Sosialurinarkiv
Sosialurin 2005-07-09, síða 25
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 9. juli 2005síða 25

‹ fyrra síða allar 76 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 129 - 9. juli 2005 25 Hús snorri@sosialurin.fo Heim & Handverkarar hava ringt orð á sær. Teir eru víðagitnir fyri at sjuska í arbeiðinum, fyri ikki at halda avtalur, fyri at róta og dálka og fyri at senda størri rokningar, enn avtalað varð framm- anundan. Nú hava danska Forbruger- rådet og Hånd- værkerrådet gjørt ein formular, soleiðis at ein kann sleppa undan hesum trupul- leikum HANDVERK Her er ikki talan um mytur, tí skal ein ganga eftir donskum hagtølum, so enda millum 10 og 15 % av øllum byggimálum við kæru. Hvørt einasta ár eru tískil hundraðtals mál í rættinum, har brúkarin fær viðhald í helvtini av teimum. Hjá danska Forbruger- rådet kenna tey alt ov væl til søgur um múrarar, sum hava gjørt brúsur við skeiv- um halli, um timburmenn sum hava oyðilagt ting, meðan teir vóru í ferð við at umvæla okkurt, um málarar sum mála húsini við mál- ing, sum stutt eftir skallar av aftur, og um smiðir sum ikki hildu avtalurnar um tíð og prís. Men Forbrugerrådet og Håndværksrådet halda kortini, at um rætt verður atborið, so kann ein sleppa undan hesum ringu upp- livingunum: Neyðugt er at gera grei- ðar avtalur frammanundan og ikki minst at avstemma vónirnar, áðrenn handverk- ararnir fara til verka við t.d. at seta upp ein køk ella baðirúm, umvæla loft, byggja uppí, leggja nýtt gólv á ella mála veggir. Avgerandi hjálp Í felag hava bæði ráðini nú gjørt ein avtaluformular, sum tey heita á fólk um at útfylla og undirskriva áðr- enn ein sleppur handverk- arum framat arbeiðinum. Endamálið við formular- inum er at tryggja eitt greitt avtalugrundarlag millum báðar partarnar. - Tá ein nýtir pening til eina byggiuppgávu er talan sum oftast um eina stóra íløgu fyri tann vanliga brúkaran, og tí skal henda íløgan helst vara í fleiri ár framyvir. - Tí er avgerandi, at brúkarin frammanundan setir krøv til handverkaran, so at tey fáa eina góða uppliving, og fáa tað, sum tey meina at tey hava bílagt. Her kann formularin verða til avgerandi hjálp, sigur Anders Hjorth Jensen, sum er politiskur starvsmaður í Forbrugerrådet. Í Håndværkerrådet eru tey eisini áhugað í at limir tess gera nýtslu av hesum formularinum. Verður ein greið avtala gjørd, so minkar tað um møguleikan fyri misskiljingum millum brúkarin og handverkarin. Soleiðis fáa handverkarar gott orð á seg Raðhús á Oyrarbakka og Eiði Bæði á Oyrarbakka og Eiði eru ætlanir frammi um bygging av raðhús- um. Á Oyrarbakka er ein ætlan løgd í trimum stigum við íalt 21 hús- um, har ein í 1. og 2. byggistigi byggir átta raðhús, og 3. byggistig har fimm raðhús skulu byggjast. Raðhúsini eru 95 fer- metrar í stovuhæddini og 70 fermetrar í lofts- hæddini. Grundøkið er 250 fermetrar til víddar. Um nóg stórur áhugi er fyri tí, verður farið undir bygging av trim- um raðhúsum á Eiði og seks raðhúsum í Svín- áum. Húsini her eru 95 fer- metrar í stovuhæddini og 70 fermetrar á lofts- hæddini, umframt bil- hús á 31 fermetrar. Grundøkið er 350 fer- metrar. Húsini verða latin lyklaklár, tó uttan máling og tapetsering. Byggivinnan í summarfrí Byggivinnan hevur nú í fleiri ár hildið summar- frí í vikunum 30, 31 og 32. Og soleiðis verður eisini í ár. Summarfrítíðin í byggivinnuni byrjar mánadagin 25. juli og heldur fram til og við leygardagin 13. august 2005. Við eini greiðari avtalu millum handverkaran og brúkaran kann sleppast undan nógvum keðiligum viðurskiftum teirra millum. Tað hava danska Forbrugerrådet og Håndværkerrådet sannað og hava tikið eitt ítøkiligt stig til at bøta um hetta Tilvildarlig mynd: Jens Kr. Vang 10 góð ráð Neyðugt er at hava greiðar avtalur, áðrenn handverkarin fer til arbeiðis: 1. Far í smálutir við tí arbeiðinum, sum skal gerast 2. Ger avtalu um, hvat tilfar ið nýtast skal 3. Útgangsstøðið í allari bygging eigur at vera, at handverkarin ger eitt dygdargott arbeiði. Eru serlig krøv til dygdina ella serligar avtalur um loysnir, skriva tær so niður. 4. Ger eina greiða avtalu um prís – íroknað mvg 5. Ger eina ítøkiliga tíðarætlan – m.a. við dagfesting av, nær arbeiðið skal byrja og enda 6. Umhugsa at velja handverkarar, sum er limir í eini garanti-skipan. So hevur tú fleiri rættindi – um fyritøkan fer á heysin ella kemur at skylda tær pening eftir eitt rættarmál. 7. Tryggja tær navn og telefonnummar hjá handverksmeistaranum, so tú kanst seta teg í samband við ein ábyrgdarpersón, um ósemjur stinga seg upp undir byggingini 8. Skriva niður og undirskriva alt tað, sum avtalað er 9. Avtala arbeiðsviðurskifti – t.d. hvussu nógv handverkarin skal rudda upp eftir sær, hvar teir fara á wc, hvar teir eta o.s.fr. 10. Brúka aldrin "svart arbeiði". So hevur tú ongastaðni at fara við kæruni, um ósemja stingur seg upp. Vanligar klagur Sambært Forbrugerrået kann ein býta klagurnar upp í fýra: 1. Eitt mistak er hent – t.d. at taksteinar liggja skeivt, ella at puss skallar av múrinum. 2. Tað er ljótt – stórur litmunur í múrsteini ella ein køkur, sum funktionelt er í lagi, men sum er illa gjørdur 3. Misskiljingar – rokningar, sum gjørdust størri enn brúkarin væntaði ella aðrar ónøktandi avtalur 4. Psykologi – vánalig kemi, vantandi frásagnir um avboð og ógreiðar avtalur um t.d. órudd og um, hvar handverkarin skal eta.