Sosialurinarkiv
Sosialurin 2005-07-09, síða 14
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 9. juli 2005síða 14

‹ fyrra síða allar 76 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

14 Nr. 129 - 9. juli 2005 Leygardagin verður Bjarni Jóhan Dan Holm, lærari sjeyti. Bjarni var føddur í Hvalba 9. juli í 1935, sonur Thomasiu og Eliesar Holm. Bjarni var fyri tí vanlagnu at gerast faðirleysur longu sum 5 ára gamal, tá ið pápin Eliesar gekk burtur við "Cherfull" í Skopunarfirði í 1940, eftir sat mamman við 4 børnum. Tá á døgum var lítil hjálp at heinta hjá einkjum, og sá mamman tí ongan annan útveg enn at lata Bjarna og elsta beiggjan Petur til ommuna og abban, meðan tey bæði minstu, Eyðun og Jóhanna vóru eftir í Hvalba. Bjarni vaks tískil upp á "Fornarætt" í Trongisvági hjá ommuni og abbanum. Hóast hann hevði tað gott, lá longsulin til Hvalbiar og eftir mammuni djúpt í huga hansara øll barna- árini. Barnaárini í Trongisvági vóru rík. Bjarni gekk í skúla, sum hann tekur til, á "universitetinum á Tvøroyri", fyrst í barnaskúla, og tá ið evnini at læra vístu seg at vera góð, helt hann áfram í real- skúlanum. Eftir skúlatíð var hann trúgvur hjálpari hjá teim gomlu og í fríløtum spældi hann sum børn flest, men hevði serligan tokka til bóltin, vísti seg at hava gott bólteyga, eitt hann hevur gleði av enn í dag. Bjarni hevði og hevur tokka til sjógvin, men ommuni dámdi einki at Bjarni skuldi vinna sítt breyð á sjónum eins og pápin og mammubeiggjarnir. So ístaðin fór Bjarni til mammuna í Hvalba at arbeiða í kolinum eftir loknan skúla, og haðani norð til Havnar á læraraskúla í 1954. Men kolarbeiði steðgaði ikki, tí hvørja summarfrí, meðan Bjarni gekk á læraraskúla arbeiddi Bjarni í kolinum, og vann so mikið, at kamar og kostur kundi gjaldast í Havn og meira enn so. Skemt- ari og hjartagóður hevur Bjarni altíð verið, tá ið hann kom aftur til Havnar úr kolinum, og hevði vunnið væl av pen- ingi, fingu vinirnir tað altíð at kenna. Ein dagin hevði hann keypt sær eina sjoku- látaplátu og bjóðaði einum vinmanni, hesin fekk sær ein punt, takkaði fyri og rætti Bjarna sjokukátuna aftur. Bjarni svaraði "tvass í teg, tú skuldi hava alla plátuna og jeg ein punt". Tá vóru eyguni stór hjá vinmanninum, tí ein sjokuláta- pláta var kostnaðarmikil mitt í hálvtrýss- unum. Hugin til sjógvin hevur Bjarni varveitt alt lívið. Og tá sjólívið ikki gjørdist veru- leiki, fekk hann sær bát ístaðin, og í fleiri enn 20 ár hava skiftivís "Ánaleiti" og "Róaldsenni" floti við Kongabrúnna. Túrarnir í Nólsoyarfirði eru ikki so fáir, har hann hevur funnið sínar fiskileiðir, eins og hann hevur fylgt ráðum úr undir- húsinum í Vágsbotni. Báturin hjá Bjarna er lættur at kenna, tí hann leggur stóran stoltleika í at røkja bátin. Røkiskapurin er eitt av eyðkennunum fyri Bjarna. Tað vitna húsini um, eins og starvsfelagar og næmingar hansara kunnu vitna um tað sama. Bjarni vann sær kunnleika á lærara- skúlanum og hevði floksfelagar og vinir, ið kenna hansara trúfesti enn í dag. Hann var útbúgvin á Føroya Læraraskúla í 1958. Starvaðist í Skopun 1958-60 (fyrstu tíðina einsamallur lærari hjá 101 børnum), á Velbastað 1960-64, í Tórs- havnar kommunuskúla 1964-68, í Venj- ingarskúlanum 1968-75 og í Eysturskúl- anum 1975-96. Hann hevur eisini undir- víst fleiri vetrar á kvøldskúlanum. Bjarni fór úr starvi 1.aug 1996. Hann hevur tó ikki slept skúlanum heilt, tí hvønn mána- , miku- og fríggjamorgun kl. 7 svimir hann saman við lærarum í Eysturskúl- anum. Bjarni er ikki bangin fyri at taka stór tøk. Í tíðini sum lærari var einki und- antak í so máta, hann var við til at stovna Skúlabókafelagið í 1963, skrivaði saman við øðrum læribøkur til støddfrøði og lívfrøði, og var millum teir fyrstu, ið undirvístu í lærugreinunum kunning og sjómannskapi, tá hesar lærigreinar komu nýggjar inn í fólkaskúlan. Bjarni hevur nógv góð minni frá tíðini í ymsu skúlun- um, og fólkið, hann hevur havt við at gjørt í og uttan um skúlarnar hann hevur starvast við, hava so sanniliga eisini síni góðu minni. Serliga nógvar eru søgurnar frá tíðini á bygdaskúlunum. Á Velbastað spældu hann og konan nógv vist, onkur vil vera við, at Bjarni ikki vann eitt ein- asta spæl á Jónu allan veturin. Í Skopun eru ikki mong, ið ikki minnast Bjarna Holm. Hann fekk sett alla bygdina í sving. Bygdafólkið marsjeraði heim í Vatnabyrgi, har fótbóltur var leiktur. Skopuningar vóru ikki vanir við fótbólt, so ofta leikaði hart á, so onkur lá eftir á. Á Herðini gjørdu eldru menninir í bygdini fimleik, so at gólvið gav seg so, at forvitnu áskoðarnir í gluggunum vóru bangnir fyri at allir endaðu í kjallaranum, og uttanfyri skúlan lógu kommunumenn á knæ og boraðu við hond stendur í helluna, so at tey kundu spæla flogbólt. Netið hevði Bjarni sjálvur keypt og tikið við til Skopunar. Við hesum flogbólt- spælinum á Herðini í Skopun, var Bjarni millum teir fyrstu, ið fluttu flogbólt- spælið út á bygd í Føroyum. Sum áður sagt, so hevur Bjarni altíð havt góðan tokka til bóltspøl. Hann hevur spælt fótbólt, flestu árini í B36, har hann var við at vinna meistaraheiti í 1962. Um hesa tíð arbeiddi hann á Velbastað, so hann súklaði til Havnar at venja. Í 1962 var hann eisini við Landsliðnum á ferð í Íslandi. Bjarni spældi í verjuni og ser- ligar styrkir hjá honum vóru evnini at lesa spælið og so at hann traff bóltin so væl. Ta einu ferðina teir vóru undir trýsti í verjuni, sparkaði Bjarni boltin so langt og høgt ú føroysku verjuni, at menn vildu vera við, at flestu íslendingarnir fingu hald í nakkan sum teir gánaðu, fyri at halda eyga við bóltinum. Flogbóltur er væl spælið, ið Bjarna dámar best. Hann hevur spælt í mong ár, og er "still going strong". Seinastu mongu árini hevur hann saman við lærarum spælt hvørt mánakvøld á Frælsinum, og tá árliga flogbóltskappingin er millum skúlarnar í Tórshavn, so verður spælt um Bjarna- steypið og har er Bjarni fastur fúsur. Mangt broyttist á tíðini á læraraskúla í Tórshavn. Men størstu broytingarnar hendu tó uttan fyri skúlan. Sum hjá so mongum bygdamonnum í Havn, so gekk leiðin framvið handlinum hjá Andreasi í Vágsbotni, og her stóð hon handan diskin, Jóna, ung og vøkur kramba- kvinna. Tey høvdu gott eyga á hvør øðrum, og sum stinnur dansari trein Bjarni fram fyri Jónu í dansi í Sjón- leikarhúsinum og so rann saman teirra millum. Bjarni og Jóna giftust í Tórshavn 26. juli í 1958. Tey hava hildið saman í góðum eins og tungum løtum, og par, har álitið á hvør annan og trúskapur sum teirra, er ilt at finna. Jóna stendur enn í dag handan diskin í Vágsbotni, ið hon saman við systkinum hevur tikið yvir frá pápanum, og hvønn gerandisdag síggjast tey til gongu á veg til og frá handlinum í Vagsbotni. Bjarni og Jóna fingu 4 gentur: Tove ið er elst, síðani fingu tey Guðrið, ið tey mistu longu tá hon var hálvtannað ára gomul, síðani fingu tey Guðrið, ið er miðlingur og so Anniku, ið er eftirnølari. Bjarni hevur 8 abbabørn. Og við tí barnatokka og toli sum hann hevur, eru tey ótrúliga góð við hann og hann við tey. Hann hevur havt tey nógv, og eftir at hann fór frá sum lærari hevur hann nær- um ogna sína tíð til abbabørnini. Hann hevur verið heima og passað okkurt abbabarnið, tá ið mamman er farin aftur til arbeiðis og ansingin ikki er komin í rættlag, og gongur ov long tíð frá tí hann hevur sæð okkurt abbabarnið seinast, ja, so fer hann at vitja, so at hann fær heilsa og sæð, at alt er veit væl við. Á hesum túrum dregur hann tó ikki svart, tí at døturnar vita væl, at pápanum dámar væl at fáa sær ein góðan munn, og tær smæðast ikki burtur sum húsmøður. Fara døturnar ella svigarsynirnir í hálvt við at mála, smíða ella okkurt annað, er Bjarni góður at heita á og veita eina hjálpandi hond, tí at hegnismaður er hann. Mamman í Hvalba kendi eisini fløvan av hjálpsemi hansara. Hvørja feriu var hann suðuri í Hvalba og hjálpti mammuni at við tí handaliga arbeiðinum. Mangur eldri hvalbingur minnist Bjarna í bønum, í stiga ella á tekjuni hjá Tomasiu. Nú Bjarni verður sjeyti, er hann staddur uttanlands saman við konuni Jónu og døtrunum við familju. Og her fær hann úr at gera, tí at tá ið abbabørnini síggja abban, so er "abbon" skjótur at koma at taka tey og so er hann so sera góður at heita á hjá abbabørnunum, tað er ikki nógv, ið "abbon" ikki kann fáa í lag. Og um mann vil hava eina, fimm ella sjey bøkur lisnar, ja, so er tað eingin trupulleiki hjá abbanum. So Bjarni, takk fyri tað vit hava fingið og framvegis fáa hvønn dag saman við tær Bjarni, og vit síggja fram til enn fleiri góð ár. Takk fyri títt tolsemi, hjálp, gávu- mildni og at tú altíð setur teg til síðis, so at tú kann vera ein stuðul hjá okkum. Tillukku við teimum sjeyti, takk fyri farið og ynskir um mong, mong fleiri ár góð ár. Ynskja Døturnar við familju Bjarni Holm sjeyti NØVN Í VIKUNI Telefon 341800 - Fax 341801 - Fartelefon 216135 e-mail: maggi@sosialurin.fo Á hesum síðum bera vit tíðindi um merkisdagar, so sum rundar føðingardagar, brúdleypsdagar, starvssetanir o.t.