jesus." 7,32 "Høvuðsprestarnir løgdu upp ráð at drepa Lázarus við." 12,10 Rannsakaðu og prædikaðu skriftirnar, men vóru ikki umvendir Í Apostlasøguni 26,11-12 sigur Paulus, sum áðrenn umvending sína var ein skriftlærdur fariseari, um leiklut sín í at jagstra tey trúgvandi: "Eg læt tey íðiliga straffa í hvørji synagogu og tvingaði tey at spotta, og eg gekk so langt í øði míni móti teim- um, at eg forfylgdi tey til býir í øðrum londum. Í hes- um ørindum fór eg tá til Damaskus við valdi og myndugleika frá høvuðs- prestunum." Hóast hann var ein skriflærdur og kendi skrift- irnar, var hann kortini ikki ein umvendur maður. Hann helt seg vera á góðari anda- ligari leið, men nýggja lívið í Kristusi var hon fremm- ant. Hann var ein av teim- um, sum Jesus segði um: "Tit rannsaka skriftirnar, tí tit hugsa, at tit hava ævigt lív í teimum; og tað eru tær, ið tala um Meg. Og til Mín vilja tit ikki koma, so tit kunnu fáa lív." (Jóhannes 5,39) Vitnisburðurin hjá hinum skriftlærda Paulusi, er hesin: "Eg, sum áður var spott- ari, atsøkjari og yvirgangs- kroppur, men eg fann misk- unn, av tí at eg visti ikki betur, tá ið eg í vantrúg gjørdi so…tað er trúvert orð og til fulnar vert at verða fagnað, at Kristus Jesus kom í heimin at frelsa syndarar, og av teimum eri eg hin størsti." Mongu ósemjurnar og arbeiðssteðgirnir á ar- beiðsmarknaðinum eru ábendingar um, at føroyski arbeiðs- marknaðurin má end- urnýggjast við megin- feløgum og høvuðsav- talum, ið kunnu bera í sær færri arbeiðs- steðgir. Tað heldur Bárður Nielsen, lands- stýrismaður í fíggjar- málum, ið fegnast um, at verkfallið hjá Mask- inmeistarafelagnum er av, og at streymveit- ingin í landinum aftur er støðug TÍÐINDASKRIV Føroyski arbeiðsmarknað- urin má endurnýggjast. Tað er ein niðurstøða hjá Bárði Nielsen, landsstýrismanni í fíggjarmálum, eftir at enn ein arbeiðssteðgur hevur rakt borgarar og vinnulív í Føroyum fleiri dagar á rað. "Í framkomna samfel- agnum kann eingin góð- taka, at ravmagn verður skamtað. Tí er tað positivt, at verkfallið hjá Maskin- meistarafelagnum loksins er av. Kortini er skipanin á arbeiðsmarknaði okkara framvegis óbroytt, og tað er í grundini har, stóri trupul- leikin liggur", sigur Bárður Nielsen. Landsstýrismaðurin vísir á, at føroyingar seinastu fáu árini hava verið vitni til alt ov nógvar ósemjur, ið hava borið í sær arbeiðssteðgir, sum hava lagt landið lamið. "Í minsta lagi 50 fakfeløg kunnu seta verkfall í verk. Harnæst verða ólóglig verk- føll eisini sett í verk sum t.d. dagsins verkfall hjá Starvs- mannafelagnum og Havnar Arbeiðskvinnufelag. Bara eitt fátal av høvuðsavtalum eru. Eingin fær stundir at umráða seg ella práta sam- an. Av tí sama síggja vit, at Løgtingið kemur uppí og steðgar verkføllum. Hetta er óskipað og ótíðarhóskandi", sigur Bárður Nielsen. Landsstýrismaðurin eft- irlýsir ein arbeiðsmarknað við fáum meginfeløgum, har sjónarmið verða sam- skipað. Við høvuðsavtalum koma meira útgreinaðar reglur fyri, hvussu farast skal fram, tá ið arbeiðs- steðgir skulu setast í verk. "Ongin vil pilka við tann grundleggjandi rættin at samráðast og at fara í verk- fall, men við skipaðum við- urskiftum á arbeiðsmarkn- aðinum slepst undan, at fak- feløg at kalla skiftast um at fara í verkfall. Ein treyt fyri, at arbeiðsmarknaðurin virk- ar, er sjálvandi eisini, at fak- feløg virða ta friðarskyldu, sum er galdandi og ikki í tíð og ótíð hótta við ólógligum verkføllum. Hetta er ein ótolandi óskikkur, ið ikki hoyrir framkomna samfel- agnum til", sigur Bárður Nielsen. Sambært landsstýris- manninum hava partarnir á arbeiðsmarknaðinum skyldu til støðugt at bøta um skipanina á arbeiðsmarkn- aðinum í samstarvi við avvarandi myndugleikar. "Mítt uppskot er, at vit nú fara at skifta orð um, hvussu arbeiðsmarknaður- in skal endurnýggjast. Eis- ini eigur ein ætlan at verða løgd fyri, hvussu endur- nýggjanin kann fremjast í verki", sigur Bárður Niel- sen, landsstýrismaður í fíggjarmálum. Arbeiðsmarknaður má endurbyggjast Lógarbrot valdsmanna og embætismisnýtsla Jógvan Jacobsen, Unga Tjóðveldisins formaður Tað hendi í teimum døgum tá Jóannes var løgmaður í Føroya landi. Gamal lønar- sáttmáli millum Maskin- meistarafelagsins og SEV var gingin út. Hesi bæði gingu saman í ráð, samdust um lønarhækking til mask- inmeistaranna og gjørdu nýggjan sáttmála sína millum. Men alt hetta fekk ilt í Bárð, sum tá var fæhirði í Føroyum. Stjórnarsam- gongan hevði veturin und- an hesum givið sær sjálvari skattalætta fyri almennar pengar. Men nú, tá onnur átti tørn at hækka sína inntøku, bar ikki til longur. Samfelagið hevur ikki ráð til slíkar lønarhækkingar, segði Bárður og sýtti fyri at staðfesta nýgjørda sátt- málan. Maskinmeistararnir í starvi hjá SEV fullu verk síni av hesum. J óannes løgmaður var tá staddur á Danamørk, so Bjarni virkaði sum løgmað- ur meðan hetta hendi. Hann gjørdi tá lógaruppskot um at leingja lønarsáttmálan óbroyttan uttan lønarhækk- ing til maskinmeistaranna í fimm mánaðir. Tá skuldu Maskinmeistarafelagið og SEV sleppa at gera nýggjan sáttmála sína millum. Eftir landslógini skuldu øll lógaruppskot eftir ting- viðgerð kunngerðast í almenna Kunngerðablaðn- um fyri at fáa lógargildi. Men Bjarni vildi ikki halda landslógina. Lógaruppskot- ið skuldi heldur lesast upp í útvarpi Kringvarps Føroya og tá fáa lóargildi í stund- ini. Men eftir landslógini kundi lógaruppskot ikki fáa lógargildi uttan at tað varð kunngjørt sambært kunn- gerðarreglunum í galdandi lóg. Lógaruppskotið hjá Bjarna skuldi ætlandi kunngerðast sambært kunngerðarreglunum í lóg- aruppskoti, sum ikki hevði lógargildi. Bjarni gjørdi sum ætlað og breyt soleiðis landslógina og misbrúkti embæti sítt. Soleiðis vórðu maskin- meistarar kroystir aftur til arbeiðis og teir fóru. Men onnur feløg góðtóku ikki hesa valdsmanna framferð. S t a r v s m a n n a f e l a g i ð , Havnar Arbeiðskvinnu- felag og Postfelagið fullu verk síni í mótmæli. Soleiðis fór alt hetta framm orsakað av lógar- broti valdsmanna og em- bætismisnýtslu á tingi og í stjórn. Og soleiðis er skilið í Føroyum enn. Tað vóru teir skriftærdu og prestarnir sum einamest stóðu Jesusi ímóti