Sosialurinarkiv
Sosialurin 2005-07-09, síða 21
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 9. juli 2005síða 21

‹ fyrra síða allar 76 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 129 • leygardagur • 9. juli 2005 • 79. árgangur • www.sosialurin.fo Føroyameistararnir úr HB hava gjørt avtalu við tveir danskar spælarar, sum skulu styrkja um liðið til dystirnar móti Kaunas í Champions League. FÓTBÓLTSSTYRKUR Terji Nielsen terji@sosialurin.fo Tað er eingin loyna, at leiðslan í HB hevur arbeitt við fullari megi fyri at styrkja um liðið undan Champions League dystin- um, tí um HB megnar at koppa litaviska meistaralið- num úr Kaunas, stendur enska stórliðið Liverpool allarhelst fyri stavn. Royndir danir Evstamark fyri at senda leikarayvirlit til UEFA var mikukvøldið á midnátt, og í HB fingu teir síðstu detaljurnar upp á pláss stutt fyri evstamark. Tvey nýggj nøvn eru á listanum, og talan er um tveir royndar danskar spælarar. Talan er um teir báðar, Jan Larsen og Martin Niel- sen, sum báðir eru gamlir liðfelagar hjá HB-venjaran- um, Heina Fernandez, og sum báðir hava roynt seg í altjóða dystum við góðum úrsliti. Bæði Jan Larsen og Martin Nielsen vóru við, tá ið Viborg við Heina Fernandez á liðnum á sinni basti russiska stórliðnum Spartak Moskva í UEFA- kappingini, og tað var um reppið, at teir í næsta umfarinum bastu spanska Rayo Vallecano. Jan Larsen er júst givin sum yrkisleikari í Randers FC, sum flutti niður úr Superliguni. Heine Fernan- dez sigur, at Jan Larsen kann spæla allastaðnis á miðvøllinum og í verjuni, og at Jan Larsen er ein gløggur spælari, ið kann halda høvdið kalt, tá ið nógv stendur á, og tað kann gerast umráðandi í Champ- ions League dystunum hjá HB. Martin Nielsen er í løtuni leikandi venjari hjá dan- marksseriuliðnum Brande, og hann er ein royndur verjuleikari. Tað er eingin loyna, at HB eisini arbeiddi við at fáa ein álopsstyrk, men hetta kiksaði í allarseinastu løtu, tá ið ein avtala annars var við at verða gjørd, greiðir Heine Fernandez frá. Ov nógv mál farin inn HB-venjarin sigur, at tað er týdningarmikið hjá HB, at teir fáa styrkt um verju- partin, tí higartil í ár eru alt ov nógv mál farin ígjøgn- um, sigur hann. Tí er tað ógvuliga umráð- andi, at teir hava fingið spælarar við slíkum roynd- um at styrkja um liðið hjá sær, soleiðis at tað helst verður truplari hjá mót- støðuliðunum at skora móti HB. Í HB ætla teir at gera so nógv sum møguligt fyri at fyrireikingarnar til uppgerð- irnar móti Kaunas verða so góðar sum gjørligt. - Vit hava ætlanir um at keypa spælarunum frí frá mánadegnum av, soleiðis at vit fáa fyrireika okkum optimalt, sigur Heine Fernandez. Teir báðir dansku spælar- arnir koma til Føroya ein av fyrstu døgunum, og av- talurnar, ið HB hevur gjørt við teir er bert galdandi fyri dystirnar móti Kaunas, sigur HB-venjarin. Í HB vita teir, at tað verð- ur ógvuliga, ógvuliga trup- ult at røkka næsta umfar- inum, men eydnast tað, og Liverpool bíðar, so hevur tað stóran fíggjarligan týdning fyri HB. Tveir dystir móti Champions League vinnarunum høvdu helst merkt eina inntøku upp á slakar 10 milliónir fyri HB. Um tað skuldi hent seg, so verður liðið hjá HB tó ikki styrkt til møguligu upp- gerðirnar móti Liverpool. Hjá klaksvíkingum ræður um at venda keðiligu gongdini seinastu nógvu umførini, men tað verður trupult, tá ið B36 kemur á vitjan. UPPTAKT Terji Nielsen terji@sosialurin.fo KÍ-venjarin Oddbjørn Joensen kann undan dyst- inum fegnast um, at tað ongantíð í hansara tíð sum KÍ-venjari hevur staðið so mikið væl til við fólki, sum tað ger til dystin móti B36. Danskur styrkur Fyrr í vikuni kom danski spælarin Mathias Tauber til Klaksvíkar, og fyrrverandi Ølstykke-spælarin verður ivaleyst við í hópinum hjá KÍ í dag. Tá ið KÍ farna vikuskifti tapti 0-3 í Fuglafirði, vóru bæði Niclas Niclasen og Høgni Madsen leikbann- aðir, men teir eru báðir tøkir aftur. Einastu spælarar, ið Odd- bjørn Joensen, ikki hevur tøkar, eru Eyðun Klakstein og Erling Fles, ið báðir eru skaddir. KÍ-venjarin er sum vera man fegin um at hava óvanliga nógv fólk tøkt til trupla heimadystin: - Hetta er tað frægasta spælaratilfarið, ið vit hava havt við til dyst, í mínari tíð sum KÍ-venjari, og eg haldi, at hetta er fyrstu ferð, at tað av álvara er kapping um plássini á liðnum, sigur Oddbjørn Joensen. Hjá B36 stendur væl til við fólki. Farna vikuskifti var B36 fyri óvæntaðum ósigri móti EB/Streymi á heimavølli, og tað hevði við sær, at teir nú býta oddasessin við Skála og HB. Í dystinum móti EB/Streymi fekk verjuleik- arin Herbert í Lon Jacobsen ein snudd í beinið, og hann verður ikki við í dag. Sum skilst er skaðin tó ikki álvarsligur, og hann verður ivaleyst skjótur á vøllinum aftur. KÍ og B36 hava hitst einaferð fyrr í ár, og tað var í Havn. Tann dystin vann B36, og tað noyðast teir ivaleyst eisini at gera í dag, um teir ætla at halda fast í oddasessinum. Hinvegin ræður tað um hjá KÍ at venda keðiligu gongdini seinastu dystirnar, men uppgávan er trupul. HB styrkt seg til Champions League Heine Fernandez hevur fingið fatur á tveimum av gomlu liðfeløgunum hjá sær til at styrkja um HB-liðið í dystunum móti Kaunas í Champions League. Mynd: Álvur Haraldsen Jan Andreasen og KÍ hava av álvara brúk fyri trimum stigum, um teir skulu lyfta seg upp úr botninum. Hinvegin er talan um trupla uppgávu hjá teimum í dag, tá ið B36 kemur norð til Klaksvíkar á vitjan. savnsmynd Nú skal vend koma í Vágbingar vitja í Runavík Sunnudagin fáa runavíkingar vitjan av VB í Runavík. UPPTAKT Terji Nielsen terji@sosialurin.fo Hjá NSÍ ræður um at fáa fulla úrtøku burtur úr dystinum sunnudagin, tí seinastu trý umførini hevur NSÍ ikki vunnið. Helgi er leikbannaður Ein av grundstuðlunum hjá NSÍ, Helgi L. Peter- sen, verður tó ikki við hjá NSÍ, tí at hann er leikbannaður eftir fimm gul kort. Hinvegin kunnu tey í Runavík fegnast um, at bæði Kári og Dánial Hansen eru við aftur, eftir at teir hava verið úti við skaða. Harafturat eru bæði Sjúrður Jacobsen og Gert Langgaard fram- vegis skaddir, og ikki er greitt, nær teir verða tøkir aftur. Helgi L. Petersen sigur, at tað er ógvuliga umráðandi hjá runavík- ingum at vinna dystin móti VB, tí teir hava brúk fyri einum sigri, um teir ikki skulu detta niðurímillum. Í Vági stendur sjáld- sama væl til við fólki. Ikki tí, tá ið VB farna vikuskifti leikti javnt móti HB vesturi á Eið- inum, vóru allir føstu leikararnir við, men tá var bonkurin ógvuliga tunnur. Hesaferð sær betur út við fólki, tí allir mans eru tøkir, frætta vit úr Vági. Dystaryvirlit: 9/7 Formuladeildin: 15.00 KÍ-B36 18.00 EB/Streymur-GÍ 10/7 Formuladeildin 15.00 NSÍ-VB 15.00 Skála-TB 15.00 HB-ÍF