leygardagur 9. juli 2005síða 28
‹ fyrra síða allar 76 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 129 • Vikuskiftið 9.–10. juli 2005
• 79. árgangur • www.sosialurin.fo
Nú fer at halla
Síða 40
SAMRØÐA
Solby A. Eliasen
solby@sosialurin.fo
Brandur Enni er nú liðugur við
níggjunda flokk og er farin úr
skúlanum. Hann ætlar fyrst og
fremst at satsa upp á tónleikin,
áðrenn hann fer í holt við víðari-
útbúgvingar.
- Nú stendur verðin víðopin.
Eg fekk eitt gott prógv, sum væl
tolir at bíða eitt ella tvey ár,
áðrenn eg søki inn á eina
miðnámssútbúgving, so nú ætli
eg fyrst og fremst at gera nakað
við tónleikin, sigur fryntiligi
sangarin av Tvøroyri.
Í januar var hann eina viku í
Svøríki, har hann vitjaði eitt
publishing felag og fekk møgu-
leika til at skriva nýggj løg sam-
an við fólkum, hann als ikki
kendi.
- Eg treivst sera væl í hasum
umhvørvinum, og aftan á Summ-
arfestivalin fari eg yvir aftur til
Svøríkis í ein mánað, greiðir
ungi suðuroyingurin frá.
Brandur sigur, at mátin, hann
arbeiddi upp á í Svøríki var heilt
nýggjur og tískil ein avbjóðing
fyri hann. Vikuna, hann var í
Svøríki, var hann í fýra ymiskum
upptøkuhølum, har hann skrivaði
løg saman við fólki, sum hann
ikki kendi frammanundan. Ein
sokallað co-writing skipan. Hetta
heldur hann vera ein spennandi
og áhugaverdur máti at arbeiða
uppá.
- Avbjóðingin var, at tú eftir
einum degi skuldi havt skrivað
eitt lag og spælt eina demo inn,
so hetta er ein fullkomuliga
nýggj verð fyri meg, heldur
Brandur fyri.
Nýggja fløgu
Samstarvið við svenska felagið
kom í lag eftir tónleikaráðstevn-
una í Føroyum í fjør. Tá vóru
ymisk umboð fyri tónleikaheim-
in í Norðurlondum og vitjaðu í
Føroyum. Tey hildu fyrilestrar
um millum annað, hvussu ein
tónleikari skal gera fyri at klára
seg innan tónleikavinnuna.
Brandur fekk eitt prát við
svenska umboðið, Ben Malen,
aftaná at hesin hevði hildið
fyrilestur.
- Eg gav honum fløguna hjá
mær, Waiting in the Moonlight,
greiðir Brandur frá.
Nakað seinni fekk hann teldu-
post frá Ben Malen, sum var
bilsin av tí, sum hann hevði
hoyrt av fløguni hjá Brandi.
- Hóast tilfarið var trý ára
gamalt, so vildi hann kortini
hitta meg aftur og hoyra, hvussu
eg syngi nú í mun til trý ár
frammanundan, sigur Brandur.
Tilfarið, sum verður skrivað í
Svøríki er ætlað til eina nýggja
fløgu, men tað er ikki Air
Chrysalis, sum gevur fløgur út.
Brandur greiðir frá, at Air
Chrysalis bert er eitt publishing
felag, og slík geva ikki fløgur út.
- Men um tað kemur so langt,
at eg havi tilfar til eina fløgu,
sum Air Chrysalis kann standa
inni fyri, so kunnu tey hjálpa
mær at finna eitt plátufelag, sum
vil geva mínu fløgu út, sigur
Brandur, sum tó ikki veit nakað
at siga, um nær ein møgulig
nýggj fløga fer at koma á
marknaðin.
Summarfestivalurin
Brandur Enni verður aftur í ár at
síggja og hoyra á Summarfesti-
valinum í Klaksvík fyrsta viku-
skiftið í august. Hann gleðir seg
at sleppa aftur at spæla, men vil
tó ikki avdúka nakað serligt av tí,
sum hann hevur ætlanir at
framføra.
- Tað verður blandað. Eitt
sindur av hvørjum, men eg fari
at royna at gera framførsluna eitt
sindur øðrvísi, enn hon var í fjør,
sigur Brandur Enni.
Ein nýggj verð
16 ára gamli Brandur Enni er byrjaður upp á eitt nýtt samstarv við
eitt publishing-felag í Svøríki, sum kallast Air Chrysalis. Har verður
dentur lagdur á tað skapandi, og Brandur letur sera væl at
arbeiðinum. Endamálið er, at hann skal kunna skriva so mikið av
tilfari, at ein nýggj fløga skal koma burturúr