leygardagur 9. juli 2005síða 20
‹ fyrra síða allar 76 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
20
Nr. 129 - 9. juli 2005
VIÐMERKINGAR
Veðrabóndi í fullveldismálum
Helgi Abrahamsen
Eg síggi, at Høgni Hoydal í
eini blaðgrein bjóðar mær
eitt turt veðrakrov í heyst,
um eg kann prógva tað sum
eg, í blaðgreinum hesa
seinastu vikuna, havi sagt
um blokkniðurskurðin.
Sigast má, at mong
undarlig vápn verða nýtt í
almenna kjakinum, men
hetta er tað løgnasta, eg
havi
upplivað
higartil.
Sjálvur
formaðurin
í
Tjóðveldisflokkinum bjóð-
ar mær kjøt afturfyri, um eg
vil gevast við at minna før-
oyingar á, hvussu nógv
blokkniðurskurðurin hevur
kostað teimum.
Eg vísti í blaðgreinini
leygardagin á, hvussu nógv
hetta hevur kostað síðani
2002, og hvat tað gevur fyri
hvønn pensjonist í landin-
um, og nú snarar Høgni
kjakinum til at vera ein
spurning um eg skal hava
kjøt í heyst ella ikki. Hatta
er for langt úti Høgni!
Halt teg til evnið
Eftir hondini kenni eg
skrivingarlagið hjá Høgna
somikið væl, at eg veit, at
endamálið hjá honum er at
leggja mær orð í munnin,
fyri at lýsa meg sum ein
ótrúðverdugan
lygnara,
men so skrivar hann eisini
nøkur pen orð um meg
innímillum, fyri at hetta
ikki skal síggja alt ov skitið
út. Síðani verður greinin
krydda við øllum møgu-
ligum øðrum evnum, fyri at
leiða kjakið burtur frá teim-
um píniligu spurninginum
um blokkniðurskurðin.
Men eg ætli mær ikki at
spæla við í hesum sjónleik-
inum. Nógv kundi verið
sagt um øll hasi evnini, sum
hann roynir at draga inn í
kjakið, men tey sleppa øll
at liggja á hesum sinni. Tí
Høgni kann ikki koma
burtur frá, at blokkstuðulin
er lækkaður við 366 mió.
krónum um árið (eina
millión um dagin), og at
hetta eftir hálvum fjóra ári
svarar til 213.500 krónur í
part fyri hvønn av landsins
6.000 pensjónistum. Og
hann
má
vera
sera
gloymskur, um hann ikki
minnist, at hann í 1998
segði
at
blokkstuðulin
fíggjaði onga vælferð í Før-
oyum. - Sera gloymskur!
Lætt at prógva
Í 1998 var talan ikki bara
um at skerja 366 mió. krón-
ur av blokkstuðlinum. Nei
tá skuldi ALLUR blokkurin
vekk, umframt aðrar veit-
ingar frá ríkinum, sum
liggja uttanfyri blokkin. Og
hetta skuldi gerast eftir 6 -
8 árum. Eg fari í tí sam-
bandi at minna á, at árið í ár
er tað sjeynda árið síðani
1998, so tað skuldi vera
longu í seinasta lagi næsta
ár, at ein milliard afturat
skuldi burtur úr føroyska
búskapinum
(167.000
krónur afturat fyri hvønn
pensjónist í landinum). Og
hetta skuldi ikki ganga út-
yvir
vælferðina
hjá
nøkrum.
Um eg kann prógva
hetta? Ja tað kann eg.
Høgni kann til dømis leita
fram Dimmalætting frá 17.
apríl 1998. Har er ein grein,
sum kallast "Soleiðis fíggja
vit loysingina". Greinskriv-
ari er Høgni Hoydal sjálvur.
Í hesi greinini sigur hann
millum annað, at blokkurin
rindar ikki longur fyri
nakra vælferð í Føroyum,
men at vit gjalda hana
sjálvi. Eisini sigur hann:"
Tað politiska høvuðsenda-
málið hjá Tjóðveldisflokk-
inum er greitt: Skiftisskip-
anin skal ikki minka um
vælferðina hjá tí vanliga
føroyinginum."
Men í greinini miku-
kvøldið sigur Høgni Hoy-
dal soleiðis: "Helgi roynir í
grein í bløðunum at endur-
taka tey so ofta søgdu
ósannindi, at undirritaði og
Tjóðveldisflokkurin hava
sagt, at niðurskurðurin av
blokkstuðlinum fekk ongar
avleiðingar".
Við at samanbera hesi
bæði brotini, kann hvør ein-
stakur lesari taka støðu til,
hvør av okkum sigur satt.
Vísir ongum aftur
Eg legði annars til merkis,
at Høgni í "veðragreinini"
ikki vísti so mikið sum
einum pástandi hjá mær
aftur. Hann gjørdi í "mána-
kvøldsbløðunum" gjøldur
burturúr roknistykkinum
hjá mær, og tí bjóðaði eg
honum at koma við rætting-
um, um hann var komin til
annað úrslit, men har kom
eingin rætting. Eg gangi tí
út frá, at hann, langt um
leingi, er komin til sama
úrslit
sum
eg.
(at
blokkniðurskurðurin higar-
til hevur kostað 213.500
krónur fyri hvønn pansjón-
ist í landinum,).
Landskassin hevur bara
tvær høvuðsinntøkukeldur
(blokkstuðulin, og pengar
sum á ein ella annan hátt
hava sín uppruna í fiski-
vinnuni). Tá fiskivinnan
svíkur, sum hon tíverri ofta
ger, so er bara ein inntøku-
kelda eftir, og henni ætlaðu
teir at forkoma, uttan at teir
høvdu nakað annað at seta
ístaðin. Hetta fær hvørki
Høgni ella nakar annar meg
at tiga burtur - um eg so fái
tríggjar veðrar afturfyri.
Eitt veðrakrov til
Høgna Hoydal, um
hann mótprógvar
míni orð
Hetta við at lova politiskum
pennavinum gávur, man
vera nýtt fyribrigdi í før-
oyskari blaðskriving. Men
eg skal tó lova Høgna, at eg
skal senda honum veðrin
aftur, um hann klárar at
• mótprógva at 366 mió
ferðir 3_ er 1.281 mió.
• ella mótprógva at 1.281
mió. krónur býttar millum
6.000 pensjónistar geva
213.500 krónur í part.
• ella mótprógva at hann í
Dimmalætting í apríl 1998
segði, at skiftisskipanin
skuldi ikki minka um
vælferðina hjá tí vanliga
føroyinginum.
• ella mótprógva, at tað
var undir heimastýrisskip-
anini, at Føroyar reistu seg
aftur eftir kreppuna.
• ella mótprógva, at
Føroyar fingu fleiri milli-
ardir í blokkstuðli tey árini,
meðan vit reistu okkum
eftir kreppuna.
• ella mótprógva, at
alternativa fíggjarlógarupp-
skotið
hjá
Tjóðveldis-
flokkinum fyri 2004 hevði
100 mió. krónur í halli,
hóast yvir 600 mió. krónur
í
blokkstuðli
stóðu
á
inntøkusíðuni.
• ella mótprógva at tað
sum undanfarna samgonga
spardi upp í Landsbankan-
um var nógv minni enn tað
sum Føroyar fingu í blokk-
stuðli í sama tíðarskeiði.
• ella mótprógva, at full-
veldislandsstýrið hækkaði
tingmannalønirnar í 1998.
Klárar hann ikki at mót-
prógva nøkrum av hesum,
má tað takast sum prógv
fyri, at alt sum eg segði í
greinini týskvøldið var satt.
PS!
Veðrakrovið
kann
sendast
til
adressuna:
Heygsvegur
22,
490
Strendur.
Edmund Joensen
Fullveldismaðurin Vagnur
Mikkelsen skrivar í tíð-
indabløðunum leygardagin,
at kostnaðurin av um- og
nýbygging av hølum til
Løgtingið var 17 milliónir
krónur meira enn mett.
Hann fílist eisini á at eg
taki undir við ætlan Løg-
manns um at løgmansætið
eina ferð í framtíðini verður
í Hoyvík. Vagnur Mikkel-
sen hevur loksins funnið út
av, at fíggjarliga hongur
ikki saman í Føroyum.
Hann hevur roknað út at
meirkostnaðurin av bygg-
ingini av løgtingshúsinum
svarar til 485.714 døgverð-
ar
frá
Lágargarði
til
føroyskar pensjónistar.
Sambandsmaðurin
Helgi Abrahamsen
hevur grein við síðuna av
greinini hjá Vagni Mikkel-
sen. Hann ger upp hvussu
nógvar krónur høvdu verið
í part hjá teimum 6000
pensjónistunum, sum eru í
Føroyum, síðan 2002, um
blokkurin av fullveldisáv-
um ikki var skerdur. Helgi
Abrahamsen fær tað til
213.500 kr. (tvey hundrað
og trettan túsund og fimm
hundrað krónur) í part til
hvønn einasta pensjónist í
Føroyum. Umroknar ein
tølini hjá Helga til døg-
verðar kundi hvør einasti
pensjónistur í Føroyum -
ikki bert teir 150 sum eru
knýttir til Láðargarð men
allir 6000- hvørt ár fingið 6
døgverðar um dagin.
Tann grundleggjandi
munurin
Tær 17 mió. krónurnar í
meirnýtslu sum Vagnur
Mikkelsen nú ætlar at metta
føroyskar pensjónistar við,
eru ígjøgnum eini 3 til 4 ár,
í høvuðsheitum settar í
timbur, jarn og betong -
harur kostur.
Tær 1.281 mió. kr. higar-
til og meira enn 366 mió.
kr. um árið hvørt ár framyv-
irum, sum Helgi Abraham-
sen skrivar um, og sum full-
veldismenn hava forkomið
okkum føroyingum, hóast
vit høvdu ófrávíkiligan rætt
til tær, eru ikki bundnar í
timbur, jarn og betong.
Taka vit alt við sum td, aðr-
ar yvirtøkur og prístalsvið-
gerð eru tølini nógv hægri
og meira enn 400 milliónir
um ári framyvir. Tær hava
síðani landstýrið frásegði
sær tær, styrkt um og
styrkja
framvegis
um
danska
búskapin,
sum
frammanundan er ein tann
sterkasti í heiminum.
Hvør er orsøkin?
At tað ikki hongur saman
fíggjarliga
í
Føroyum,
kunnu bæði fullveldismenn
og sambandsmenn vera
samdir um. At tað ikki átti
av verið soleiðis, eiga vit
eisini at kunna semjast um.
Hóast
danski
staturin
sprændi 3 milliardir kr. inn
í føroyska búskapin, og hó-
ast gullárini við góðum
fiskiskapi, høgum fiska-
prísum, lágum orkuprísum
o.s.fr. er okkara búskapur
sleptur fyri bakka av okk-
ara fullveldisflokkum. Al-
mennu útreiðslurnar eru
øktar við meira ein einari
milliard kr. árliga, fyri
størsta partin til øktar al-
mennar lønir - ikki til pen-
sjónistar - og almennu inn-
tøkurnar, tær frá statinum,
eftir ynski frá undanfarna
landstýri og samgongu
minkaðar við meira enn
400 mió. kr. árliga.
Fylgjurnar størar
Tann sum trýr at tað ongar
fylgjur fær fyri eftirtíðina
at ríkisveitingin minkar við
meira enn 400 milliónum
um árið og fíggjarlógin
hækkar við meira enn 1
milliard um árið, fyrst og
fremst til øktar almennar
lønir, má trúgva umaftur.
At slíkur ørvitisskapur
má ganga út yvir føroyska
búskapin dugir hvør einasti
føroyski pensjónistur at
rokna út. Og føroyskir pen-
sjónistar vita eisini fullvæl,
at gongur tað illa í einum
landi, rakar hetta fyrst tey
gomlu og tey veiku.
Greinin hjá Vagni endar
við orðunum - hetta hongur
bara ikki saman harra for-
maður. Læt meg at enda
minna á, at tey sum minn-
ast lesarabrøvini undir full-
veldislandstýrinum, tá full-
veldisøsingin var í hæddini,
minnast eisini harra Vagn
Mikkelsen sum ein av
teimum ýtarstu stuðulunum
til ørskapin.
Hvítabók - Ìskoyti um døgverðar til føroyskar pensjónistar