leygardagur 9. juli 2005síða 17
‹ fyrra síða allar 76 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 129 - 9. juli 2005
17
Bumbuatsókn í London:
Ongin føroyingur raktur
Enn er onki frætt um,
at nakar føroyingur
er saknaður ella
hevur fingið skaða av
bumbuatsóknunum í
London hósdagin.
Onkur náddi ikki
flogfarið heim til Før-
oyar eftir ætlan og
sendistovan í London
hevur fyri tað mesta
bert fingið praktiskar
spurningar úr Før-
oyum
LONDON
Anna V. Ellingsgaard
anna@sosialurin.fo
Sambært seinastu tølunum
úr London, eru oman fyri
50 fólk deyð og umleið
700 álvarsliga løstað eftir
ógvusligu bumbuatsóknina
í miðbýnum í enska høv-
uðsstaðnum í gjár. Føroyski
sendimaðurin í London,
John Rajani, fylgir neyvt
við gongdini, men enn er
onki frætt um føroyingar,
sum eru saknaðir ella hava
fingið skaða av bumbu-
brestunum. Onkrir fyri-
spurningar av verið úr Før-
oyum, men teir hava mest
verið av praktiskum slagi.
Ein tungur dagur
Londonbúgvar vaknaðu til
ein tungan dag í fríggja-
morgunin, dagin eftir álv-
arsligu bumbuatsóknirnar í
enska
høvuðsstaðnum.
John Rajani, sendimaður í
London, greiðir frá, at hó-
ast
undirgrundartokini
gjørdust
marrukendar
deyðsfellir hósdagin, vóru
tey mong, sum longu aftur
gjáramorgunin noyddust at
ferðast við undirgrundini
fyri at koma til arbeiðis.
- Sera nógv fólk ferðast
langvegis frá hvønn dag
fyri at koma til arbeiðis inni
í London, og tey hava ong-
an annan møguleika, enn at
brúka undirgrundartokini.
So tað var uttan iva við
piprandi hjarta, at nógv
settu seg í tokini í gjár. Nú
eru hendingarnar sodnaðar
eitt sindur, og á ein hátt er
tað nústaðni at ræðuleikar-
nir ganga upp fyri fólki her
í býnum, sigur John.
Sendistovan, har John
starvast, liggur nakað burt-
ur frá miðbýnum, so tey
merktu ikki nakað bein-
leiðis til bumbubrestirnar.
Men arbeiðið á sendistov-
uni hevur, sum vera man,
verið merkt av hendingun-
um.
- Vit hava ein lista yvir
danir, sum fólk ikki hava
hoyrt frá og sjálvandi eru
bangin um. Ein orsøk er, at
telefonirnar í stórum parti
av býnum ikki riggaðu hós-
dagin, so longu nú styttist
listin yvir saknaðar danir
tíbetur skjótt, sigur John.
Annars ber alt bjarging-
ararbeiðið dám av at vera
framúr væl skipað. John
ivast ikki í, at hetta kemst
av, at fyri trimum árum síð-
ani gjørdu bretar eina um-
fatandi tilbúgvingarætlan
til ein støðu, sum hesa, tí
tað er týðiligt, at tað er
hendan ætlanin, sum nú er
sett í verk. Samstarvið mill-
um tær ymsu bjargingar-
deildirnar gongur væl, og
sum heild tykjast myndu-
leikarnir at hava fullkomið
tamarhald á støðuni.
Óvæntað
John heldur, at bumuat-
sóknin hósdagin kom sum
eitt sera stórt sjokk á fólk í
Londum, tí á ein hátt høvdu
tey flestu ivaleyst eina
kenslu av, at vandin var av-
hasaður. Fyri einum ári
síðani vóru nevniliga so
nógvar beinleiðis hóttanir
um atsóknir í London, at
fólk næstan bara bíðaðu
eftir, at okkurt fór at henda.
Mynduleikarnir
sendi
hvørjum húsarhaldi veg-
leiðingar í, hvussu tey
skuldu bera seg at í eini tí-
líkari neyðstøðu, og spurn-
ingurin var ikki, um nakað
fór at henda men nær. Tað,
sum fólk kanska óttaðust
mest, vóru hervilig gift-
álop, men ongin ivaðist í, at
undirgrundartokini fóru at
verða fyrsta málið
- Undirgrundarjarnbreyt-
in í London er jú eitt upp-
lagt yvirgangsmál. Stóran
part av degnum er hon
stúgstappað við fólki, sum
lítlan og ongan møguleika
hava, at sleppa burtur. Sam-
stundis er hetta, sum sagt
eitt ferðasamband, sum sera
nógv fólk eru bundin av
hvønn dag, bæði til arbeiðis
og til at heinta børnini aft-
aná skúlatíð, sigur John.
Í dag royna fólk so sum
frægast at taka gerandis-
dagin uppaftur. Tað er ikki
so nógv annað at gera enn
at royna at leggja tað, sum
er hent, afturum seg og
læra at liva vit óttanum fyri,
at slíkt kann henda, sigur
John. Hóast tað neyvan ber
til at venja seg við hóttanir
um bumbuatsóknir av hes-
um slagi, eru tað nógvir
bretar, sum kenna støðuna
aftur frá IRA álopum í
London gjøgnum tíðirnar.
Men burtursæð frá flog-
álopinum á Lockerby í
1988, er atsóknin hósdagin
tann størsta í London í
nýggjari tíð.
Ongin øsing
Hóast nógv bendir á, at
muslimskar
yvirgangs-
felagsskapir standa aftan-
fyri atsóknina, verður nógv
gjørt í bretsku fjølmiðlun-
um fyri at forða fyri møgu-
ligari øsing mótvegis teim-
um mongu muslimunum í
landinum.
Politikarar
leggja áherðslu á, at ein slík
atsókn onki hevur við van-
ligar muslimar, búsitandi í
London, at gera, og at
hendingarnar hósdagin ikki
eiga at føra til fordøming
av einum heilum fólkaslag.
Eisini hava fleiri muslimsk-
ir leiðarar í London traðka
fram og fordømt atsóknina,
so fyribils er ongin øsing
ella
hevndarhugur
at
merkja í bretska samfelg-
anum, sigur John Rajani,
sendimaður í London.
Løgtingsmaðurin Hergeir
Nielsen endaði mitt í rok-
anum, tá ið bumburnar
brustu í London hósmorg-
unin. Hann varð undir
nógvum meldri fluttur
burtur frá jarnbreytastøðini
við King’s Cross, tá ein
bumba brast har
Hergeir Nielsen hevur
júst vitjað á Isle of Man í
sambandi við setanina av
tinginum á Tynwald. Her-
geir Nielsen er fyrsti
næstformaður í løgtingin-
um, og tað var tí hann var á
almennari vitjar á bretsku
oynni.
Á veg heimaftur til Før-
oya umvegis London end-
aði hann mitt í ruðuleikan-
um, tá ið yvirgangsatsóknir
vórðu framdar móti enska
høvuðsstaðnum hósmorg-
unin.
Hergeir
Nielsen
var
staddur á jarnbreytastøðini
við King´s Cross, tá ið ein
bumba brast har, og hann
varð
í
ruðuleikanum
evakueraður av jarnbreyta-
støðini.
Løgtingsmaðurin fekk
ongan skaða, og hann
hevur tað gott.
ek
Hergeir varð
evakueraður
Føroyski sendimaðurin í London, John Rajani, fylgi neyvt við gondini eftir álvarsligu
bumbuatsóknirnar hósdagin. Enn eru ongar fráboðanar komnar um føroyingar, sum hava
verið beinleiðis raktir av bumbuálopunum