Sosialurinarkiv
Sosialurin 2005-07-09, síða 18
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 9. juli 2005síða 18

‹ fyrra síða allar 76 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

18 Nr. 129 - 9. juli 2005 Bretska løgreglan roynir av øllum alvi at fáa greiði á, hvør skipaði fyri bumbuat- sóknunum í London. BUMBUR Í LONDON Árni Joensen: fartekst@mail.dk Tað kom ikki óvart á bret- sku løgregluna, at tað eydn- aðist yvirgangsmonnum at spreingja fleiri bumbur í London. Leiðslan í løgregl- uni hevur alla tíðina sagt, at tað var ikki ein spurningur, um ein yvirgangsatsókn kom, men heldur nær hon kom. Charles Clarke, innan- ríkisráðharri, segði í gjár, at løgreglan hevur sett seg í samband við allar trygdar- tænastur í USA, Fraklandi, Spania og Týsklandi í ein- ari roynd at avdúka, hvør skipaði fyri atsóknunum, og hvør framdi tær í verki. Løgreglan hevur verið sera varin við at siga nakað um kanningarnar, og eyg- leiðarar halda, at løgreglan ætlar sær ikki at koma í somu støðu, sum tann spanska løgreglan kom í aft- an á atsóknirnar í Madrid tann 11. mars í fjør. Tá sprongdu yvirgangsmennin- ir seg í luftina, beint áðrenn løgreglan skuldi taka teir. Serfrøðingar í yvirgangi eru ikki í iva um, at tað var onkur við tilknýti til al- Qaeda, sum legði atsóknir- nar í Londion til rættis, tí framferðin var tann sama sum í atsóknum, sum al- Qaeda hevur havt ábyrgd- ina av. Tann felagsskapurin, sum hevur átikið sær ábyrgdina av atsóknunum í London, var ókendur frammanundan, og bretska løgreglan ivast í, at hann yvirhøvur er til. UTTAN ÚR HEIMI Nógv teir flestu bretsku muslimarnir eru ímóti framferðini hjá teimum víð- gongdu muslimsku felagsskapunum. BUMBUR Í LONDON Árni Joensen: fartekst@mail.dk Bæðir Tony Blair, forsætis- ráðharri, og Jack Straw, uttanríkisráðharri, hava knýtt bumbuspreingingar- nar í London at islam, men teir hava samstundis gjørt greitt, at nógv teir flestu muslimarnir í Bretlandi eru ímóti slíkum ágangi. Teir muslimsku leiðarar- nir í Bretlandi vóru eisini skjótir at fordøma atsóknir- nar, og fleiri teirra gjørdu vart við, at framferðin hjá teimum víðgongdu felags- skapunum stríðir ímóti teirri islamsku trúnni. Kortini stúra nógvir mus- limar fyri, at bretar fara at hevna álopini hósdagin. Tann 29 ára gamli Zakaria Koubissi, sum eigur eina matstovu í London, sigur við bretsk bløð, at hann og aðrir muslimar í býnum óttast fyri hevndarálopum. -Men fólk skulu vita, at islam loyvir ikki, at vit myrða ósek fólk, sigur Zakaria Koubissi. Ehab Maged, sum arbeiðis á eina ferðaskriv- stovu í London, skilir ikki, at Bretland bleiv álopið. -Hetta var tað seinasta landið í Vesturheiminum, sum hevði virðing fyri arabarum og muslimum. Eingin dugir at siga, hvat nú fer at henda, sigur hann við bretsk bløð. Summir muslimar siga seg ikki duga at skilja, hvussu yvirgangsmenn kunnu fremja slíkar atsókn- ir við tí fyri eyga at steðga krígnum í Irak og Afganistan. -Teir mótmæla, at fólk doyggja í Irak og Afgani- stan, og so koma teir higar og drepa ósek fólk og oyði- leggja lívið hjá vanligum muslimum. Hatta er høpis- leyst, sigur Ahmed al- Merri við BBC. Hava ov lítið til matna Grøðin er miseydnað í fleiri londum í syðra parti av Afrika í ár, og tað ger, at í seks londum hava umleið tíggju milliónir fólk ov lítið til matna, skrivar AP. Kanningar hjá ST og altjóða matvørustovninum World Food Program vísa, at trot er á mati í londunum Lesotho, Malawi, Swasilandi, Zimbabwe, Mosakbik og Zambia. Tað hevur regnað munandi minni enn vanligt, og tað hevur havt við sær, at korn og aðrar matvørur eru dýrkaðar nógv. Tey flestu londini hava keypt meiri korn og aðrar vørur úr øðrum londum, men ST roknar við, at tørvur verður á meiri mati teir næstu tíggju mánaðarnar kortini. Sambært World Food Program hava 4,2 milliínir fólk í Malawi tørv á matvøruhjálp. Tað svarar til 34 prosent av fólkatalinum í landinum. Vóru ikki innanfyri Ein fyrrverandi ovasti fyri russiska herflotanum í Eystrasalti vil vera við, at tað vóru ikki bara sovjetskir kavbátar, sum fóru inn um svenska sjómarkið í áttatiár- unum. Hann skrivar í nýggjari bók, at amerikanskir, bretskir og danskir kavbátar vóru eisini innan fyri svenska markið í áttatiárunum. Men danskir kavbátar vóru ongantíð ólógliga innan fyri svenska markið, sigur Torbem Martinsen í donsku verjuleiðsluni við Ritzau. Hann sigur, at danskir kavbátar fóru ikki inn í svenskt sjóøki, uttan at teir svensku myndugleikarnir vórðu kunnaðir um tað frammanundan, og at teir høvdu fingið loyvi til at fara um mark. Fyrrverandi russiski herflotaovastin, I. M. Kapitan- ets, skrivar í bók síni, at vesturlendskir NATO-kavbátar sníktu seg fram við teimum sovjetsku eftirlitsskipunum í Eystrasalti við at sigla innan fyri svenska markið. Lovar frið Tann 9. januar í ár samdust stjórnin í Sudan og upp- reistrarfelagsskapurin SPLM um at binda frið. Síðani hevur tað verið friðarligt í økinum, men enn eru ikki allar súður syftar, skrivar Aftenposten. Eitt nú eru stjórnin og SPLM ósamd um, hvør skal hava ræðið á trimum landspørtum í tí oljuríka økinum. Harafturat kemur, at umleið 30 smáir uppreistrar- felagsskapir hava sýtt fyri at leggja vápnini, og leiðslan í SPML vil vera við, at stjórnin í Khartoum hjálpir hesum felagsskapunum og letur teir varðveita vápnini. John Garang, sum er formaður í SPLM, lovar kortini, at tað verður friðarligt har suðuri í Sudan í framtíðini. Hann vísir á, at borgarakríggið har kostaði meiri enn tvær milliónir mannalív, og at tað tí er neyðugt at geva fólkinum álit á framtíðina. Sjálvur hevur John Garang útbúgving sum búskapar- frøðingur í USA, og hansara fremsta uppgáva nú er at tryggja fólkinum í Suðursudan eina álítandi umsiting og allar tær vanligu almennu skipaninar. Samstundis verður dentur lagdur á, at inntøkurnar frá oljuni skulu koma øllum til góðar, sigur hann við Aftenposten. Dýrari at flúgva Tann høgi oljuprísurin noyðir nú fleiri flogfeløg at hækka prísin á ferðaseðlum. Bretska felagið British Airways og tað týska Lufthansa kunngjørdu fyri nøkrum døgum síðani, at tey fara at hækka ferðaseðlaprísin á summum leiðum, og í gjár visti Jyllandsposturin at siga, at skandinaviska flogfelagið SAS fer at gera tað sama. Sambært blað- num verða 100 krónur lagdar oman á ferðaseðlarnar, men bara á teimum longu leiðunum. Mikkel Nielsen, kunningarstjóri hjá SAS, segði við Jylandspostin, at felagið hevur deálað við at hækka prísin, men tann áhaldandi príshækkingin á oljuni ger, at nú ber ikki til at bíða longur. Tí kemur hækkingin ætlandi í gildi tann 1. august. Jagstra bumbumann Tann felagsskapurin, sum hevur átikið sær ábyrgdina av atsóknunum í London, var ókendur frammanundan, og bretska løgreglan ivast í, at hann yvirhøvur er til. Mynd: reuters Muslimarnir í Bretlandi stúra fyri hevndarálopum -Hetta var tað seinasta landið í Vesturheiminum, sum hevði virðing fyri arabarum og muslimum. Eingin dugir at siga, hvat nú fer at henda Mynd: reuters