leygardagur 9. juli 2005síða 26
‹ fyrra síða allar 76 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
26
Nr. 129 - 9. juli 2005
Fríggjakvøldið 8. og leyg-
arkvøldið 9. juli verða
rokkkonsertir í Margarin-
fabrikkini í Havn. Tað er
tónleikarafelagið ART og
útgávufelagið Spren Rex,
sum skipa fyri konsertun-
um. Luttakandi bólkar eru
millum nýggjastu og mest
spennandi rokkbólkar í
landinum.
Fleiri av bólkunum skulu
luttaka á G! Festivalinum
og á Ólavsøkukonsertini.
Hesar konsertin eru við í
fyrireikingunum hjá hesum
bólkum. Luttakandi bólkar
eru:
The Dreams
Ungu
punkararnir
eru
kanska við at gerast heims-
kendir, Men fyrstu stig
teirra vóru sjálvandi í rokk-
midepli Føroya í Magnus
Heinasonargøtu í Havn.Við
sínum glaða upptempo
punki ætla teir at lyfti takið
av Margarinfabrikkini.
Paradox
Enn yngri punkararnir í
Paradox verða eisini við,
bólkurin gjørdist herfyri
kongelig hofleverandør, tá
teir spældu fyri Fríðriki og
Mary. Teir borga altíð fyri
eini góðari framførslu, og
teir skuffa heldur ikki hetta
vikuskiftið.
Synarchy
Melodiskur og gotiskur
tungmálmur sum vann pop
top konsertina, verður at
hoyra. Teir skapa sínar heilt
egnu myrku, døpru og sam-
stundis villu ljóðmyndir.
The Headliners
Hetta er ein av teimum fáu
føroysku bólkunum, sum
brúkar ein DJ í rokktón-
leiki, hetta gevur bólkinum
eitt spennandi ljóð, sum
rokkar fullkomiliga.
The story ends
Hesin bólkur er so egin, at
hann skal og má upplivast.
Fake it
Føroyskir
gentubólkar
hanga ikki á trøunum, men
Fake it er ein av slagnum,
ein spildurnýggjur gentu-
bólkur, sum traðkar á pallin
fyri fyrstu ferð hetta viku-
skiftið í Margarinfabrikk-
ini.
Three Colours
Føroyskir reggaebólkar eru
líka
forkunnugir
sum
gentubólkar. Men Three
Colours spælir Reggae,
sum fær dansigólvið at
brenna.
Margarinfabrikkin gerst í
størri og størri mun staðið
har originalur Føroyskur
framtíðartónleikur verður
framførdur.
Rokkkonsert
á Margarin-
fabrikkini
www.sosialurin.fo
www.sosialurin.fo