Sosialurinarkiv
Sosialurin 2005-07-09, síða 12
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 9. juli 2005síða 12

‹ fyrra síða allar 76 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

12 Nr. 126 - 6. juli 2005 Tveir heilt ungir rennarar eru við á landsliðnum í frælsum ítrótti, har eisini fleiri kend andlit fara at umboða Føroyar FRÆLSUR ÍTRÓTTUR Eyðun Klakstein eydun@sosialurin.fo Fleiri av íðkarunum á landsliðnum í frælsum ítrótti vera við á Oyggja- leikunum fyri fyrstu ferð. Hóast Sam Vang og Cecil Weihe hava runnið í nógv ár, hava teir ikki áður verið við á Oyggjaleikum, og harafturat eru eisini tvey heilt nýggj andlit millum tey 11 fólkini, sum umboða Føroyar í teimum frælsu ítróttargreinunum. Jóan Karl Joensen er ein ungur rennari, sum hevur vunnið onkra Grand Prix kapping fyri tey ungu. Hann fer at royna seg á teimum millumlongu tein- unum – í 800 metrum og 1500 metrum – og møgu- liga hevur hann ein kjans. – Hesar kappingarnar eru sera nógv merktar av tak- tikki. Um tað ikki verður runnið so skjótt, og Jóan Karl kann verða við í spurt- inum, so veit mann ongan- tíð, hvat kann henda. Men verður hinvegin runnið skjótt allatíðina, og teir bestu leggja harðliga fyri, so kann tað verður trupult hjá honum, sigur Sølvi Reinert Hansen, sum er formaður fyri sersamband- ið Frælsur Ítróttur Føroya. Rógvi Højgaard er ein ungur spjótkastari, sum Heri Ziska hevur verið venjari hjá, og hann sleppur av álvara at royna seg í Het- landi. Kend andlit Tað eru eisini fleiri kend andlit á landsliðnum í frælsum ítrótti. Rennararnir Hallur Holm, Guttorm Sørensen, Rigmor N. Arge og Heini Hátun, sum eisini varpar kúlu, hava verið við áður, og tað hava eisini Randi Kúrberg og Heri Ziska verið. Heri Ziska er tann einasti av teimum 11, sum skal verja eitt gullmerki frá seinastu Oyggjaleikunum. Hetta gullið vann hann í diskos. – Vit royna at hava nøkur roynd ítróttarfólk við, sum kunnu vinna heiðursmerki, men vit royna eisini at seta nýggj fólk við, sigur Sølvi Reinert Hansen um lands- liðið í frælsum ítrótti. Vónirnar til heiðursmerki verða serliga lagdar á herð- arnar á Hera Ziska, Rigmor N. Arge og Hallur Holm. Royna at seta nýtt fólk við Cecil Weihe Guttorm Sørensen Heini Hátún Jóan Karl Joensen Rigmor N. Arge Randi Kúrberg Rógvi Højgaard Hallur Holm Heri Ziska Sam Vang Bogi Lenvig Heri Ziska vann gull á Oyggjaleikunum fyri tveimum árum síðani