Sosialurinarkiv
Sosialurin 2005-07-09, síða 16
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 9. juli 2005síða 16

‹ fyrra síða allar 76 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

16 Nr. 126 - 6. juli 2005 Gunnar Dahl-Olsen takkar fyri seg eftir Oyggjaleikirnar hesuferð. Hann hevur verið við síðan 1993, og hetta eru sostatt hansara sjeyndu leikir, og hann fer heilt vist eftir gullin- um, sum føroyskir súkklarar enn ikki hava vunnið SÚKKLING Stefan í Skorini stefan@sosialurin.fo Hann fekk áhuga fyri súkkling, tá hann var ferðsluvakt við Oyggja- leikirnar í Føroyum í 1989. Síðani fór hann at traðka Føroyar upp og niður, og tað endaði við einum silv- urmerki longu á Gibraltar í 1995. Men síðani hevur tað ongantíð eydnast Gunnari, ið nærum er vorðin ímynd- in av súkkling í Føroyum, at standa ovast á sigurspall- inum. Náddi toppin í 95´ Gunnar var fyrstu ferð við á Oyggjaleikunum í 1993, og longu tvey ár seinni endaði hann á øðrum plássi í landavegskoyring. - Eg var sera fegin um tað silvurmerkið og hevði als ikki væntað, at tað fór at ganga so væl, sigur Gunnar um silvurmerkið frá 1995. Harumframt var Gunnar við á liðnum, sum vann bronsu í einkultstartinum í 1995. Hetta var eitt megnar avrik frá tí heldur óroynda Gunnari, og hann vónaði tá, at hetta fór at vera ger- andiskostur. Men soleiðis vildi ikki til. Tað gjørdist ístaðin ein átta ára long oyðimarkar- gongd, sum tó endaði á Guernsey fyri tveimum árum síðani, tá Gunnar aftur kundi gleðast um eitt heiðursmerki. Ta ferðina fekk hann bronsu í landa- vegskoyring. Gunnar hevur ligið væl fyri nakrar ferðir seinastu árini, men heiðursmerkini eru tó farin fyri bakka í avgerandi løtuni. Gevst at súkkla Nú er tíðin tó komin til at gevast við súkklingini. - Eg eri komin nakað væl upp í árini, so eg haldi, at tíðin er komin at leggja frá mær, sigur Gunnar, ið nú er vorðin 40 ára gamal. - Súkklingin tekur nógv av mínari tíð, og áhugin fyri súkkling skal eisini vera til staðar, um tú skalt vera við. Møguliga haldi eg fram sum venjari ella okk- urt slag av hjálparfólki, sig- ur Gunnar, nú hann gevst at súkkla í oyggjaleikahøpi. Venjingarlegur Um núverandi landsliðið metir Gunnar, at teir eru rímiliga væl fyri, og at heiðursmerki avgjørt eru ein møguleiki í ár. - Vit eru spentir og hava fyrireikað okkum væl. Vit hava vant við fullari ferð síðan desember og hava verið á tveimum venjingar- legum - í Danmark og Ís- landi, sigur Gunnar Dahl- Olsen um støðuna hjá landsliðnum í løtuni. Hann heldur, at føroysku súkklar- arnir eru javnt góðir í ár. Gunnar heldur, at venj- ingarlegurnar hava saman- sjóðað liðið og givið teim- um tíð og umstøður at kon- sentrera seg um súkkling- ina uppundir leikirnar, og tað er sera umráðandi at vera fokuseraður undan eini slíkari kapping. - Súkkling er ikki bara at traðka. Taktikkur hevur eins nógv at siga, og vit hava fyrireikað eina ætlan fyri tær ymsu greinarnar, greiðir Gunnar frá. Í prinsippinum koyra súkklararnir ikki sum lið í landavegskoyring, men tað eru eingir reglar, sum forða fyri tí. - Vit fara at stuðla hvørj- um øðrum og møguliga ofrar ein seg fyri at koyra ein annan í positión, sigur Gunnar. Hann metir, at Bogi Kristiansen er eitt gott boð uppá eitt heiðursmerki í býarkoyring. Bogi er royndur súkklari og hevur áður vunnið heiðursmerki í hesi grein. Harumframt er hann sera djarvur í tí tøttu kappingini inni í býnum, har tú skalt leggja teg tvøran fyri ikki at missa ferð í svingunum. Hvør skal koyrast fram í landavegskoyringini er ikki greitt enn, tí tað veldst alt um dagsformin hjá teimum ymsu súkklarunum. Annars eru tað ofta súkklarar av bretsku oyggj- unum, ið standa seg best á Oyggjaleikunum. Ikki nøktandi venjing í Føroyum Súkkling í Føroyum hevur ongantíð veruliga fingið vind í seglini, hóast stórar kappingar hava verið fyriskipaðar seinastu árini. - Vit fáa ikki nóg góða venjing í Føroyum, og tí máttu vit fara uttanlands á venjingarlegu fyri at fáa nakrar veruligar kappingar í beinini, tí at bestu venj- ingina fær man í kapping- um. Vit eru heilt einfalt ov fáir súkklarar í Føroyum. Gunnar er eisini vónbrot- in um, at stóra súkklukapp- ingin Statoil kring Føroyar ikki hevur vakt størri áhuga fyri at íðka súkkling mill- um føroyingar. - Statoil kring Føroyar gav onganíð tað boomið, sum vit vónaðu. Tað hendi ein eksplosión í føroyskari súkkling beint eftir leikir- nar í 95, tá vit fingu trý heiðursmerki, men síðani hevur áhugin verið dalandi, og tað er tungt at halda virkseminum koyrandi við fáum persónum at taka sær av felagsarbeiðnum, sigur Gunnar Dahl-Olsen um støðuna hjá súkkling í Før- oyum. Gunnar traðkar eftir gullinum Leikirnir á Hetlandi verða teir síðstu hjá Gunnari Dahl-Olsen. Hetta er áttandu ferð, at hann umboðar Føroyar á Oyggjaleikunum