Sosialurinarkiv
Sosialurin 2005-07-09, síða 18
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 9. juli 2005síða 18

‹ fyrra síða allar 76 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

18 Nr. 126 - 6. juli 2005 Kviki sørvingurin, sum fyri tveimum árum síðani fekk landsliðsgjøgnumbro tið, vónar, at tað hesa ferð skal bera til hjá monnunum at taka gullmerkini MENNINIR Jákup Mørk - Vit fara so ikki niður fyri at tapa! Soleiðis var greiða svar- ið, tá vit stutt undan oyggjaleikafráferðini spurdu Johan Petur á Stongum, hvørt hann rokn- aði við, at tað hesa ferð skal gerast til gull hjá føroyska mansliðnum í flogbólti. Bæði tosið og skrivingin hevur undan leikunum snúð seg um, at Føroyar í ár hava kanska besta mansliðið nakran tíð við sær til leikir- nar, og hóast Johan Petur ikki leggur serliga nógv í samanberingar, so heldur hann, at tað sær gott út. - Sjálvur haldi eg í øllum førum, at liðið tykist sterk- ari í ár, enn tað var seinast, og tá var í øllum førum nær við. Hinvegin vita vit jú ikki, hvussu støðan er hjá hinum liðunum, og tey kunnu væl eisini hava styrkt um sítt útgangsstøði. Mugu tendra alt fyri eitt Johan Petur sigur, at tey hava lagt nógv fyri í fyri- reikingunum til leikirnar. - Eg haldi ikki, at vit nakran tíð hava vant so nógv, sum vit hava gjørt seinastu tíðina. Frá kapp- ingarloki til gallaveitsluna hildu vit frí, men so hava vit verið í gongd síðani. Hvørt vikuskifti og hvørt mikukvøld hevur venjing verið á skránni, og hesar seinastu tvær vikurnar venja vit hvønn dag. Við somikið strævnari skrá, so er eisini neyðugt, at venj- ingarstøðan er í lagi. - Hinvegin er tað spell, at vit ikki hava fingið nakra veruliga dystarvenjing. Kappingarnar her heima liggja jú stillar, og sæð burtur frá onkrum dysti móti unglingalandsliðnum, hava vit ongan dyst spælt yvirhøvur. Og heldur ikki undir venjingunum hevur tað borið til, tí tað er ikki fyrr enn seinastu dagarnar, at vit hava verið fullmann- aðir til venjingarnar. Blokkurin alt at siga Spurdur, júst hvørjar styrkir føroyska liðið hevur, heldur Johan Petur, at tað einamest er eitt javnt sterkt lið, sum fer avstað. - Sjálvandi er Rúni týdn- ingarmikil, og hann hevur tikið seg nógv fram, meðan hann hevur spælt í Noreg. - Men sum heild haldi eg, at okkara størsta styrki er, at vit ongar greiðar veik- leikar hava. Mest týðandi er tó, at blokkurin riggar væl. Ger hann tað, so er tað munandi lættari hjá okkum at standa rætt í verjuni, og hon er so aftur grundarlag undir álopinum. So blokk- urin er avgjørt tann parturin av spælinum, sum rigga alt fyri eitt. Við Gotlandi og Álandi longu í bólkaspæl- inum, mugu vit vera tendr- aðir frá fyrsta settinum, sigur Johan Petur Poulsen at enda. Síðani oyggjaleikirnir byrjaðu, hevur flog- bólturin altíð verið eitt av sterkastu kortunum hjá Føroyum. Og vónin er sjálvandi, at leikirnir hesa ferð ikki verða nakað undantak FLOGBÓLTUR Jákup Mørk Í tveimum fantastiskum - mest sum ótrúligum - finaludystum fyri tveimum árum síðani, mundu før- oysku flogbóltsmenninir og - kvinnurnar mest sum negla alla tjóðina at sjón- varpsskíggjanum heima í Føroyum. Og hóast talan »bert« gjørdist um gull í kvinnu- finaluni, meðan menninir máttu taka til takkar við silvurinum, so skerst ikki burtur, at úrtøkan var so góð, sum nakar kundi vóna. Umbýttir leiklutir Undan leikunum var nevn- liga greitt, at mansliðið framvegis var í eini endur- byggingarfasu, og tí høvdu tey flestu helst sett seg nøgd afturá, um eitt hálv- finalupláss varð rokkið. Fyrsti dysturin móti Álandi bar tó boð um, at nakað stórt kundi vera í væntu. Og síðani gekk bara beina leið framá. Gotland fekk av at vita í hálvfinal- uni, og so var klárt til finalu móti Saaremaa, sum tó gjørdist ein ov stórur biti. Men finalan var kanska besti dysturin, sum varð leiktur hesar oyggjaleik- irnar, og fimta settið varð ikki avgjørt, , fyrr enn ein heppin Saaremaa serva tók í netið og datt yvir um til 18-16. So var favoritt-leikluturi hjá kvinnunum kanska meira greiður. Og hóast øll vóru greið um, at tað skuldi gerast trupult, so vóru vón- irnar í øllum førum til gull- ið. Men eisini tær noyddust tó út í fimm sett, og eftir at hava tveitt 2-0 leiðslu burtur, mundu nervarnir vera í hásætinum, men tað eydnaðist kortini at vinna seinasta settið og harvið fullgera hat-trickið við trimum gullmerkjum á rað. Í so máta er leiklutirnir nakað umbýttir hesaferð. Hjá kvinnunum hevur ein hampuliga stór útskifting verið á liðnum, og ikki minst man tað vera ein missur, at super-veteran- urin, Marjun Kalsø, ikki longur er partur av liðnum. At tilfarið er gott, er tó einki at ivast í, men tað kann gerast meira enn møtumikið hjá ungu spæl- arunum, um talan til dømis verður um enn ein fimm- settara móti Saaremaa í finaluni. Menninir tykjast hinveg- in vera komnar fram við sínari uppbygginarfasu, og nú skulu fruktirnar av lang- tíðar arbeiðinum heystast. Tað kann best av øllum ger- ast við einum finalusigri, og so er tað sum so líka- mikið, hvørt mótstøðuliðið í hesum verður Gotland, Áland ella Saaremaa. Lúmskt bólkaspæl Áðrenn vit koma so langt sum til at tosa um hálv- finalu og finaludystir, so skal tó sleppast víðari úr bólkaspælinum. Og tað kann kanska vísa seg sum ein lúmsk uppgáva. Her standa kvinnurnar seg helst betri, tí sum vinn- arar eru tær seedaðar ovast. Og tí inniheldur teirra bólk- ur dyst móti nummar fýra frá seinastu oyggjaleikum. Sum tvey'arar skulu menninir aftur hesa ferð royna seg móti Álandi í bólkaspælinum, sum eisini telir Gotland, og hóast hetta er ein trupul uppgáva, so er talan kanska um fyrimun, tá talan somikið tíðliga er um eina so greiða styrkis- roynd. Tað ger í øllum før- um, at spælararnir skulu upp á tærnar alt fyri eitt, um sleppast skal undan eini alt ov truplari hálvfinalu. Her tóktist tað seinast vera ein vansi hjá kvinnun- um, at talan sum so var um hampuliga avmarkaða mót- støðu í bólkaspælinum. Tað ger kanska, at liðið kemur ov lætt fram til avgerandi dystirnar, og so krevur tað nógv av spælarunum, tá tær brádliga skulu lyfta seg upp á 100%, eftir at tær bara hava levera 90 í eina knappa viku. Júst tann av- bjóðingin verður kanska tann allar truplasta, og tá talan er um intensar kapp- ingar, har spælt verður dag um dag, so eru ráðini altso ikki til nakran off-day. Gullið er málið Talan var um veruligt gjøgnumbrot, sum Johan Petur fekk á landsliðnum í fjør. Og við ófatuligum uppsamlingum av gólvinum var hann kanska meira enn nakar maðurin, sum helt Føroyum inni í tøttu dystunum Flogbólturin hoyrir til flaggskipini Talan var um tvær fantastiska finalur fyri tveimum árum síðani. Kvinnurnar vunnu sína, meðan menninir »doyðu ein vakran deyða«