Sosialurinarkiv
Sosialurin 2005-07-09, síða 13
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 9. juli 2005síða 13

‹ fyrra síða allar 76 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 129 - 9. juli 2005 13 NØVN Í VIKUNI Telefon 341800 - Fax 341801 - Fartelefon 216135 e-mail: maggi@sosialurin.fo Á hesum síðum bera vit tíðindi um merkisdagar, so sum rundar føðingardagar, brúdleypsdagar, starvssetanir o.t. Sum nakað nýtt seta vit nú allar myndir av brúðar- pørum, sum vera sendar til til teigin "Heilsanir", í Vikuskiftis Sosialin í litum. Brúðarmyndirnar koma undir somu treytir sum aðrar myndir til "Heilsan-ir", t.v.s. at tær kosta 30 kr. Síðsta freist at lata brúðarmyndirnar inn er hósdag kl. 12.00 Sosialurin Litmyndir av brúðarpørum í Turid Holm Jacobsen, Argir fer til gravar úr salin- um Hebron á Argjum sunnudagin 10. juli klokkan 13. Tey, ið ynskja at lata blómur kunnu í staðin lata gávu til Akurin í Klaksvík. Konto í peningastovn- unum. Kartvin Hovgård úr Sørvági fer til gravar úr Sørvágs kirkju í dag, leygardagin klokkan 13. Tey, ið vilja minnast Kartvin, kunnu lata eina peningagávu til Sørvágs kirkju. Kistan við Jacobinu Heinesen fór av Eysturoyar Røktar- og Ellisheimi í gjárkvøldið, fríggjakvøldið klokkan 18. Jarðarferðin verður úr Gøtu kirkju í dag, leygardagin klokkan 14. Tey, sum ynskja at lata blómur ella krans, kunnu í staðin lata eina gávu til Heidningamissiónina hjá Kirkjuliga Missiónsfelagnum ella til Gøtu kirkju. Konto í peningastovnunum. Andlát og jarðarferðir Dagurin 9. juli Sostrata. Hetta grikska kvinnunavnið er einki kent halgimennisnavn. Dagurin hevur borið ymisk onnur nøvn, men frá árinum 1726 kemur navnið Sostrata í álmanakkarnar. Dagurin 10. juli Knútur kongur, deyður í 1086. Hann varð myrdur fyri altarinum í St. Albans kirkju í Odense henda dag, og pávin skírdi hann halgimenni í árinum 1100. Hann fekk navnið Knútur hin Heilagi. Dagurin 11. juli Josva. Dagurin halgaður minninum um Josva Nuns son, sum var eftirmaður Mósesar og leiddi Ísraels fólk inn í hitt fyrijáttaða landið (Josvabók). Sama navnið sum Jesus, Guð frelsir. Í dag 9. juli, fyllir Sanna Johanne- sen Skála 75 ár. Sanna er dóttir Oluffu úr Gerðum Klaksvík og Jacob Fredrik, av Bakkanum í Fuglafirði og hon vaks upp í Klaksvík. Tá ið hon var 15 ára gomul, fekk pápi hennara arbeiði, sum bedings- meistari á Skála og tá fluttu tey øll, mamman, pápin, Sanna og beiggj- arnir Ólavur og John Oluf. Sum ung møtti Sanna Poul Eli á Berjarheygg og tey vórðu gift í 1955. Tey fingu tríggjar dreingir, Hans Martin, Jacob Petur og Eyð- finn. Í 1969 festi Poul Eli garðin á Berjarheygnum við 90 seyðum og tá høvdu tey eisini trý neyt. Sanna var ófór at hoyggja og hon fugdi at fáa nyttu burtur úr øllum slaktinum. Enn tann dag í dag tekur hon tað mesta av slaktinum upp og í hoyna og á fjalli er tað hon, sum kemur við verðsins bestu pannu- køkum. Í 1979 doyði Poul Eli av sjúku, bara 49 ára gamal og Sanna sat eftir við trimum hálvvaksnum dreingj- um. Sanna hevur verið sera virkin innan kirkjuna og heimamissiónina og fyri nøkrum árum síðani fekk hon tann heiður at fáa "fortjeneste- medalje i sølv" frá drotningini fyri at hava verið í kirkjuráðnum fleiri enn 40 ár. Tað sum eyðkennir Sannu, er, at hon er sera blíð og henni bæði dámar væl og dugir avbera væl at práta við fólk og siga frá. Ein kann tosa við Sannu um alt. Hon hevur nógvar vinir og tað eru nógv, sum hava sitið inni hjá Sannu og notið hennara góð mat. Sanna er enn altíð klár at hjálpa og minnist til øll.Hon er eisini sera familjukær og hennara átta ommu- børn eru hennara eitt og alt. Tað verður hervið ynskt Sonnu hjartaliga tillukku á 75 ára degnum. Vónandi fært tú ein góðan dag og Guds ríku signing framyvir. Sanna á Berjarheygg á Skála 75 ár Leivur Mikkelsen undirstjóri á Realinum TÍÐINDASKRIV Stjórnin í Føroya Real- kreditstovni hevur á fundi í dag avgjørt at seta Leivur Mikkelsen, fíggjarstjóra sum undirstjóra á Føroya Realkreditstovni frá 1. au- gust 2005. Leivur Mikkelsen starv- ast í dag sum fíggjarstjóri á Faroe Seafood, og hevur sambært sáttmála avtalaða uppsagnartíð í starvinum har. Sambært avtalu millum Faroe Seafodd og Leivur Mikkelsen kemur hann fyrstu tíðina at nýta part av arbeiðstíðini á Faroe Sea- fodd, til hann hevur enda- liga loyst seg frá uppgávun- um har. Í dag, 9. juli, hava Ása og Róald Norðberg í Vági verið gift í 50 ár. Róald er sonur Michalinu og Niels Paula Norðberg í Hvalba. Róald er nr. 7 av 11 systkjum og tvíburði við Kára. Ása er dóttir Louisu og Ras- mus Hammer í Vági og er hon næstelst av 4 systkjum. Róald kom sum 17 ára gamal til Vágs at læra í smiðjuni hjá Argja- Palla. Har møtti hann Ásu, sum tá arbeiddi á posthúsinum í Vági. Ása og Róald giftust í Vági 9.juli 1955, og fóru síðan niður til Keypmanna- havnar, har Róald fór á maskin- skúla. Ása arbeiddi hesa tíðina á postgirokontóri. Eftir lokna útbúgving fluttu tey heimaftur til Vágs. Róald sigldi úti við MÆRSK í nøkur ár sum maskinmaður. Eisini hevur hann siglt við "Vágbingi", "Vesturvón" og "Sólborg". Frá 1964-77 høvdu tey handil við elvørum, sum Ása passaði. Í 1974 legðist Róald á land at arbeiða. Eitt skifti arbeiddi hann á Sildafabrikkini í Lopra og nøkur ár á Polarfrost. Í 1984 fekk Róald arbeiði á SEV-verkinum í Vági,og var hann har til hann fór frá vegna aldur. Ása hevur mest verið heima. Hon bindur nógv til Heimavirkið, mest troyggjur til føroyskan búna og eisini onnur pløgg úr føroyskum tógvi. Hóast tey bæði eru eldri, eru tey sera virkin. Róald tekst við nógv ymiskt fyrifallandi arbeiði. Róald tekur eisini trúfast lut í samkomuni í Bethel. Hann vitjar eisini inn til mong og hevur andaktir á Sjúkrahúsinum og Ellis- heiminum á Tvøroyri og á Sam- býlinum í Vági. Ása og Róald fingu 4 børn: Jóanes, sum er giftur við Gunn- leyg. Tey eiga 3 børn og búgva í Vági. Marita er gift við Finnur Sivertsen. Tey eiga 3 børn og búgva í Klaksvík. Rutt er gift við John í Skemmuni. Tey eiga 4 børn og búgva í Porkeri. Yngsta barnið, gentan Miriam, andaðist í drukni- vanlukku í 1974, bert 2 ára gomul. Ása og Róald eiga 10 ommu- og abbabørn og 1 langommu-og lang- abbabarn. Dagurin verður hildin í Bethel í dag kl. 18. Ása og Róald Norðberg gullbrúdleyp Tøkk Hjartans tøkk øll tit mongu, sum mintust til mín og gleddu meg á føðingardegnum tann 10. juni. Kurt Hansen