leygardagur 9. juli 2005síða 19
‹ fyrra síða allar 76 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 126 - 6. juli 2005
19
Hóast talan er um
ættarliðsskifti hjá
kvinnulandsliðnum,
so heldur Margit
Joensen ikki, at tær
skulu medda lægri.
Finalupláss má vera
minsta kravið, heldur
hon
FLOGBÓLTUR
Jákup Mørk
Gullmerki trý ár á rað for-
plikta. Føroysku flogbólts-
kvinnurnar hava seinastu
oyggjaleikirnar
verið
kanska sterkasta kortið hjá
okkum, og tað er einki
løgið í tí, um fólk í ár hava
stórar vónir til liðið.
Samstundis stendur tó
greitt, at talan hevur verið
um stóra útskifting av
"gylta ættarliðnum" sum
seinastu tríggjar oyggja-
leikirnar hevur verið við til
at vinna gullið. Fleiri av
royndu spælarunum eru
ikki við longur, og tí skulu
nýggjar setast við. Nýggjar
ungar kvinnur, sum heilt
greitt hava evnini, men enn
hava tær ikki verið noyddar
at prógva hesi í slíkum
høpi, sum oyggjaleikirnir
eru.
Trýstið má standa
royndina
Ein av teimum, sum enn er
eftir, er Margit Joensen.
Hon var fyri fyrstu ferð við
á leikunum í 1995, og eftir
barnsburðarfarloyvi í '97
hevur hon verið við til at
vinna tey trý gullmerkini,
sum eru komin í '99, '01 og
'03.
Og hóast hon ásannar, at
tað uppgávan kann tykjast
møtumikil, so heldur hon
avgjørt ikki, at ambitiónir-
nar skulu skrúvast nakað
serligt niður.
- Eitt finalupláss má av-
gjørt vera tað, sum vit
medda eftir. Sjálvandi er
vónin, at tað so eisini kann
gerast talan um gullmerki,
men silvur má í øllum
førum vera minsta kravið,
heldur hon.
Men talan hevur verið
um sera tættar finaluupp-
gerðir tær báðar seinastu
ferðirnar. Ber tað til at
krevja líka nógv, nú útskift-
ingin hevur verið so stór?
- Tú plagar jú at siga, at
maður kemur í mans stað,
og tað vóna vit so eisini. Vit
hava fleiri ungar spælarar,
sum nú fáa møguleikan at
royna seg í hesum høpi, og
so er at vóna, at nakrar av
álvara taka av hesum
møguleikanum.
Og
hinvegin vita vit heldur
ikki, hvussu hinar eru fyri.
- Men tú kanst sjálvandi
hava rætt í, at nýggju
herarnir eisini skulu standa
sína roynd. Tað er jú ikki til
at vita upp á forhond,
hvussu reaktiónirnar verða,
um talan til dømis verður
um sama gysara, sum tað
hevur verið tær báðar sein-
astu ferðirnar. Her kemur
kanska ein enn størri
ábyrgd at hvíla á okkum,
sum hava roynt somu støðu
fyrr, heldur Margit at enda.
Finaluplássið skal framvegis røkkast
Fagnaður eftir finaludystin í fjør. Triðju ferð á rað hevur
kvinnulandsliðið í flogbólti tryggjað sær gullmerkini á
oyggjaleikum
Annika á Stongum
Lena í Buð
Margit G. Joensen
Anna Maria M. Kruse
Anna Müller Jacobsen
Helen á Lakjuni Jacobsen
Karin Mikkelsen
Herborg á Mýrini
Birita Joensen
Juanna S. Joensen
Guðrið Nolsøe
Guðrið B. Syderbø
Heiðrikur Bergsson
Steinar. H. Eirikstoft
Johann Nielsen
Jón Nielsen
Bartal Eliasen
Hans Fróði Jensen
Suni Juul Petersen
Jóhan Petur á Stongum
Bárður B. Mikkelsen
Jens Heri B. Mortensen
Høgni Viderø
Rúni Weihe