Sosialurinarkiv
Sosialurin 2005-07-09, síða 29
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 9. juli 2005síða 29

‹ fyrra síða allar 76 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 129 - 9. juli 2005 29 Da Vinci mysteriet í rættin Tað er ein góð søga, høvundurin Dan Brown borðreiðir við í Da Vinci mysteriet. So góð, at meir enn 30 milliónir lesararar hava gjørt hana til heimsins mest lisnu bók í heiminum í løtuni. Ein uppaftur betri søga er tað kanska, at høvundurin hevur stolið hugskotið frá 23 ára gamla metseljaranum Holy Blood, Holy Grail. Tað pástendur í øllum førum ein av høvundunum at bókini, Michael Baigent. Hann hevur tískil stevnt Dan Brown, og eftir ætlan skulu teir báðir hittast í rættinum í februar. Tað tók høvundunum at Holy Blood, Holy Grail næstan sjey ár at skriva bókina, og teir eru ikki sinnaðir at lata Dan Brown taka æruna fyri hugskotið og bygn- aðin. Sum flestum kunnugt, snýr Da Vinci mysteriet seg um, at Jesus skuldi havt fingið eitt barn við Mariu Magdalenu, og at teirra eftirkomarar gjørdust partur av eini gamlari franskari kongaætt. Frægir limir í ættini sum Leonardo Da Vinci og Victor Hugo verða sagdir at hava gjørt alt fyri at fjala út yvir henda veruleika fyri ikki at máa alt støðið undan okkara sið- bundnu kristnu trúgv. Páhaldið um at hendan søgan also er stolin frá Holy Blood, Holy Grail hevur gjørt hesa bók- ina til ein uppaftur størri met- seljara, men tað hevur ikki blíðkað Michael Baigent. Hóast málið ikki kemur fyri rættin fyrr enn næsta ár, hava bókhandlar eftir øllum at døma longu felt sín dóm. Holy Blood, Holy Grail verður nevniliga nú seld sum "Bókin, Da Vinci Mysteriet er bygd á." Villir fótbólts- jassar Sjey vinmenn, sum halda fótbólt vera livsneyðugan, bíða ótolnir eftir várinum, tí tá byrjar fót- bóltsárið. Endiliga bráðnar kavin, men tá hava Stóri Mikkjal og hansara Sigursharrar tikið teirra lítla fótbóltsvøll. Hetta vilja teir sjey villu jassarnir ikki hava sitandi á sær: Uttan at blunka bjóða teir av til dyst um rættin til vøllin. At Stóri Mikkjal og teir eru bæði sterkari og eldri enn fótbóltsjassarnir, ger ikki mun. Tað skal Leon super- driblarin nok orðna, so hann fær Willa, ein fyrrverandi professio- nellan venjara, at venja teir ... Teir villu fótbóltsjassarnir er tað vit vanliga kalla ein verulig ella autentisk søga. Høvundurin at bókini Joachim Masannek er pápi at høvuðspersónunum Leon og Marlon. Hann var eisini venjari hjá fótbóltsjassunum og fekk hugskotið at skriva um teir, av tí at teir upplivdu so nógv stuttligt. Vinmaður hansara Jan Birck gjørdi teimum eitt eyð- kennismerki, sum síðani er vorðið kent um allan heim. 13 bøkur eru skrivaðar um Teir villu fótbóltsjassarnar, og Jan Birck hevur eisini gjørt tær stuttligu tekningarnar inni í bókini. Í løtuni er filmurin, sum er gjørdur yvir aðru bókina í røðini, í uppskoti at vera besti barna- og ungdómsfilmur 2005. Joachim Masannek,Die Wilden Fussballkerle,2003 Týtt Símun av Skarði,Teir villu fótbóltsjassarnir, Bókadeild Føroya Lærarafelags,2005 Í bókahandlinum Leikalund í Klaksvík ganga mentan og kafélív hond í hond. Her kanst tú seta teg í frið og náðum at blaða í bókunum við einum góðum kaffimunni, køku- bita og eini listafram- sýning afturvið Tað eru tey trý Edward Fuglø, Nikolina Olsen og Óluvá Klett- skarð, sum reka Leikalund, ið eisini eru komin við hugskot- inum um at lata upp Føroya fyrstu bókakafé í hesum hugna- liga gamla handlinum úti í Klaksvík. Hugskotið hava tey gingið við leingi, og íblásturin er kanska serliga komin úr Íslandi, har stóri bókahandilin Mál og Menning er vorðin heimskendur fyri sína frálíku bókakafé beint á gongugøtuni í Reykjavík. Gev tær góðar stundir Leikalund er heldur ikki, sum bókhandlar flest í Føroyum. Her helt einahandilin til í síni tíð, og hølini eru í stóran mun varveitt í gamla stílinum frá 1800 talinum. Á veggunum hanga skiftandi listaframsýningar lið um lið við ein heilan heim av forvitnisligum bókum, fløgum og filmum. Her valdar eitt heilt serligt huglag, sum ger, at tú ikki hevur hug at fara út aftur alt fyri eitt, tá ørind- ini eru liðug. Og kanska var tað tí, fyrsti tankin um bókakaféina gjørdi vart við seg. - Vit varnaðust rættiliga skjótt, at fólk høvdu hug at verða ver- andi her inni longri, enn tá tú bara ert farin inn at keypa. Tey flestu hava eisini givið sær góðar stundir at hyggja eftir málning- unum, men vit høvdu eisini hug at bjóða fólki eina øðrvísi løtu saman við bókunum, siga tey trý. Edward Fuglø leggur afturat, at hann eisini heldur tað vera tíð uppá at avmytifisera hetta at fara inn og keypa eina bók. - Tað skal ikki vera so stívt, har tú skalt standa beint upp og niður og bara líka sleppa at nerta við bøkurnar. Fólk skulu sleppa at seta seg niður við bókunum og einum kaffimunni og slappa av, meðan tey blaða í teimum og geva sær góðar stundir at gera av, hvørja bók tey hava hug at keypa, sigur hann. Øll eru vælkomin at støkka inn á gólvið á nýgju bókakfeéini, og fólk skulu ikki setast aftur, um tey eitt nú hava barnavogn við, tí teimum er tað eisini pláss fyri. Og eisini fyri teimum, sum kanska bara hava hug at seta seg niður og práta eina løtu í hugna- liga bókaumhvørvinum við ein- um góðum kaffimunni og køku- bita afturvið. Bíleggja úr øllum heiminum Er tað ein bók, tú leingi hevur sóknast eftir, men ikki finnur, er bara at spyrja bókakønu kramba- kvinnuna í Leikalund. Handilin samstarvar nevniliga við bóka- sølur kring allan heim, og tey bíleggja fegin bøkur, fløgur og filmar fyri fólk. Hetta er ein tænasta, fólk hava tikið ser-stak- liga væl ímóti, tí handilin fær skaffað so gott sum alt eftir bert fáum døgum. Annars hevur handilin stórt úrval av føroyskum og donskum føgrum bókmentum umframt serliga nógvar nýggjar yrkis- bøkur. Mest eftirspurdu bøkurnar beint nú eru ikki óvæntað Da Vinci Mysteriet og Engle og Dæmoner eftir Dan Brown, og heilt fitt av bíleggingum liggja longu og bíða eftir nýggju Harry Potter bókini, sum kemur 16. juli. Eisini eru nógvu nýggju bindi- og matbøkurnar rættiliga væl umtóktar millum viðskifta- fólk í Leikalund í løtuni. Føroya fyrsta bókakafé: Ein øðrvísi løta saman við bókunum Ritstjórn: Anna V. Ellingsgaard e-postur: anna@sosialurin.fo Ein øðrvísi og serliga hugnaligur bókaheimum goymir seg aftanfyri vindeygað á Føroya fyrstu bókakafé í Leikalund í Klaksvík Tað eru Óluvá Klettskarð, Edward Fuglø og Nikolina Olsen, sum reka Leikalund og eiga hugskotið til bókakaféina í aldargomlu handilshølunum Dan Brown