leygardagur 9. juli 2005síða 32
‹ fyrra síða allar 76 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
32
Nr. 129 - 9. juli 2005
PISURØÐA Á TVØROYRI
Góðu pisur, foreldur og avvar-
andi, tvørafólk og suðuroyingar
og øll tykur, sum hava leitað
tykum á Tvøroyri at halda jóan-
søku.
Tað er ikki uttan orsøk, at okur
standa her í dag. Okur eru nevni-
liga vorðin liðug við eina mið-
námsútbúgving. Eina útbúgving,
ið letur upp dyr og gevur okum
møguleika at røkka høgum
málum. Við hesi útbúgving hava
okur lagt lunnar undir vitanar-
støði okra - víðkað sjónarringin -
og eru nú til reiðar at taka næsta
stigið út í lívið. Pisurnar eru
floygdar!
Tað er kanska ikki rættiliga
gingið upp fyri fleiri okra enn, at
okur nú endiliga eru vorðin
studentar. Eru okur glað og
vónrík? Eru okur í iva um, hvat
okur nú skulu gera? Eru okur
kedd, tí okur nú fara hvør okra
veg út í lívið? Helst hava okur
allar hesar kenslurnar samstundis
- og tað er kanska ikki so løgið.
Okur eru 25, sum hava fingið
prógv frá Suðuroyar Miðnáms-
skúla í ár. Í 2 flokkum; einum
málsligum og einum støddfrøði-
ligum. Seinastu 3 árini (fyri
summi er tað heili 13 ár) hava
okur verið saman nærum dag-
liga; men nú er skúlatíðin í Vági
av. Jeg haldi, at jeg tosi fyri øll,
tá jeg sigi, at hesi 3 árini ikki
altíð hava verið "ein dansur á
rósum", sum orðafellið sigur,
men samanumtikið hava tað
kortini verið 3 góð ár. Stóri
spurningurin er so: "Hvat nú?"
Spyr nakrar av nýfloygdu
pisunum, og tað er stórt sannlíki
fyri, at tú fært sera ymisk svar -
og tað er sjálvandi bara gott - tí
hugsið tykum, um okur øll vóru
eins og ikki teir einstaklingar,
okur í roynd og veru eru - teir
einstaklingar við teimum egin-
leikum, ið gera, at okur øll hvør í
okra lagi eru serstøk..
Hóast einstaklingar, er menn-
iskjan tó eisini ein sosial vera.
Tað sæst aftur í øllum frá
familju, vinum, skúlafeløgum,
arbeiðsfeløgum o.s.fr. Okur
einstaklingar mynda øll í felag
samfelagið... hvør á okra egna
serstaka hátt! - men tað at vera
einstaklingur í einum bólki - og
sostatt eisini í samfelagnum -
krevur, at okur kenna ábyrgd og
virðing fyri hinum, ið saman við
okum mynda henda bólk ella
hetta samfelag.
"Ábyrgdin á tínum herum,
gáva frá okkum til tín, byrða, ið
tung er at bera, ber hana betur
enn vit." Soleiðis sigur Martin
Joensen í sanginum Morgun, ið
okur sungu til prógvhandanina í
gjár. Her verður sipað til ta
ábyrgd, ið forfedrar okra hava
borið undan okum, og sum okur
nú skulu bera víðari. Hetta er
ábyrgdin fyri okra samfelag;
samfelagnum, okur skulu bera
víðari til okra eftirkomarar.
Ábyrgdin er ein tung byrða at
bera, men sum orðið samfelag í
sær sjálvum sigur, er hetta
nakað, okur gera ella hava í
felag. Tí mugu og eiga okur at
hjálpast at fyri at skapa bestu
karmar og kor fyri okum sjálvi
og medmenniskjum okra.
Ábyrgdin áleggur okum sostatt
at vísa medmenniskum okra
samkenslu og næstrakærleika.
Hvussu kunnu okur breggja
okum av, at okur hava hjartað á
røttum stað, um okur bert hugsa
um at lívbjarga okum sjálvum.
Hevði okur staðið tveir mans -
báðir gorhungraðir - og bert jeg
fekk eina máltíð, hevði jeg so
givið honum helvtina? Hevði jeg
etið alt sjálvur, varð jeg kanska
mettur, men samstundis verið
noyddur at sæð eitt av medmenn-
iskjum mínum liðið hungur. Gav
jeg honum helvtina, høvdu okur
báðir fingið lætt um svongdina; -
uttan tó at eta okum um rygg...
Kann nakar koma við hald-
góðum grundgevingum um, at
tað, ið flest fólk fáa ágóðan av,
ikki er besta loysnin? Tað er mín
hjartans sannføring, at tær
grundgevingarnar ikki eru at
finna; í øllum førum havi jeg
ikki hoyrt tær enn...
Okra heimur hevur nóg mikið
av tilfeingi til, at allir heimsins
borgarar kundu havt eitt virðiligt
lív, tó sæst órættvísi valda kring
allan heimin. Á námsferðini okur
vóru á í Bulgaria fyri knøppum
ári síðani, búi okur á einum
5’stjørnaðum hotelli. Har var alt,
sum droymast kann um; svimji-
hylur, sauna, handlar, eitt kasino,
har mangar krónur dagliga skifta
hendur, o.s.fr. Hotellið var um-
gyrt av vápnaðum vaktum, so
ongin óviðkomandi skuldi koma
innar. Hugsaði, at hesi óvið-
komandi helst vóru tjóvar og
aðrir brotsmenn; men tankar
mínir gjørdu eina vend, tá okur
ein av fyrstu døgunum fóru túr
nakrar fáar hundrað metrar frá
okra "fornemma" hotelli. Har,
upp móti einum lyktapela, sat ein
gomul, rukkut kona. Hon sat við
krosskastaðum beinum soleiðis,
at síða skjúrtið varð "formað"
sum ein skál, har peningur frá
teimum, ið gingu framvið, kundi
sleppast í. Konan sat bert og
stardi beint fram í tóma luft,
væntaði hálvavegna eina
reaktión, tá ið jeg gav henni
nøkur oyru, men so var ikki. Jeg
ímyndi mær, at menniskju, ið
onga lívsgleði hava longur,
síggja út sum henda konan. Hon
hevur óivað sæð og kent so
nógva neyð á egnum kroppi, at
øll lívsvón og -gleði var horvin.
Var tað hesa konuna, ið vápnaðu
vaktirnir skuldu halda burtur frá
hotellinum?
Kom í hesum sambandi at
hugsa um eitt ørindi í einum
-Okur liva í einum
samfelag, har tað
floymir inn við kunn-
ing og tilboðum dag og
dagliga. Besta dømið
um hetta er alnótin, ið
flestu okra nú nýta
dagliga. Okur kunnu
ikki bert slúka øllum
rátt, men okur verða í
størri og størri mun
noydd at taka støðu. Tí
er av alstórum týdn-
ingi, at okur duga at
hugsa krittiskt; at royna
at síggja eina søgu frá
fleiri síðum segði Helgi
Eidesgaard m.a. tá
hann sum nýklækt pisa
í Suðri helt røðu á
Jóansøku. Vit prenta
røðuna
Mugu duga at
Nýklæktu pisurnar á jóansøkuhaldinum í ár, har Helgi Eidesgaard helt pisurøðu
Nógv nógv fólk var
komið at lýða á