leygardagur 9. juli 2005síða 27
‹ fyrra síða allar 76 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 129 - 9. juli 2005
27
Spælimenninir
á G!
Spælimenninir hjá Krist-
iani Blak, eru ein tann før-
oyski bólkurin, sum hevur
spælt oftast í útlandinum
og, sum hevur selt flest
fløgur
uttanlanda.
Nú
verður bólkurin at hoyra á
G!.
Nøvnini á G! eru nógv
og góð, eitt av teimum er
Spælimenninir, og hetta
navnið borgar fyri eini
framúr uppliving hvørja
ferð. Festligi og trøllakendi
spælimanstónleikurin kann
fáa næstan ein og hvønn í
gott lag. Tú kanst trampa,
dansa ella hoppa, men illa
standa stillur/still, tá hend-
an orkumaskina setur futt í.
Sveimandi,
droymandi
kristin rokkur
á G!
Direct Level fer at spæla
sín sveimandi og atmo-
sferiska rokktónleik á ár-
sins G! Festivali. Bólkurin
gjørdist nummar tvey í
Gospel Prixnum í fjør og
gjørdi eisini jaliga vart við
seg í Prix Føroyum í ár.
Talan er um ein gittar-
rokkbólk. Gittararnir eru
dominerandi í ljóðmyndini,
og skapa eina droymandi
kenslu. Eina løtu eru
dreymarnir stillir og so
spakuliga gerast teir villir.
Bassur og trummir eru
trygga
grundin,
sum
gittararnir hava støðið á.
Direct Level er vælsignað-
ur við einum framúr sang-
ara, og røddin hóskar sera
væl til stílin. Melodiðirnir
hjá bólkinum eru vakrir, og
røddin ber løgini.
nud
TÍÐINDASKRIV
Leygardagin 25. juni lótu
Tita
Vinther,
Astrid
Andreasen og Guðrið Poul-
sen framsýningina, um tey
í Danmark rópa "Entré",
upp í góðveðrinum á
Bryggjuni í. Framsyningin
er tann sama sum var partur
av Listastevnuni 2002 í
Grasagarði. Fitt av fólki var
komið saman á Brygguni,
tá ið fyrst nýsetti leiðarin á
stovninum Helga Hjørvar
bjóðaði vælkomin og før-
oyski umboðsmaðurin í
Keypmannahavn, Tryggvi
Johansen, síðani alment læt
framsýningina upp.
Tita luttekur á framsýn-
ingini við vovnum teppum
úr
kopartráði,
syllum,
mannahári og rossahári og
hetta ymsa tilfar hóskar
sera væl til byggilistina í tí
framúr vakra, gamla pakk-
húsinum.
Astrid framsýnir m.a.
sínar væl umtóktu hegrar
úr kopartráði, veggteppi úr
ull, litografi og silkitrykk
og úti í tún standa fugla-
húsini og láta. Í Grasagarði
vóru tey sett á Tannlækna-
stovuna, nú eru tey sett á
súlu og prýða gráu húsa-
fasaduna.
Har standa eisini beton-
oyggjarnar hjá Guðrið. Tað
gamla Føroyakortið frá
1537, Carta Marina sum
Olaus Magnus, biskoppur,
teknaði.
Framsýningin er opin til
tann 24. juli.
"Dyr" framsýna
á Bryggjuni