leygardagur 9. juli 2005síða 33
‹ fyrra síða allar 76 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 129 - 9. juli 2005
33
sangi hjá Nordahl Grieg, sum
Hanus Kamban hevur føroyskað,
ið er soljóðandi:
"Eiggilig mannasál, heimurin
ríkur
Svølta og pínast fólk, er onkur
svíkur
Knúsið nú órættin, børn, ung um
vøll
Sólskin og mannarætt eiga vit
øll"
Okur liva í einum heimi, ið gerst
alsamt minni. Hóast tætt knýtt at
okra upphavi og umhvørvi, fáa
okur fleiri og fleiri møguleikar
m.a. at samskifta og samvera við
onnur, at ferðast til fremmand
støð og lond, at fáa vitan, og tað
kemur í dag oftari fyri, at ung
(og eldri við) leita sær út um
landoddarnar - eisini ríkisfelags-
skapin - í styttri ella longri
tíðarskeið.
Í einum øðrum ørindi í oman
fyri nevnda sangi hjá Martin
Joensen sungu okur: "Heimurin
fyri tær opin, kannar teg gjølla
og væl, merktur av ringastu
royndum, býður tær kortini
sess."
Okur standa nú sum pisurnar,
ið fara úr reiðrunum. Heimurin
stendur opin fyri okum. Okur
hava ymiskar dreymar og vónir,
men eitt er víst; okur vilja
uppliva eitthvørt og/ella nema
okum útbúgving. Møguleikarnir
eru óteljandi; og valið ofta
torført.
Heimurin - okra heimur - hev-
ur upplivað mangan ræðuleika,
báði í for- og nútíð. Tíverri eru
útlit ikki í løtuni fyri, at ræðu-
leikans tíð er av fyri allar heim-
sins borgarar. Aftur her kemur
ábyrgdin inn. Okur kunnu - bert
okur vilja - vera við til at skapa
ein betri heim fyri okra med-
borgarar og eftirkomarar.
Sjálvandi fær ein persónur ikki
broytt heimin frá degi til dags,
men fært tú betra umstøðurnar
hjá einum medmenniskja, hevur
tú sanniliga gjørt mun. Um bert
øll hugsaðu eins nógv um onnur
sum um seg sjálvan, hevði
heimurin ivaleyst sætt nakað væl
øðrvísi út.
Eins og øllum nútímans sam-
feløgum tørvar Føroyum væl
útbúgvið fólk, skulu og vilja
okur fylgja við gongdini í okra
parti av heiminum. Føroyar eru
ein lítil tjóð; tískil hava okur ikki
neyðuga tilfeingið og umstøð-
urnar til at hýsa øllum tilboðum,
ið umheimurin hevur at bjóða.
Nógv okra fara tí út í heim at
leita okum upplivingar, royndir,
kunnleika og útbúgving.
Tá ein ferðast til onnur støð
ella lond, er av alstórum týdningi
- og tað skal vera ein sjálvsøgd
sjálvfylgja -, at okur læra at vísa
tolsemi mótvegis øðrum og
góðtaka tær nógvu ymisku
"nuancurnar", okur sum menn-
iskju - sum einstaklingar - og
sum samfelag umboða.
Tá hetta er sagt, má jeg eisini
loyva mær at venda hetta sama
inn eftir móti okum sjálvum. Tá
okur føroyingar uttan at himprast
kunnu fara til útlond í styttri ella
longri tíðarskeið (summi flyta jú
eisini med allah), vænta okur
sjálvandi at væl verður tikið
ímóti okum; og tí er tað báði
synd og skomm, um okur ikki
sjálvi høvdu gjørt tað sama mót-
vegis útlendingum, ið koma
hendan vegin; serstakliga teim-
um, ið veruliga hava áhuga í at
innlimast í okra samfelag, læra
seg málið og á allan hátt bert
bera ja-liga ávirkan við sær.
Sjálvandi taka okur væl ímóti
hesum fólki.
Ein av fortreytunum fyri, at
okur kunnu vísa tolsemi og
virðing fyri øllum uttan mun til
kyn, rasu, húðarlit, átrúnað,
politiskan lit, kynsliga sann-
føring o.a., er, at okur - um tað
ikki er ein viðføddur eginleiki -
læra ella ogna okum hendan
eginleika. Sjálvt um jeg eri sann-
førdur um, at okur hava okkurt
viðføtt, ið er við til at gera okum
til tey, okur eru, eru tað eisini
ymisk onnur viðurskifti, ið eru
við til at mynda okum. Fjøl-
miðlar, foreldur, vinir, fólka- og
miðnámsskúlin, royndir - fyri
bert at nevna nakrar av sam-
felagsins faktorum - spæla inn.
Skúlin hevur í dag eisini fingið
eina nakað øðrvísi uppgávu. Frá
bert at vera eitt stað, har tú lærdi
at lesa og skriva, eru eisini
nakrar aðrar uppgávur álagdar
skúlanum. Skúlin hevur meir ella
minni altíð havt sum uppgávu at
geva okum eina barlast at hava
við út í lívið, men sum samfelag-
ið broytist, má skúlin eisini
fylgja við.
Flestu okra hava nú sitið á
skúlabeinki í 13 ár. Okur hava
lært, lisið, hoyrt og fingið vitan
trúttaða niður í okum. Í mong ár
var skúlin bert eitt stað, har tú
fekst vitan - tað, ið lærarin segði,
var sannleikin; allur sannleikin,
og tað var onki at kjakast um. Í
dag er (ella skal tað vera) øðr-
vísi. Okur liva í einum samfelag,
har tað floymir inn við kunning
og tilboðum dag og dagliga.
Besta dømið um hetta er alnótin,
ið flestu okra nú nýta dagliga.
Okur kunnu ikki bert slúka
øllum rátt, men okur verða í
størri og størri mun noydd at
taka støðu. Tí er av alstórum
týdningi, at okur duga at hugsa
kritiskt; at royna at síggja eina
søgu frá fleiri síðum. Bert at
siga, at soleiðis er alt nú eina-
ferð, er alt ov einfalt - og kann
lættliga nýtast til at fráleggja og
frábiðja sær alla ábyrgd; báði
fyri einum sjálvum og øðrum.
Tá okur byrjaðu okra mið-
námsútbúgving, fingu okur at
vita, at okur helst fóru at fáa
prógvini handaði í nýggjum,
snotiligum skúla. - men soleiðis
bleiv - øllum kunnugt - ikki.
Aftur einaferð kom Suðuroyar
Miðnámsskúli á breddan; ei
heldur hesu ferð av ja-ligum
orsøkum. Kjak hevur fyrr verið
um, hvar skúlin skuldi byggjast.
Uttan mun til hvørja meining,
hvør av okum hevur um hetta
mál, fegnaðust okur um, at nú
kom glið á. Nú vórðu okur bert
spent eftir at síggja og uppliva
hendan nýggja skúlan. Men nei -
hetta untist okum ikki - í øllum
førum ikki, meðan okur sjálvi
vóru næmingar á skúlanum.
Landstýrið kom herfyri við
útmelding um, at skúlin skuldi
verða í Hovi; og mikil øsing
stóðst av hesum. Sum málið er í
løtuni, sær út til, at skúlin verður
bygdur í Hovi, men um jeg havi
skilt tað rætt, verður í løtuni
kannað, um landstýrið bar seg at
á lógligan hátt, tá avgerðin um
"skúla-flytingina" varð gjørd.
Okur, sum nú eru vorðin
studentar, eru ikki samd um,
hvar skúlin skuldi verið bygdur,
so tað málið latið jeg liggja her;
MEN eitt er víst... tað er stórur
tørvur á nýggja skúlanum, so
vónandi verður ikki so longi, til
gongd kemur á sjálva bygging-
ina, tí nú er nóg longi klandrast
og bíðað...
Tað er ikki lygn, tá jeg sigi, at
skúlaumstøðurnar okur (og fleiri
undan okum) hava livað við hesi
3 árini, ikki eru nógv at reypa av.
Fyrstu og aðru flokkarnir hava
høli í Vágs skúla, meðan 3.
flokkarnir húsast í gamla post-
húsinum. Synd er at siga, at
plássið er stórt, men okur kundu
kanska tikið eitt gamalt føroyskt
orðatak fram, ið sigur, at har tað
er húsrúm, er eisini hjartarúm.
Okur hava klárað okum við tí,
okur fingu - og mangt ber til, um
bert hugurin og viljin eru til
staðar. Við grenji og klandri
kemur ein ikki langt. Sjálvandi
skal ein ikki sita hendur í favn
og góðtaka alt. Aftur her hava
okur eina ábyrgd.
Okur liva í einum demokrat-
iskum samfelagi, og tí hava okur
øll rætt at siga okra hugsan.
Einhvør veit, at um eins egnu
sjónarmið skulu vinna frama,
eigur hald at vera í sjónarmið-
num. Okur eiga at seta okum inn
í samfelagsmál; annars kunnu
okur ikki taka støðu - og ei held-
ur luttaka í samfelagsskjakinum,
ið jú viðkemur okum øllum.
Við at seta seg inn í eitt mál,
tekur ein støðu út frá eins egnu
fortreytum og sjónarmiðum. Tú
eigur at kunna grundgeva fyri
meiningum og sjónarmiðum.
Kanst tú gera tað, kanst tú koma
langt; enski heimsspekingurin
Francis Bacon segði einaferð, at
"ein grundgeving er at sammeta
við skotið frá einum brókarboga;
tað er líka úrslitagott, um tað er
ein kempa ella ein dvørgur, ið
skotið hevur."
Tað er gamal siður í Føroyum,
at ymiskar bygdir skipa fyri
stevnum. Nakrar eru stevnurnar,
ið veruliga hava fest røtur í
samfelagnum; her er serliga talan
um tær stevnur, har FM í kapp-
róðri er og so ymsar minni
bygdastevnur kring landið.
Seinnu árini eru eisini festivalar
byrjaðir at stinga seg upp. Fyrst
kom G! Festivalurin, ið veruliga
breyt upp úr nýggjum. Hetta er
eitt tiltak, ið minnir nakað um
áðurnevndu stevnur, men
høvuðsdenturin verður lagdur á
tónleikin. Í fjør kom so eisini
Summar-Festivalurin í Klaksvík.
Hesir festivalar eru - hóast
mangar líkheitir - sera ymiskir.
Báðir eru tó sera væl móttiknir
av fólki úr øllum landinum;
kanska einamest av tí orsøk, at
teir ikki fella saman við nøkrum
av siðbundnu bý- og bygdastevn-
unum. Í ár kunngjørdu sandoy-
ingar, at teir eisini fóru at skipa
fyri einum tónleika-festivali.
Onki ringt um tað, MEN tá
dagfestingin varð kunngjørd,
fingu tvørafólk og suðuroyingar
sum heild ein kvøkk. Festivalurin
skuldi verða sama vikuskiftið
sum jóansøkan.
Arbeitt hevur í fleiri mánaðir
verið við eini tónleikaútgávu í
sambandi við, at í ár er
80’instjúgunda jóansøkan. - og
ikki var long tíð liðin, áðrenn
eisini fólk á Tvøroyri høvdu tikið
stig til eitt tónleikatiltak. Okur
fáa tó ikki nakran tónleika-festi-
val sum so... hetta er jú jóan-
søkan, sum okur kenna hana, - tó
við eyka kryddi.
Jeg haldi, at tað er sera harmi-
ligt, at sandoyingar skipa fyri
festivali júst hetta vikuskiftið.
Tað er jú ikki bert jóansøkan, ið
missir nakað av hesum; eisini
festivalurin á Sandoynni hevði
uttan iva fingið fleiri gestir, varð
hann eitt annað vikuskifti, tá
ongin stevna annars skuldi vera.
Hetta er dømi um sera óhepna
fyrireiking.
Norðingar, suðringar; eystur og
vestur,
lat okkum fylkjast um oyggjarnar
fast,
tvinnast vit saman, ei strongurin
brestur,
tvídráttarhuganum fáa vit bast,
Ein fyri øllum, og øll fyri ein!
herróp má vera, um gróður skal
trívast,
tað gevur tjóðini mergin í bein,
sannførast, búnast, upplívast."
Hesi orðini eigur Martin Eystur-
dal, og vón mín er, at okur før-
oyingar allir sum ein taka hesi
orðini í álvara. Skulu serstakliga
smærru bygda- og oyggjasam-
feløgum okra verða lív lagað, er
neyðugt, at okur hugsa longri
enn um okra egnu lítlu lokalu
verð.
At enda vil jeg bera tykum,
sum lýddu á, báði studentum og
áhoyrarum annars eina kenda
heilsu, ið kann nýtast um øll
lívsins viðurskifti:
"GAKK ALTÍÐ MÓTI
SIGRINUM FRAM"
TAKK FYRI OG GÓÐA
JÓANSØKU
hugsa krittiskt
Hornorkestrið spældi til hugnaløtuna
Pisurøðarar hittast, Tórbjørn
Jacobsen og Helgi Eidesgaard