Sosialurinarkiv
Sosialurin 2005-07-09, síða 31
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 9. juli 2005síða 31

‹ fyrra síða allar 76 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 129 - 9. juli 2005 31 ukkuligur amatørur – Tað mest umráðandi er, hvussu tú setir litir saman og hvat tað merkir, sum tú vil hava fram í myndini, heldur enn at hugsa um søluvirðið. Endamálið er tað týdningarmesta, ikki hvat kann selja, sigur Rannvá Mortensen. Hóast hon bert hevur fá ár á baki sum listakvinna, er luttak- aralistin, har hon hevur verið við á framsýningum langur. Hon hevur verið við í felags framsýningum ymsa staðni í Føroyum, Danmark, Svøríki og í Madrid. Einkar framsýningar hava verið í Smiðjuni, Gallarí Focus, Snarskivuni, á Tvøroyri, Fugla- firði, Keypmannahavn og í Frøstrup, bert fyri at nevna nøkur støð. Um orsøkina til at hon hevur luttikið á framsýningum uttan- lands, sigur Rannvá Mortensen, at tá hon gekk á listaskúlanum í Danmark, var har ein lærari úr Eysturríki. Tá ein framsýning skuldi vera í Madrid, har ein bólkur úr Svøríki og ein úr Finnlandi skuldi luttaka, vísti hesin lærarin svenska bólkinum á verkini hjá Rannvá, sum sýndi síni verk saman við svensku listafólkunum. Síðani komu fleiri innbjóðingarnar at luttaka á framsýningum uttanlands. Eingin avmarking í listini – Hevur tú serligan boðskap í tínum myndum? – Málningalistin er eitt amboð at siga eina søgu í myndum. Eg haldi ikki, at tað eru avmarkingar í tí, sum eitt listaverk skal ella kann lýsa. Tað kann vera eitt politiskt element í myndini, á sama hátt sum tá rithøvundar skriva greinar og bøkur og tón- leikarar skriva tónleik. Tú kanst brúka málningar at úttrykkja teg við, sigur Rannvá. Dømi um politisku støðutakan hennara er ein brotamynd ella kollage, sum hongur á Lærara- skúlanum í Havn, sum Rannvá hevur nevnt: "Tað skulu koma dagar". Henda brotmyndin, sum er 10 metrar long og tveir metrar í hædd, umboðar altjóða arbeið- arastættin, sum eina heimsum- fatandi uppreistrarmegi. Í mynd- um sýnir verkið kvinnurørsluna, fiskagentur og sjómenn, ið sigur søguna um føroysku arbeiðarastættina. Í løtuni er Rannvá Mortensen við á framsýningini í Listasavn- inum, har onnur stór brotamynd fyllir heilan vegg. Hon er sett saman av 11 verkum, til eina áhugaverda lýsing av lívinum hjá kvinnum. – Verkið "Hin langa ferðin" er kvinnusøga bæði likamliga og sálarliga. Tað kann vera søgan hjá einhvørjari kvinnu. Tað kann vera um dóttur mína, mammu og mín søga, um tú vilt, sigur Ran- nvá Mortensen. Tríggjar av myndunum í saml- aða verkinum sýna kvinnuskap samangrógvið í einum træbuli. Litirnir tykjast frumkendir í grønum litbrigdum, sum eru tær myndir av lívsins træi. Hvat vilt tú siga við hesum? – Tú kanst siga, at tær eru eitt ekko av mínum lívi, ein lýsing av kvinnulívinum. Tú verður læst føst og torir ikki at slíta teg leysan, og verður soleiðis kanska fangi í tínum egna lívi, sigur Rannvá Mortensen og viðgongur, at gamli feministurin vaknar í henni, tá hon hugsar um júst hetta verkið og takkkar fyri, at hon í síni tíð lærdi um kvinnu- rættindi frá hesum sjónarhorni, tá hon var ung í Danmark. Málar ikki bert við sølu fyri eyga Hvussu eru møguleikarnar at selja slík stór verk? – Tað er greitt, at ikki øll vilja hava slíkt manifest ella yvir- lýsing á stovuvegginum, men um eg brenni fyri at skapa slík stór verk, sum eg veit eru torfør at selja, skulu tey gerast kortini, sigur Rannvá Mortensen og leggur aftrat: – At vera ein eldsál er eitt ævigt eksperiment. Tað er neyðugt at duga handverkið og at seta litir saman sum lýsa tað, tú vilt hava fram. Tað snýr seg eisini um at finna evnir at lýsa tað tú vil siga við myndunum. Tað verður ongantíð ein vani, men ein gleði og ein avbjóðing í sjálvum sær, sum eg eldhugað gangi inn fyri. Hon var politiskt vakt á ungum árumog hevur verið trúgv tjóðveldiskona og kommunist síðani. – Ert tú framvegis sannførd um at kommunisman yvirlivir? – Tað ivist eg ikki í, hóast tað er greitt at makt oftani kor- rumperar. Tað vita vit frá so nógvum øðrum politiskum hug- sjónum, men eg eri sannførd um, at kommunistiska ideologiin er góð. Tað er, at øll skulu hava bestu fyritreytir at klára seg í samfelagnum. Hetta er mín sannføring og verður tað til mín doyggjandi dag, sigur Rannvá Mortensen. Kann liva á einum steini Listarliga arbeiðið fyllir nógv í gerandisdegi hennara, men hon noyðist at arbeiða sum parttíðar sjúkrahjálpari, av tí at hon sum øll onnur hevur fastar útreiðslur. Selur hon nakrar myndir, kann hon fara heim at arbeiða við listini burtur av eina tíð. Tað ræður bert um at skipa sær arbeiðið og tilveruna annars. – Tað er tó eingin trupulleiki. Eg havi einki ímóti at liva á einum steini, um tað er neyðugt. Tað materialistiska hevur einki at týða, bert eg fái møguleikar at arbeiða við míni list og havi umstøður at vera góð við míni, sigur hon. Um framtíðarvónirnar sigur Rannvá Mortensen, at hon ætlar at menna seg á listarliga og serliga á tí tekniska økinum í fakinum, fyri at fáa størri breidd í arbeiðinum. Harnæst vil hon sleppa at ferðast og fáa íblástur, við at vitja á stóru listasøvnunum og gallaríunum úti í heimi. Fyribils gongur leiðin til Ís- lands, har framsýng hennara verður í Eden, uttan fyri Reykja- vík í 14 dagar. – Lívið er nú einaferð soleiðis, at vit hava brúk fyri broytingum alla tíðina. At bíða eftir at fáa tíð til tað, ið stendur tær nærmast og sum tú brennur fyri, er ikki til. Tú noyðist at taka tær tíð, um tú vil vera eydnusom. Tíbetur havi eg fingið møguleikan, og tað er takkað verið familjuni, manni og børnum, sum hava verið sera hjálpsom og givið mær góðan stuðul, sigur Rannvá Mortensen. – Eg haldi ikki, at tað eru avmark- ingar í tí, sum eitt listaverk skal ella kann lýsa. Tað kann vera eitt politiskt element í myndini, á sama hátt sum tá rithøvundar skriva greinar og bøkur og tónleikarar skriva tónleik. Tú kanst brúka málningar at úttrykkja teg við, sigur Rannvá Mortensen - Verkið "Hin langa ferðin", er at síggja á Listasavninum, og er kvinnu- søga bæði likamliga og sálarliga. Tað kann vera søgan hjá einhvørjari kvinnu, eitt nú søgan um dóttur mína, mammu ella mín søga, um tú vilt, sigur Rannvá Mortensen