Sosialurinarkiv
Sosialurin 2005-07-09, síða 15
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 9. juli 2005síða 15

‹ fyrra síða allar 76 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

NØVN Í VIKUNI Telefon 341800 - Fax 341801 - Fartelefon 216135 e-mail: maggi@sosialurin.fo Á hesum síðum bera vit tíðindi um merkisdagar, so sum rundar føðingardagar, brúdleypsdagar, starvssetanir o.t. Mikudagin fór Kirkjukórið "Ljómur" á enn eina uttan- landsferð. Í ár gongur leiðin til Andalusien í Spanien KÓRSANGUR Snorri Brend Vágur: Eitt sum sangarnir í Ljómi hava glett seg til í langa tíð, er ferðin sum byrjaði á flogvøllinum í Vágum mikudagin. Tey hava verið á líknandi uttanlandaferðum fleiri ferðir áður, og hava vitjað m.a. í Russlandi, Polen og í Prag, men hesaferð stendur Spanien á skránni. Í 2003 sang Ljómur m.a. í Århus, og har hitti kórleiðari teirra, Dorthe Tilma ein mann úr Spanien, sum beinanvegin vísti før- oyska kórsanginum ans. Og har var stutt frá hugsan til gerð: Hann gjørdi ikki mætari enn at hann beyð kórinum at vitja heimland sítt í ár. Føroysk vitjan Áðrenn tey í Ljómi koma so langt sum til Andalusien skulu tey fyrst vitja í fleiri Norðurlondum. Hóskvøld- ið var konsert í Lund, Svø- ríki, í gjárkvøldið í Sam- uelskirkjuni í Keypmanna- havn og í morgin gongur leiðin so víðari til Malaga í Spanien. Her fáa tey høvið at frambera sangir sínar í kirkjum og mentanarhúsum – andaligar sangir og fosturlandssangir – og fáa helst eisini møguleika at vísa fram tann føroyska dansin. Ætlanin er eisini at syngja okkurt á sponskum máli. Sum eitt eyka upplivilsi fáa tey eisini høvi at hitta kendu føroysku ferða- kvinnuna, Duritu Holm, sum býr í hesum økinum, og sum eisini hevur skrivað eina bók um henda vakra landslutin. Hesa bókina hevur kórið sjálvandi lisið við størsta áhuga undan fráferðini. Við í ferðalagnum eru 40 fólk, harav 30 eru sangarar í aldrinum 15 árum og heilt upp móti teim 80 árunum. Okkara kæra mamma, vermamma og omma Thurid Holm Jacobsen, Argir andaðist 4. juli í Keypmannahavn, 67 ára gomul. Jarðarferðin verður úr Hebron, Argir, sunnudagin 10. juli kl. 13.00 Dánjal Jákup, May-Britt, Magnus og Anna Sofía Tey, ið hava hug at geva blómur, kunnu ístaðin geva eina gávu til Akurin í Klaksvík Tøkk Eg takki tykkum øllum hjartaliga, sum gjørdu mær 80 ára føðingardagin so hugna- ligan við vitjanum, gávum, telegrammum og telefonsamrøðum. Albin Simonsen Vestmanna Tøkk til konditaríið Minnist aftur á mangar góðar løtur sjálvur annar og við vinmonnum mínum. Er ógvuliga hugnaligt at koma inn og vóna- ndi er langt lív lagað hesum. Heilsan Petur av Lofti Móttøka á Landsbyggifelagnum Í sambandi vi at Hanus Hansen leggur frá sær sum stjóri, og at Eyðbjørn Brimnes tekur við, verða viðskiftafólk okkara boðin til almenna móttøku á skrivstovu felagsins fríggjadagin 15.juli 2005 frá kl.15 til 17. LANDSBYGGIFELAGIÐ P/f Grønlandsvegur 5 Tórshavn - Eg vóni, at bókin "Sóu Jesus eina" fer at geva mongum eina endurnýggjaða sjón av Jesusi og eitt inni- ligari samfelag við Hann á vegnum heim í dýrdina, skrivar høvundin, Osvald Kjærbo í fororðinum til nýggjastu bók sína. BØKUR Snorri Brend Nakað herfyri kom bókin "Sóu Jesus eina" út í bóka- búðirnar. Hetta er bók, sum prædikumaðurin Osvald Kjærbo hevur skrivað. Bókin er at meta sum ein andaktsbók við íalt 130 skriftbrotum, har endamál- ið er at vísa lesarunum á Jesus Kristus. - Inniliga vón mín er tí eisini, at Heilagi Andin skal lata upp eygu tíni sum lesur, so tú sært Harran Jesus – og eina hann sum frelsara og hjálpara í øllum viðurskiftum – bæði anda- ligum og tímiligum, skrivar høvundin í fororðinum. Henda bókin "Sóu Jesus eina" er eitt framhald av bókini "Æviga fyriætlan Guds", sum kom út í fjør. Osvald Kjærbo hevur verið íðin prædikumaður í meiri enn hálva øld, hóast hann hevði annað starv. Hann hevur ferðast nógv millum samkomur, og hev- ur haraftrat skrivað og týtt fitt av andaligum tilfari. Nýggj bók við greiðum endamáli - Eg havi roynt at peika á jesus í teimum 130 skriftbrotunum, sum verða viðgjørd í bókini, sigur Osvald Kjærbo um nýggju bók sína "Sóu Jesus eina" Mynd: Bárður Føroyskur kórljómur í Spanien Ein partur av sangarunum í kirkjukórinum Ljómi, sum í morgin leggur leiðina til Malaga í Spanien Mynd: Bárður