Sosialurinarkiv
Sosialurin 2005-07-09, síða 30
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 9. juli 2005síða 30

‹ fyrra síða allar 76 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

30 Nr. 129 - 9. juli 2005 LIST OG ÁHUGI Orð og myndir: Dagny Joensen – Tað skuldi henda okkurt - okk- urt annað enn dagligu uppgávur- nar við arbeiði, familju og frítíð. Tí gjørdi eg av - tá møguleikin var til staðar, at fara til Grikka- lands á listaskeið. Tað broytti fullkomiliga mín gerandisdag, sigur Rannvá Mortensen. Við útsýni yvir Nólsoyarfjørð, stendur 55 ára gamla Rannvá Mortensen á verkstaðnum Yviri við Strond og leggur síðstu hond á framsýningina, sum verður í Eden, uttan fyri Reykjavík í næstum. Her búgva Rannvá Mortensen og Jóanes Nielsen, rithøvundur. Tey eiga tilsamans trý børn og eitt ommu- og abbabørn. Arbeiðsamboðini eru penslar, litir og lørift, men fremsta mál hennara er, at tað skal vera ein gleði at skapa - ikki bara at mála eitt motiv, sum kanska hevur søluvirði, men heldur at skapa nakað sannførandi og siga eina søgu, sum verður lýst í myndun- um. Tað krevur nógv, tí kapping- in er stór og marknaðurin lítil. Upprunaliga fekk Rannvá Mortensen útbúgving sum ídnaðarlaborantur í Danmark, men tá hon í 1984 kom heim- aftur og flutti til Tvøroyar, sum er heimbygd hennara, var einki arbeiði at fáa í hesum yrki. Hon fór á sjúkrahúsið á Tvøroyri at arbeiða sum sjúkra- hjálpari, og tá hon seinni flutti til Havnar, helt hon fram at arbeiða í hesum yrki. Listin og kvinnuleiklutir – Fyri eini sjey árum síðani byrj- aði Rannvá at mála. Hon hevur altíð havt áhuga fyri myndlistini. Tá hon í 1996 fekk møguleika at fara til Grikkalands á skeið í tekning, litlæru og tílíkum, tók hon sær stundir at royna nakað nýtt. Seinni fór hon til Dan- markar á listaskúla í hálvt ár, har hon lærdi meira og samstundis kom at kenna onnur fólk, sum høvdu somu áhugamál og hon. – Hvussu bar tað til, at tú byrjaði at mála? – Kanska var avbjóðingin í arbeiðinum ikki var tann sama longur, ella var tað bara fyri at gera nakað, sum var mítt egna, sigur Rannvá Mortensen. – Hjá kvinnum er lívið oftani nógv merkt av teimum ymsu tíðarskeiðunum í lívinum. Vit eru konur, mammur, døtur, ommur o.s.fr., og kunnu í hesum leiklut- um missa okkum sjálvar burtur, og verða kleimdar millum ymsu uppgávurnar í arbeiði og familju- lívi. – Brádliga druknar tú í øllum hesum leiklutum. Hóast tú elskar tíni nærmastu og fegin við sýna teimum alla tína umsorgan, so hevur tú við árunum onkusvegna brúk fyri at slíta hetta mynstrið og gera nakað annað, sigur Rannvá Mortensen. Ikki ringasta skotsmál Hon fatar ikki seg sjálva sum listafólk burtur av. Hetta var bert nakað hon fór undir av brennandi áhuga. – Eg eri bert eitt vanligt menniskja, sum fæst við at mála, og vil heldur kallast ein lukku- ligur amatørur. Tað látínska orðið fyri amatør er "amare" og merkir "at elska" - ein eldsál, sum við lív og sál gongur inn fyri at skapa nakað, sum tú kann standa inni fyri. - Tá onnur nevna meg amatør, hugsi eg: Fínt! - tað er ikki ring- asta skotsmálið at fáa, sigur Rannvá á sínum sermerkta suðuroyamáli og brosar skemt- andi. Rannvá Mortensen, listakvinna: Hon vil helst vera lu – Fólk hava ymsar fyritreytir at meta um, hvat er dygdar- verk og ikki. Tað velst um eygað ið sær, men eg fati meg ikki sum listafólk burtur av. Eg eri bert eitt vanligt menniskja, sum er farin at mála, sigur Rannvá Mortensen, sum um stutta tíð hevur einkar fram- sýning í Íslandi Rannvá Mortensen: - Tá onnur nevna meg amatør, hugsi eg: Fínt! - tað er ikki ringasta skotsmálið at fáa. Tað látínska orðið fyri amatør er "amare" og merkir "at elska" - ein eldsál, sum við lív og sál gongur inn fyri at skapa nakað, sum tú kann standa inni fyri