Sosialurinarkiv
Sosialurin 2005-07-09, síða 16
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 9. juli 2005síða 16

‹ fyrra síða allar 76 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

TÍÐINDASKRIV Vodafone Ísland, sum hevur havt ein ognarpart uppá 14% í Kalli, keypti hós- dagin 7. juli meirilutan av partabrøvunum og felagið eigur nú 82,1% av felag- num. Kall og Vodafone hava samstarvað í fleiri ár. Sam- starvið hevur higartil mest verið av tøkniligum slag, men við keypinum verður helst talan um enn tættari samstarv – eisini á sølu og marknaðarsíðuni. Fyri viðskiftafólkini hjá Kalli fær keypið jaligar fylgjur. Við at verða ein partur av ein størri sam- skiftissamtaki verða nýggj- ar tænastur skjótari á før- oyska marknaðinum enn annars. Keypið merkir eisini, at Vodafone trýr uppá før- oyska marknaðin og á kappingina her á landi. Kall verður við keypinum eitt munandi sterkari felag í Føroyum. Vodafone er skrásett á Ís- lendska partabrævamarkn- aðinum. Við keypinum verður gjøgnumskygni hjá Kalli størri og hetta setur nýggj krøv til fyrisitingina av felagnum. Kursurin, sum Vodafone rindaði fyri partabrøvini í Kalli, var 1800. Hetta merkir, at gomlu eigararnir, herímillum Framtaks- grunnur Føroya og Notio hava fingið eitt gott avkast av íløgu sínum. Við hesum handli er marknaðarvirðið av Kalli ásett til 61 mió.kr. Tað er Kauphting Føroyar, sum hevur staðið fyri søl- uni av partabrøvinum í Kalli til Vodafone Ísland. Kall var sett á stovn av fleiri vágafúsum útlendsk- um og føroyskum íleggjar- um, sum samanlagt settu uml. 36 mió. DKK í felag- ið. Við søluni kann stað- festast, at tilber at gera váðafúsar íløgur í Føroyum við góðum úrslitum. Nevnd og leiðsla frøðast yvir, við greiðum málsetningum og dugnaligum starvsfólkum, at hava verið við at skapa eitt gott avkast til íleggjarar felagsins. 16 Nr. 129 - 9. juli 2005 Vodafone Ísland keypir meirilutan av partabrøvunum í Kalli TÍÐINDASKRIV Amnesty fordømir hvassliga bumbuálopini, sum vóru framd í Lond- on miðbýi fyrrapartin í dag. Fleiri fólk eru deyð og nógv fleiri særd. Álopini hendu, meðan fólk vóru á veg til ar- beiðis, og tað ljóðar, at talið av deyðum og særd- um veksur enn. Tankar okkara og sam- kensla okkara er við øllum sum eru rakt av hesi meiningsleysu hend- ing sigur aðalskrivarin í Amnesty, Irene Khan. - Medvitað álop á sivil kunnu aldrin rættvísger- ast. At brúka fólk, sum eru á veg til arbeiðis við undirgrundartokum og bussum, sum málskivur vísir eina fullkomna van- virðing fyri mest grund- leggjandi humaniterum prinsippum. - Hesi álopini mugu steðgast og tey seku setast fyri rættin, metir Amnesty. Vit eru altíð fús at svara spurningum ella greiða nærri frá onkrum máli. Ring ella skriva til skrivstovuna, ring heim til ein av nevndarlim- unum ella legg eini boð á telefonsvararan, so seta vit okkum í samband við tykkum. Amnesty fordømir bumbuálop TÍÐINDASKRIV Amnesty heitir á føroyingar um at biðja Bush forseta syrgja fyri at steðga píning og ringari viðferð á Guan- tanamo leguni "Søgurnar, ið tey søgdu, vóru óhugnaliga líkar: Tey blivu bukað; hongd eftir handliðunum og sligin; klæðini vórðu tikin frá teimum og tey vórðu sett í ringan kulda; tey vórðu noydd av hava bind fyri eyguni. Øll váttaðu, at hetta varð gjørt av amerikanar- um. Fleiri tosaðu um elektriskar stoytir. Nøkur vóru fyri hesum og fleiri sóu hetta verða gjørt". Hetta eru brot úr tí, sum ein amerikanskur sakførari skrivaði eftir í januar 2005 at hava hitt kuveitar, sum vóru fangar í fangaleguni á Guantanamo. Harðskapurin í Abu Ghraib varð fordømdur um allan heimin. Hesar valds- gerðir hava tó tíverri hvørki verið tey einastu ella sein- astu dømini um at amerikanskir myndugleikar hava viðvirkað til píning og ringa viðferð av fólki. Frá- boðanir koma framvegis um valdsgerðir í Afghan- istan, Irak og í fangaleguni á Guantanamo. Fangarnir eru blivnir avbyrgdir uttan tíðarfreist; rætturin til svøvn er tikin frá teimum; fangarnir hava verið fyri kynsligari eyð- mýking; fangarnir eru blivnir hóttir og hava verið fyri eftirgjørdum avrætting- um og aðrari mannmink- andi og eyðmýkjandi við- ferð. Harumframt hava verið dømi um, at fólk tilvildarliga eru hildin aftur og at fólk eru blivin burtur. Hetta verður alt gjørt í navninum hjá bardaganum móti yvirgangi. Les meira á heimasíðuni www.amnesty.fo har tað eisini ber til at taka bræv niður og senda ameri- kanska forsetanum. Hann verður í dag endurgivin fyri at hava sagt á tíðindafundi í Keypmannahavn, at einki er galið við Guantanamo leguni. Vit eru altíð fús at svara spurningum ella greiða nærri frá onkrum máli. Ring ella skriva til skrivstovuna, ring heim til ein av nevndarlimunum ella legg eini boð á tele- fonsvararan, so seta vit okkum í samband við tykk- um. Føroyingar við Bush: Steðgað píning á Guantanamo Stutt um Kall (www.kall.fo) Umsetningur 2004: 51 mió.DKK Starvsfólk: 18 Stjóri: Bjarni Askham Bjarnason Nevndarformaður: Óli Hansen Stutt um Vodafone Ísland (www.ogvodafone.is) Umsetningur 2004: 660 mió.DKK Starvsfólk 250 Stjóri: Eirikur S. Jóhannsson Nevndarformaður: Skarphéðinn Berg Steinarsson Felagið fæst við: Telesamskifti, Sjónvarp, Útvarp, Internet og blaðútgávur Millum dóttirfeløg felagsins teljast: "365" sum rekur m.a. sjónvarps- støðina Støð 2, Frettablaðið, út- varpsrásina "Bylgjan" og internetportalin visir.is Lina.net, sum veitir breiðbands- tænastur FAKTA Bjarni Askham Bjarnason, stjóri