Sosialurinarkiv
Sosialurin 2005-07-09, síða 34
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 9. juli 2005síða 34

‹ fyrra síða allar 76 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

34 Nr. 129 - 9. juli 2005 SAMRØÐA Heini í Skorini heini_skorini@yahoo.com Samanbitna andlitsbráið og rast- leysu eyguni eru ikki ókend. Síð- ani hann tók við sum sosial- demokratiskur floksformaður í 2002, hevur hann staðið við róðrið á eini søkkandi skútu. Og vánaligar meiningakanningar, innanhýsis floksstríð og ein søguligur borgarligur valdsdomi- nansur hava bert økt um persón- liga fjølmiðlaágangin. Sum formaður er hann ferð eftir ferð dragsaður gjøgnum eirindaleysu fjølmiðlamaskinuna, sum hevur válkað sær í størstu sosialdemokratisku marruni í langa tíð. Og hóast hann av øll- um alvi royndi at sannføra danska fólkið um, at slagið ikki var tapt, var endin á eyðmýkj- andi valdystinum tað, tey flestu høvdu væntað: ein lemjandi ósigur hjá Mogens Lykketoft og hansara flokki á danska fólka- tingsvalinum tann 8. februar í 2005, og samstundis ein staðfest- ing av djúpastu kreppuni hjá Sosialdemokratiska flokkinum í eitt mannaminni. Stóri politikarin var á knøun- um. Fíggindin fór við øllum. Lykketoft gjørdist ikki forsætis- ráðharri. Lykketoft legði frá sær sum formaður. Lykketoft var stóri taparin. Tað góða samfelagið Men tað er alt annað enn ein troyttur og orkuleysur maður, vit hitta á eini skrivstovu á Christ- iansborg ein sólríkan fríggja- morgun í juni. Hugmyndin av einum slitnum menniskja, sum hevur sæð sínar bestu dagar, verður við eitt punkterað. Skjótt rapla orðini úr munninum á fyrr- verandi floksformanninum, og enthusiasman lýsir av honum. Við eitt sæst, hví maðurin hevur verið mettur at vera millum gávuríkastu politikarar í landin- um, og hví maðurin hevur vunn- ið sær sæti millum fremstu politikarar í ríkinum. - Eg havi stríðst og strevast fyri einum samfelagi, har hvør einstakur borgari skal hava fræls- ið til at útfolda seg hundrað prosent uttan materiellar og sosialar forðingar, og uttan at fíggjarligur ójavni forðar fyri, at tað góða lívið er ein reellur møguleiki fyri hvønn einstakan. Mítt lív hevur verið ein bardagi móti fíggjarligum ójavna, órími- ligum stættarmuni og skeivum umbýti av samfelagskøkuni, og hesi sosialdemokratisku virði hava verið drívmegin handan alt mítt politiska virksemi og lív, sigur 59 ára gamli Mogens Lykketoft. Og júst henda bar- dagan sigur Lykketoft seg hava vunnið, ikki minst orsakað av leikluti sínum sum heilin handan búskaparpolitikkin hjá Nyrup- stjórnini meginpartin av nítiárun- um. - Hóast hugsjónarligi bardagin verður stríddur hvønn dag, meti eg, at vit við okkara politikki hava sett okkara stóru spor í donsku samfelagsmenningini seinastu mongu árini. Eg var fíggjarmálaráðharri í einum tíðarskeiði, har vit fingu vent donsku búskapargongdini frá negativum tølum til positiv tøl, og í hesum tíðarskeiði broyttu vit Danmark og løgdu lunnar undir eitt sosialt og harmoniskt væl- ferðarsamfelag. Síðani hevur uppgávan verið at barst fyri at verja hetta samfelag, at halda fast um hesi virði, sum verða hótt allastaðni frá. Hetta er tað, sum fær eitt menniskja til at engagera seg og offra eitt heilt lív til politikk, sigur ein enthusi- astiskur og sigursælur Mogens Lykketoft. Ótroyttiligur Longu sum 19 ára gamal tók Mogens Lykketoft sæti í lands- politisku leiðsluni í ungmanna- felagnum hjá sosialdemokratun- um, Frit Forum, og sum 22 ára gamal, í 1968, gjørdist unga talentið landsformaður. Hansara engagement forðaði honum ikki í at fullføra sína universitetsút- búgving í búskaparfrøði, sum hann var liðugur við í 1971. Í sínum lestrarárum arbeiddi hann eisini í "Arbejderbevægelsens Erhvervsråd", og frá 1975 til 1981 var hann leiðari í ráðnum. Evnini til tøl og rokning vóru eyðsædd, og Lykketoft greiðir frá, at tað stóð øllum greitt, at hansara øki á politiska vígvøllinum fór at vera tann búskaparligi parturin. Í 1981 varð hann á fyrsta sinni valdur í danska Fólkatingi, og síðani eru størri og størri upp- gávur komnar bóltandi. Longu fyrsta árið í Fólkatinginum gjørdist hann skattamálaráðharri, har hann var í hálvtannað ár, í 1993 tók hann sæti sum fíggjar- málaráðharri, har hann sæt í knøpp átta ár, og í 2000 gjørdist hann uttanríkismálaráðharri, til Fogh-stjórnin tók við í 2001. Men eftir 40 virkin ár í sosialdemokratiska flokkinum, 24 ár í danska Fólkatinginum, tilsamans 10 ár í trimum tungum ráðharrasessum og trý ár sum floksformaður og forsætisráð- harravalevni, er 59 ára gamli Lykketoft sambært sær sjálvum ikki útbrendur. Hann er ikki vorðin troyttur. Og sjálvur sigur hann, at hann framvegis er eins eldhugaður og áður. - Hóast tað møguliga er atyp- iskt at siga í eini tíð, har stress næstan er vorðið eitt nýtt móta- fyribrigdi, so havi eg ongantíð kent nakað til strongd og troytt- leika. Eg eri eitt sterkt og stabilt menniskja við eini robustari psyku, og sjálvt tá tað leikar harðast á, sum t.d. undir valdyst- inum, verði eg ikki tikin av fót- um, men eri áhaldandi og taki ágangin og mótvindin sum ein part av tí tilveru, eg havi valt mær. Á sama hátt er tað við líkasæluni. Hóast líkasælan við tíðini fær fastatøkur á teimum flestu, hevur hon ongantíð vunn- ið á mær. Tá eg vakni um morg- unin, merki eg framvegis eina vreiði, eina sterka indignatión, sum gevur mær íblástur til hvønn dag at herja á, sigur Mogens Lykketoft. Privati kostnaðurin Tað sæst á øllum brøgdum, at maðurin livir og andar fyri sínum starvi sum politikari, og hann himprast ikki við at siga, at hann er ein reindyrkaður arbeiðs- narkomanur. Men hvat er so kostnaðurin fyri eina tilveru í fremstu røð á politiska pallinum? - Eg skal vera tann fyrsti at viðganga, at kostnaðurin hevur verið stórur á privata økinum. Tíðin saman við familju og vinum hevur verið sera avmark- að, og mentalt havi eg gjøgnum árini ikki dugað at hildið frí, tá eg endiliga havi havt frí. Tá eg eri komin heim um kvøldið, havi eg nýtt meginpartin av tíðini framman fyri telduskerminum ella í telefonini, og tá onkur endiliga hevur megnað at drags- að meg suðureftir í eina viku, eri eg vanliga komin tveir dagar ov seint og farin avstað tveir dagar Særdi stríðsmaðurin Hann kennir ikki til troyttleika. Hann kennir ikki til strongd. Og hann kennir ikki til líkasælu. Hóast 24 ár á baki í danska Fólkatinginum og 40 virkin ár í Sosialdemokratiska flokkinum hevur 59 ára gamli danski topp-politikarin Mogens Lykketoft ongar ætlanir um at taka seg aftur. - Stríðið fyri tí góða samfelagnum heldur fram, og hesum vil eg stríðast fyri til mín doyggjandi dag, sigur nýfalni formaðurin Mogens Lykketoft í samrøðu við Sosialin CV Føddur 1946 Støddfrøðiligur studentur 1964 Í leiðsluni í sosialdemokratiska ungmannafelagnum frá 1965-1970 (formaður í 1968-1969) Cand. Polit. á Københavns Universitet 1971 Starvsettur á "Arbejderbevægelsens Erhversråd 1966-1981 (leiðari frá 1975-1981) Fólkatingslimur frá 8. des. 1981 Skattamálaráðharri frá 1981 - 1982. Fíggjarmálaráðharri frá 1993 - 2000. Uttanríkismálaráðharri frá 2000-2001 Floksformaður 2002-2005 – Eg havi stríðst og strevast fyri einum samfelagi, har hvør einstakur borgari skal hava frælsið til at útfolda seg hundrað prosent uttan materiellar og sosialar forðingar – Eg var fíggjarmálaráðharri í einum tíðarskeiði, har vit fingu vent donsku búskapargongdini frá negativum tølum til positiv tøl - Hóast tað møguliga er atypiskt at siga í eini tíð, har "stress" næstan er vorðið eitt nýtt móta- fyribrigdi, so havi eg ongantíð kent nakað til strongd og troyttleika