Sosialurinarkiv
Sosialurin 2005-07-09, síða 23
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 9. juli 2005síða 23

‹ fyrra síða allar 76 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 129 - 9. juli 2005 23 Red Bull og David Coulthard hava longt sáttmálan Tá David Coulthard skrivaði sáttmála við Red Bull Racing í fjør, var hetta ein eitt ára sáttmáli. Ætlanin var, at David Coulthard skuldi verða tann royndi koyr- arin, sum legði lag á hjá ungu koyrarunum Christian Klien og Vit- antonio Liuzzi, sum í 2006 skuldu koyra báðar Red Bull bilarnar. Men árið hjá David Coulthard hevur verið so framúr, at liðið hevur avgjørt at leingja sátt- málan. Bæði lið og koyrari siga seg vera sera glað fyri nýggja sáttmálan David Coulthard hevur í ár fingið 17 stig fyri Red Bull Racing, og liggur á einum samlað- um 10. plássi í kapping- ini um heimsmeistara- heitið. nud Ein nakin tíðinda- maður Formel 1 skrivarin hjá bretska blaðnum Daily Express skotin Bob Mc- Kenzie lovaði í fjør, at um McLaren-Mercedes vunnu eina koyring tað kappingarárið, so skuldi hann renna eina umferð á Silverstone nakin. Kimi Räikkönen vann stutt eftir á Spa breytini í Belgia, og tí skal skotin í ár ein rennitúr. nud Vágadreingir gera um seg í Spania Dreingjaliðið hjá FS Vágum 2004 er í løtuni við í kapping í Spania, har liðið stendur seg avbera væl. Kappingin eitur Palencia Cup og er beint uttan fyri Madrid. Vágadreingirnir hava spælt tríggjar dystir í innleiðandi bólkaspælinum. Teir vunnu fyrst 5-0 á Tarm úr Danmark. Síðani var mótstøðuliðið Fuglbjerg úr Danmark, og tá vann FS Vágar 2004 ikki minni enn 10-0. Síðsti dysturin var móti spanska liðnum Huercal Overa, og tann dysturin endaði við málleysum javnleiki 0-0. Teir eru tí komnir í hálvfinaluna, har teir skulu spæla móti spanska Huelva. Dreingjaliðið úr Vágum fekk eisini steyp fyri at verða besta liðið fyrstu fýra dagarnar av kappingini. Umferðir: 60 Breytarlongd: 5,141 km Skjótast umferð: Michael Scumacher (Ferrari),1 m 18,739 s Longdin á koyringini: 308.355 Núverandi koyrarar sum hava vunnið á Silverstone: Jaques Villeneuve 1996, 1997 (Williams-Renault) - Michael Schumacher 1998, 2002, 2004(Ferrari) - David Coulthard 1999, 2000 (McLaren-Mercedes) - Rubens Barrichello 2003 (Ferrari) Kelda www.forix.com UM BRETSKU KOYRINGINA Á SILVERSTONE v t d v - j - t mál mál +/- stig 1 Skála 15 8 - 5 - 2 32 17 15 29 2 B36 15 8 - 5 - 2 20 7 13 29 3 HB 15 9 - 2 - 4 37 18 19 29 4 NSÍ 15 5 - 6 - 4 22 20 2 21 5 EB/Streymur 15 5 - 6 - 4 16 22 -6 21 6 ÍF 15 4 - 4 - 7 19 31 -12 16 7 VB 15 4 - 3 - 8 17 26 -9 15 8 KÍ 15 4 - 2 - 9 21 29 -8 14 9 TB 14 3 - 5 - 6 13 21 -8 14 10GÍ 14 4 - 2 - 8 18 24 -6 14 Formel 1 koyringin á Silverstonebreytini í Eng- landi, verður uttan iva merkt av yvirgangsálopin- um á London. Men fyri- reikararnir vilja ikki lata seg kúga av yvirgangsfólki, koyringin verður hildin. Tá USA vórðu álopnar 11. september 2001, var hetta beint frammanundan formel 1 koyringini í USA, og eisini tá varð koyringin hildin. Á tíðindafundi hósdagin søgdu fyrireikararnir at trygdin rundan um koyr- ingina verður enn strangari, sjálvt trúgv og roynd starvsfólk hjá formel 1 lið- unum verða kannaði, áðrenn tey sleppa inn. Hetta hevði sambært pole- position.dk við sær, at tá ferraritaktikarin Ross Brawn skuldi til arbeiðis hósdagin, mátti hann pent lata, vaktarmenn kanna sínar taskur. Á tíðindafundinum hós- dagin var bretski koyrarin Jenson Button. Hann sendi sína samkenslu til øll tey, sum á onkran hátt vóru rakt av hesi ólukku. Hann segði, at hetta var ein ræðuligur máti at byrja eitt koyringar vikuskifti. Men hann vildi ikki lata yvirgangin vinna, so hann ætlaði sær at geva øllum eitt spennandi for- mel 1 vikuskifti. nud Áðrenn Silverstone Formel 1 í Englandi Tað verður ivaleyst ein Renault ella ein McLaren- Mercedes koyrari, sum fer við sigrinum sunnudagin, væntandi eitur vinnarin antin Fernando Alonso ella Kimi Räikkönen. Bert ein vika er farin síðan Magny Cours, og á fronsku breytini vóru Ren- ault og McLaren-Merced- es bestu liðini, neyvan munnu broytingarnar vera nógvar, sum liðini hava gjørt hesar dagarnar. BMW-Williams bilarnir hava nýggjar motorar og ein nýggja aerodynamisk- an pakka. Men BMW- Williams var so øðiliga aftarliga seinast, at tað nokk er ivasamt, um liðið kann gera seg galdandi. Ferrari fingu triðja pláss í Fraklandi, Ferrari gevur 18 umferðum aftan fyri Trulli skuldina fyri, at Schumachersa koyring ikki gekk betur enn trið- best. Teir ætla tí at vísa, hvør dugur er í reyðu rasarabilunum. Eisini Toyota hava góðar vónir, við fyrstu byrjunar- støðu í USA og næstu byrjunarstøðu í Fraklandi er Toyota bilurin sera skjótur, men ferðin var ikki líka høg í sjálvari koyringini. Um liðið hevur loyst hendan trupulleika, kunnu teirra koyrarar væl blanda seg í tann stuttliga endan. Jenson Button fekk fyrstu stigini fyri BAR- Honda í Fraklandi seinasta vikuskiftið. Hanasara fjórða pláss hevur givið unga bretanum smakkin av stigum, og á heima- breytini kann hann kanska gera ein vørr. Ein kanning sum motor- ítróttarfelagskapurin FIA hevur gjørt, vísir at Silver- stone er tann triðjbest dámda breytini í formel 1. Tað eru vanligir formel 1 fjepparar, sum hava lut- tikið i kanningini. So hyggi við sunnudagin, og fái innlit í, hví júst henda breyt er so væl umtókt. nud Hvør vinnur á Silverstone