Sosialurinarkiv
Sosialurin 2005-07-09, síða 14
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 9. juli 2005síða 14

‹ fyrra síða allar 76 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

14 Nr. 126 - 6. juli 2005 Bardagin móti krabb- anum var stóri dyst- urin. Høgni R. Øster sigur, at hann heldur seg longu hava vunn- ið, bara hann aftur er partur av oyggjaleika- landsliðnum í fim- leiki FIGHTARIN Jákup Mørk At umboða land sítt í al- tjóða kapping vil altíð vera nakað serligt. Eitt tekin um, at tú ert millum tey allar bestu heima, og at størri og harðari avbjóðingar tí mugu á skránna fyri fram- haldandi menningini. Men hjá Høgna R. Øster spennir hetta longur enn sum so. Fyri bara hálvum øðrum ári síðani var tankin um enn eina oyggjaleika- luttøku í øllum fjarur. Høgni hevði annars enn einaferð verið partur av føroyska fimleikalandslið- num, men hóast hann eftir øllum at døma skuldi verið ein ungur maður í framúr venjingarstøðu, so fór orkan so líðandi at bila. Talan var um blóðkrabba, men hóast lívshóttandi, so megnaði Høgni spakuliga at vinna á hesum. Umframt ynskið um sjálvt lívið, so setti hann sær eisini fyri, at hann enn einaferð skuldi vera við til at umboða Før- oyar á oyggjaleikum, og veteranurin á landsliðnum dylir ikki fyri, at hann longu kennir seg hava vunnið, nú fráferðin stend- ur fyri framman. - Eg havi so longu rokkið fyrsta málinum. Bara tað at taka lut, er ein stórur sigur hjá mær, og nú skal eg bara gjøgnumføra allar kapp- ingardagarnar. Tú hevur sjálvur vunnið eitt gullmerki fyri fýra ár- um síðani. Hevur tú nakrar vónir um tað hesaferð. - Tað er so ikki nakað, sum eg gangi og rokni við. Venjingarstøðan er heldur ikki heilt tann sama, sum hon var fyri tveimum árum síðani, tá eg var í Danmark. Reaktiónir og konditión er ikki komin upp á sama støði, og merki tað væl í kroppinum, tá vit hava vant hart. Men alt hetta kann helst vera tað sama hjá Høgna, tá oyggjaleikirnir eru ígongd. Veteranurin, sum á leikun- um verður 33 ár, hevur longu vunnið truplasta dystin, og so er talan um eykavinningar, um gull og heiður enn einaferð verða vunnin á leikunum. Høgni hevur longu vunnið Blóðkrabbin var fyri hálvum øðrum ári síðani um at taka Høgna R. Øster. Tann dystin vann Høgni, og nú er hann enn einaferð til reiðar at tørna út fyri føroyskan fimleik Eftir gullregn á Man fyri fýra árum síðani, vórðu medaljurnar færri í tali á Guerns- ey, og kaldi veruleikin er, at framstigini hjá kappingarneytunum henda skjótari, enn tey gera hjá fimleiki í Føroyum FIMLEIKUR Jákup Mørk Eftir at hava verið burtur frá í oyggjaleikhøpi í nøkur ár, varð fimleikurin aftur settur á skránna á Isle of Man fyri fýra árum síðani. Og fyri føroysku heiðurs- merkjaúrtøkuna er einki at ivast í, at hetta var sannur fongur. Hóast gullið varð mest sum rænt frá mansliðnum, so var heildarmyndin, at okkara menn og kvinnur í hesum høpinum vóru so væl og virðilga fremst. Kanska eggjaða hetta eisini hinum londunum at leggja meira í sínum venj- ingum, og í øllum førum kann staðfestast, at før- oyska úrtøkan ikki stóð mát á Guernsey. Serstakliga Isle of Man, sum við leikirnar fyri fýra árum síðani høvdu eitt sera ungt lið - og framúr góðar nýggjar umstøður - hava síðani tikið seg nógv fram. Og í flestu førum somikið langt, at Føroyar vórðu yvirhálaðar. Men tað merkir tó ikki, at føroysku vónirnar eru heilt ongar undan leikunum hesaferð. Sterkastu kortini eru Marit Magnussen og Helgi W. Olsen, og hjá teimum er eitt gull-merki avgjørt ein møguleiki. Og ivaleyst eisini eitt krav frá íðkarun- um sjálvum. Og eisini í liðkappingun- um munnu útlitini vera á eini leið. Her gjørdust okk- ara akkurát av stutt til gullið seinast, og so er spurningurin, hvørt tann parturin verður nærri hesa- ferð. Undir øllum umstøðum, so eru heiðursmerki nakað, sum kósin skal setast eftir. Men hvussu langt tað røkk- ur, er so ein onnur søga. Hini renna undan okkum Elinborg T. Djurhuus Rósing Dam Øssur D. Eiriksfoss Silja Højgaard Sonja Joensen Marit Magnussen Anita Knudsen Helgi Winther Olsen Høgni R. Øster Kristina Toftegaard