Sosialurinarkiv
Sosialurin 2005-07-09, síða 19
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 9. juli 2005síða 19

‹ fyrra síða allar 76 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 129 - 9. juli 2005 19 Danir eiga at fyrireika seg til eina yvirgangsatsókn, tí hon kemur fyrr ella seinni. YVIRGANGUR Árni Joensen: fartekst@mail.dk Bretsku myndugleikarnir hava leingi ávarað fólkið um, at ein yvirgangsatsókn fór at koma. Tað sama eiga teir donsku myndugleik- arnir at gera, tí danir sleppa heldur ikki undan einari atsókn. Felagsskapurin, sum hevur átikið sær ábyrgdina av bumbuatsóknunum í London, hevur samstundis gjørt greitt, at Italia og Danmark eru eisini álops- mál, danir eiga at fyrireika seg til, hvat kann henda. Tað heldur Mekkel Vedby-Rasmussen, lektari og granskari í trygdar- politiskum viðurskiftum. Hann sigur við Politiken, at tað ber ikki til at siga, um atsóknin verður í morgin ella um tíggju ár, men hinvegin er tað rætt at ímynda sær, at hon kemur fyrr ella seinni. -Álopið á London vísir, at vandin er har. Eg haldi ikki, at vit hava fleiri víðgongd fólk nú enn fyri hundrað árum síðani, men tey hava nógv størri møgu- leikar nú, og tað eiga vit at hava í hugsa, sigur Mikkel Vedby-Rasmussen við Politiken. Ein annar danskur grans- kari, Anja Dalgaard-Niel- sen, heldur ikki, at vandin fyri yvirgangi er líka stórur í Danmark sum í Bretlandi, sjálvt um Danmark er við í kríggi í Afganistan og Irak, og sjálvt um Anders Fogh R a s m u s s e n , forsætisráðharri, styðjar Tony Blair og George W. Bush. Anja Dalgaard- Nielsen ásannar tó, at vitjanin hjá Bush í Danmark fyrr í vikuni hevur minst fólk á, at Danmark er við í krígnum ímóti yvirgangi. -Vitjanin hevur havt bæði góða og ringa ávirkan, sigur hon. Fregnartænastan hjá donsku løgregluni, PET, hevur biðið løgregluna vera á varðhaldi, men tænastan sigur seg ikki hava nakra ábending um, at yvirgangs- menn fyrireika álop í Danmark. Men danska lut- tøkan í krígnum í Irak ger, at landið má metast sum eitt álopsmál hjá muslimskum yvirgangs- monnum, sigur PET. Bendt Bendtsen, varafor- sætisráðharri, segði í gjár, at løgreglan fer at økja eftirlitið við ávísum pláss- um kring landið. UTTAN ÚR HEIMI Danmark verður álopið fyrr ella seinni