Sosialurinarkiv
Sosialurin 2005-07-09, síða 22
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 9. juli 2005síða 22

‹ fyrra síða allar 76 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Skerdir fuglfirðingar 22 Nr. 129 - 9. juli 2005 ÍF-venjarin Petur Simonsen hevur iva- leyst nógv høvuð- brýggj av verjuni hjá sær undan dystinum móti HB sunnudagin. Hvørki Bartal Eliasen, Poul Ennigarð ella Símun Eliasen eru tøkir til trupla úti- dystin, og tí verður neyðugt við eini spild- urnýggjari miðverju. UPPTAKT Terji Nielsen terji@sosialurin.fo Seinast ÍF vitjaði HB í Gundadali taptu teir stórt 6- 0 í landskappingini. Hinveg- in hava fuglfirðingar fyrr í ár bast føroyameistarunum í Havn, tá ið teir vunnu 1-0 í steypakappingini. Nýggj miðverja Sum áðurnevnt eru fugl- firðingar nógv skerdir í verjupartinum. Poul Enni- garð fekk reytt kort móti KÍ, og hann hevur fingið leikbann í tríggjar dystir. Hann var leikbannaður mikukvøldið, tá ið ÍF vann 2-1 á B68 í kappingini um Løgmanssteypið, og hann er framvegis leikbannaður. Bartal Eliasen telist millum okkara allarfremstu flog- bóltsleikarar, og hann er farin við flogbóltslandslið- num til oyggjaleikirnar, har teir skulu royna at vinna føroyingum heiðursmerki. Nummar trý í røðini av nattúrligum miðverjum hjá ÍF er Símun Eliasen, og hann verður heldur ikki við. Í dystinum móti KÍ seinasta vikuskifti fekk Símun sítt fimta gula kort, og hann er harvið leikbann- aður. Harumframt skal Símun giftast í dag, og sum skilst fara hann og konan síðani á brúdleypsferð. Ein annar ÍF-leikari, ið kann spæla í miðverjuni, er Rúni Elttør, men klaksvík- ingurin hevur verið skaddur í seinastuni og hevur ikki vant. Tað er tí ógvuliga ivasamt, um hann verður tøkur til dystin í Havn sunnudagin. John Thom- sen, sum eisini hevur roynt seg í miðverjuni, er fram- vegis skaddur. Alt fólkið tøkt hjá HB Hjá HB sær tað hinvegin betur út við fólki. Jákup á Borg var leikbannaður í Vági, men hann er nú tøkur aftur. Vagnur Mohr Mortensen hevur verið skaddur í eina tíð, men hann venur nú aftur við fullari ferð, og tí er sannlíkt, at hann verður við í hópinum sunnudagin. Einasti spælari, sum ikki sær út til at verða klárur til dystin móti fuglfirðingum, er Bárður Mortansson. Hann fekk ein snudd í heimadystinum móti Skála og hevur ikki verið førur fyri at venja síðani. Í dag hittast EB/Streymur og GÍ á Mølini á Eiði, og talan plagar at verða um tættar dystir millum hesi bæði lið. UPPTAKT Terji Nielsen terji@sosialurin.fo Hesi bæði liðini brustu eisini saman í fyrsta dystin- um í ár, og tá vann EB/Streymur 2-1 í Serpigerði. Lyklaleikarar mangla Hjá EB/Streymi er greitt, at teir noyðast at verða ein ella fleiri lyklaleikarar fyriuttan. Bóltsnillingurin Hans Pauli Samuelsen er leikbannaður, eftir at hann fekk sítt fimta gula kort í 1- 0 sigrinum á B36 í Havn farna vikuskifti. Rumenski framherjin, Sorin Anghel, var ikki við í dystinum móti B36, tí hann var skaddur, og hann verður neyvan við í dag, tí hann hevur als ikki vant í vikuni. Somuleiðis tykist tað ógvu- liga ivasamt, um miðvalla- rstríðsmaðurin Marni Djur- huus verður við, tí hann er somuleiðis skaddur, frætta vit úr EB/Streyma-leguni. Hjá GÍ er greitt, at Poul Arni Jacobsen ikki verður við, tí hann var rikin av vølli, tá ið GÍ mikukvøldið vann stórsigur 5-1 á B71 á Sandi í fyrru hálvfinaluni í kappingini um Løgmans- steypið. Hans Pauli Petersen verður heldur ikki við hjá GÍ, tí at hann er skaddur. Leikandi venjarin hjá gøtu- monnum, Krzystof Pop- czynski, sigur, at gøtumenn hava nógv at spæla fyri, men samstundis viðgongur hann, at teir mangan hava tað trupult móti júst EB/Streymi. Tvøra- menn vilja hava uppreisn Sunnudagin vitjar TB á Skála, og tað gjørdu teir eisini í fyrsta leikumfar- inum í ár, tá ið Skála vann ein knúsandi 5-1 sigur. Nú vilja tvøra- menn hava uppreisn. UPPTAKT Terji Nielsen terji@sosialurin.fo Dysturin millum tey bæði liðini sunnudagin er samstundis steypa- dystur, tí Fjarðastevna er á Skála. Liðini eru væl mannað Hjá báðum liðunum stendur væl til við fólki. Oddaliðið Skála hevur at kalla alt fólkið tøkt. Miðvallarin Nenad Stankovic er tó leik- bannaður, tí hann hevur fingið fimm gul kort, og hann verður tískil ikki við sunnudagin. Alexandur Johansen er á brúdleypsferð, men hann hevur heldur ikki verið við í ár, tí hann hevur verið skaddur alt árið, og tað sær út til, at hann skal leggjast undir skurð, áðrenn hann aftur verður á vøllinum. Liðskiparin hjá Skála, Pauli G. Hansen, sigur, at hóast teir vunnu 5-1 á TB fyrr í ár, so er hann greiður yvir, at talan verður um ein heilt ann- an dyst sunnudagin, tí TB hevur bitið sera væl frá sær í ár, sigur hann. Hjá tvøramonnum sær eisini gott út við fólki, tí allir eru tøkir uttan Daniel Nyarko, sum framvegis er skaddur. Royndi miðverjin hjá TB, Óli Johannesen, sigur, at tvøramenn eru ógvuliga uppsettir til dystin móti Skála, tí teir ætla sær at fáa uppreisn fyri lemjandi ósigurin í fyrsta umfarinum í ár. - Í tí dystinum spældu vit helst vánaligasta dystin í ár, og vit skulu gera eitt nógv betur avrik sunnudagin, um vit skulu fáa nakað burt- ur úr dystinum, sigur Óli Johannesen. Kári Nielsen og HB eru stórfavorittar at vinna heimadystin móti einum nógv skerdum ÍF-liði í Formuladeildini sunnudagin. savnsmynd Bóltsnillingurin Hans Pauli Samuelsen hjá EB/Streymi verður ikki við móti GÍ í dag, tí hann er leikbannaður, og tað er ein smeitur fyri sundalagsmenn. savnsmynd Spennandi á Mølini