Sosialurinarkiv
Sosialurin 2005-07-09, síða 15
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 9. juli 2005síða 15

‹ fyrra síða allar 76 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Eftir ein steðg uppá tólv ár fara føroy- ingar aftur at luttaka í skjóting í ár. Seinast vit luttóku var í 1993, tá Føroyar fekk eitt bronsumerki SKJÓTING Stefan í Skorini Øll tey fyrstu árini var skjóting ein fastur táttur av føroyska íkastinum til Oyggjaleikirnar. Men síðan 1993 hevur Føroyar ikki luttikið í greinini skjóting. Orsøkin er ein ósemja við bóndan í Hoyvík um skjótibreytina hjá Byrsu- múla, og eingin endalig avtala er fingin í lag við myndugleikarnar, sum kann tryggja ítróttini nóg góðar umstøður framyvir. Tískil hevur skjótibreyt- in, sum liggur niðanfyri Sandvíkahjalla, ligið still í góð tíggju ár. Skjótifelagið Byrsumúli í Havn hevur tí onga breyt at venja á í løtuni. Tað hevur eisini havt avleiðingar fyri teir, sum íðka hesa ítróttargrein í Føroyum, nú teir ikki hava umstøðurnar til venjing. Felagið Byrsumúli hevur annars 25 ár á baki. Sundamenn tikið táttin upp Men ein skjótibreyt er á Norðskála, og har hava nakrir ungir menn tikið skjótingina uppaftur, og teir fara vit at síggja aftur á hesum Oyggjaleikunum. Í 1993 fekk Finn Ludvig eitt bronsumerki í trap, og tað er einasta heiðursmerki, ið skjúttarnir hava fingið í oyggjaleikahøpi. Simme Jacobsen fer við sum ferðaleiðari, og hann heldur, at tað er ein møgu- leiki fyri einum heiðurs- merki til onkran av teimum føroysku íðkarunum. Nýggj breyt í Hetlandi Hetlendingar hava júst fingið eina nýggja breyt, og í hesum sambandi vóru føroyingar og royndu breyt- ina í apríl. Magni Dam vann ta kappingina, men tað liggur ikki fyri hjá honum at taka lut í ár. Marius Joensen gjørdist nummar tvey, og hann verður við á Hetlandi. Simme sigur, at tað er ein stórur trupulleiki hjá teim- um, at teir ikki fáa vant í Havn. Breytin hevur ikki verið nýtt í eini ellivu ár, men teir koyra av og á norð til Norðskála at venja. Ungir og gamlir Við í ferðalagnum verða seks skjúttar umframt Simma, ið verður ferðaleið- ari. Regin Enghamar og Bogi Wardum úr Byrsu- múla eru tveir royndir menn í hesum høpi, og teir fara at luttaka í trap. Marius Joensen og Rúni Debes, báðir úr Sunda Byrsufelag, fara at luttaka í skeet. Gunnar Joensen og Eirikur Elisson, somuleiðis úr Sunda Byrsufelag, fara at royna seg í greinini sporting. Allir luttakararnir úr Sunda Byrsufelag eru yngri enn 30 ár, og vónandi fara teir at føra føroysku skjót- ingina víðari í oyggjaleika- høpi. - Tað ræður um at halda høvdið kalt. Tað gjørdi Finn Ludvig, tá hann í 93´ vann bronsu eftir umskjóting, sigur Simme, ið hevur vón- ir um, at ein maður sum Marius Joensen møguliga kann gera seg galdandi. Simme vónar, at felagið Byrsumúli kann fáa gongd á aftur skjótingina í Føroy- um nakað skjótt, og at ein galdandi avtala kann fáast í lag við myndugleikarnar sum skjótast, so at skjóting- in ikki dettur niðurfyri. Nr. 126 - 6. juli 2005 15 SÚKKLING Stefan í Skorini stefan@sosialurin.fo Fimm súkklarar skulu um- boða Føroyar á Oyggjaleik- unum hesuferð. Umframt teir báðar veteranarnar Gunnar Dahl-Olsen og Boga Kristiansen eru Christian Guttesen, Eli Christiansen og Esmar Joensen eisini við á liðnum. Venjari er Gunnar Dahl- Olsen, og hjálparvenjari er Geir Gilsteinsson. Landsliðið hevur verið á tveimum venjingarlegum bæði í Danmark og í Ís- landi, sum hevur verið liður í fyrireikingunum til Oyggjaleikirnar. Enn hevur eingin før- oyskur súkklari vunnið gullmerki, men nøkur heið- ursmerki eru komin í hús seinastu tíggju árini. 1995 var tað stóra árið fyri tað føroyska landsliðið, tá vit fingu trý heiðurs- merki. Gunnar Dahl-Olsen fekk silvur í landavegs- koyring, Bogi Kristiansen fekk bronsu í býarkoyring og liðið fekk bronsu í einkultstartim (Gunnar Dahl-Olsen, Bogi Krist- iansen, Rógvi Johansen og Jóhann Brend vóru við á liðnum). Í 1999 fekk Rógvi Johan- sen silvur í landavegs- koyring, í 2001 fekk Bogi Kristiansen bronsu í býar- koyring og í 2003 fekk Gunnar Dahl-Olsen bronsu í landavegskoyring. Súkklararnir vóna óivað at fáa okkurt heiðursmerki heim við sær aftur, og spennandi verður at síggja, um teir kunnu blanda seg við teir bestu. Sunnudagin er einkult- startur á skránni, og hendan greinin telur bæði sum ein- staklinga- og liðkapping. Mikudagin er 100 kilo- metur landavegskoyring á skránni, og tann kappingin telur eisini sum eintak- linga- og liðkapping. Fríggjadagin er so býar- koyringin á skránni, og hon telur bert sum einstaklinga- kapping. Skjótingin vaknað úr dvala Bogi Wardum Eirikur Elisson Gunnar Joensen Rúni Debes Regin Enghamar Marius Joensen Landsliðið rímiliga væl fyri Christian Guttesen Esmar Joensen Gunnar Dahl-Olsen Eli Christiansen Bogi Kristiansen