Sosialurinarkiv
Sosialurin 2005-07-09, síða 35
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 9. juli 2005síða 35

‹ fyrra síða allar 76 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 129 - 9. juli 2005 35 ov tíðliga. Eg havi ikki dugað at "kobla frá", og stutt sagt havi eg havt torført við at skilja privata familjulívið og almenna arbeiðs- lívið sundur, sigur Lykketoft. Men er Mogens Lykketoft so í dag ein angrandi maður? - Tilveran kann tíverri ikki koyrast í eitt reagensglas og kannast og analyserast, áðrenn vit fara í holt við hana. Vit liva uttan at kenna framtíðina og avleiðingarnar av avgerðum, vit taka í nú´inum. Vit gera mistøk, vit angra, vit læra, vit mennast, og vit royna av nýggjum. Víst hevði eg gjørt ymiskt øðrvísi, um eg fekk møguleikan at liva umaftur, men tá mistøk eru ein obligatoriskur partur av tí at liva, kann eg ikki siga, at eg í dag eri eitt angrandi menniskja. Tvørtur- ímóti meti eg meg hava alla or- søk at vera ein takksamur per- sónur. Eg havi fingið loyvi at vera við til at broyta mítt sam- felag. Eg havi fingið loyvi at realisera mínar gávur og gera tað, eg allarmest brenni fyri. Eg meti sjálvur, at eg havi framt nøkur munadygg avrik á míni politisku yrkisleið, og hóast tilveran sum politikari hevur kravt síni offur, t.d. á privata økinum, havi eg havt eitt spen- nandi lív fylt við ríkum uppliv- ingum, sigur Mogens Lykketoft. Der Untergang Eftir eina sosialdemokratiska oyðimarkargongd kom stóra fall- ið fyri aðru ferð tann 8. februar í ár, tá Anders Fogh Rasmussen og borgarliga stjórnin enn einaferð fóru avstað við sigrinum. Mog- ens Lykketoft megnaði als ikki at endurreisa flokkin eftir lemjandi Nyrup-ósigurin í 2001. Lykketoft varð hvønn dag noyddur at úttala seg um katastrofalu meininga- kanningarnar fyri sosialdemo- kratarnar, og uppgávan tyktist alt meiri vónleys fyri floksformann- in, sum varð skýrdur at vera turr- ur, uttan fólkatokka, "gamal- dags", ov akademiskur og uttan neyðugu evnini at appellera til breiða partin av fólkinum. Fak- liga sterki og virdi akademikarin, sum við stórari succés var chef- ideologur nummar eitt handan danska búskaparpolitikkin undir Nyrup-stjórnini, var nú ímyndin av einum veikum tapara móti einum nógv sterkari mótstøðu- parti. Seint um kvøldið tann 8. februar, tá tapið var veruleiki, legði Lykketoft loksins kongin í Copenhagen Jazz House, har hann við eini sterkari og kenslu- bornari talu, sum varð varpað beinleiðis út í hvønn krók í land- inum, takkaði fyri seg. Síðani tapið hevur fyrrverandi formaðurin ikki lagt fingrarnar ímillum í sínum hvøssu atfinn- ingum móti fjølmiðlunum. Sam- bært Lykketoft var tíðindaflutn- ingurin undir valdystinum eyð- kendur av einum yvirfladiskum, populistiskum og sensationellum undirhaldsjournalistikki. - Júst undanfarni valdysturin prógvaði, at modernaður poli- tikkur er í svárari kreppu, tí andsøgnin millum politikk og dýpd er vorðin alt størri. Djúp og torskyld politisk mál verða simplifiserað, og dagsins poli- tikkur snýr seg í størri og størri mun um "form, image og show- business", meðan innihaldið, substansurin og gjøgnumførda viðgerðin fær minni og minni rúm, sigur Lykketoft. Men er tað ikki ov bíligt av einum so royndum politikara at geva fjølmiðlunum ábyrgdina av tapinum? - Jú. Men eg havi framvegis ein keðiligan smakk í munnin- um, tá eg hugsi um valdystin. Ikki tí eg tapti, men tí eg fyri fyrstu ferð legði til merkis, hvussu vit eru farin at praktisera okkara politikk og høgt virda demokrati. Eg tapti, tí eg dugdi ov illa at laga meg til hesa gongd. Yvirfyri einum fjølmiðla- apparati, sum bert leitar eftir stuttskygdum og yvirfladiskum undirhaldstilfari, og sum vendir blinda eygað móti teimum veru- ligu samfelagstrupulleikunum, noyðist ein radikalt at yvirein- faldgera síni sjónarmið. Eg var noyddur at broyta mín fram- ferðarhátt og tillaga meg ein leiklut, sum eg ikki dugdi at spæla. Eg var møguliga ov "gamaldags" at takkla tann mátan, pressan í dag arbeiðir uppá, sigur Lykketoft um søgu- liga tapið. Til deyðin okkum skilir Eftir 24 ár sum fólkatingslimur og 40 ár á politiska vígvøllinum er eldhugurin framvegis har. Hann kennir einki til troyttleika. Hann kennir einki til líkasælu. Og hann kennir einki til strongd. Hóast søguliga ósigurin á fólka- tingsvalinum hevur Mogens Lykketoft ongar ætlanir um at taka seg aftur. Hann vil vera við til at taka tær stóru avgerðirnar, og sum nýggjur framsøgumaður í uttanríkismálum hjá sosial- demokratunum kennir hann seg aftur á heimavølli. - Eg havi ongar ætlanir um at gevast, og eg gleði meg til aftur at arbeiða við uttanríkispolitikki. Stríðið fyri tí góða samfelagnum heldur fram, og hesum vil eg stríðast fyri til mín doyggjandi dag, sigur Mogens Lykketoft at enda. leggur ikki vápnini – Víst hevði eg gjørt ymiskt øðrvísi, um eg fekk møguleikan at liva umaftur, men tá mistøk eru ein obligatoriskur partur av tí at liva, kann eg ikki siga, at eg í dag eri eitt angrandi menniskja, sigur ein afturlítandi Mogens Lykketoft eftir eina drúgva politiska yrkisleið á ovastu rók í danska ríkinum Mynd: Ólavur Hansen – Tilveran kann tíverri ikki koyrast í eitt reagensglas og kannast og analyserast, áðrenn vit fara í holt við hana – Tá onkur endiliga hevur megnað at dragsa meg suðureftir í eina viku, eri eg vanliga komin tveir dagar ov seint og farin tveir dagar ov tíðliga - Andsøgnin millum politikk og dýpd er vorðin alt størri. Dagsins politikkur snýr seg í størri og størri mun um "form, image og showbusiness"