leygardagur 9. juli 2005síða 36
‹ fyrra síða allar 76 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
36
Nr. 129 - 9. juli 2005
SUMMARLEGA
Snorri Brend
Myndir: Bárður
Vatnsoyrar: Er tað nakað sum
børn kring alt landið gleða seg til
um summarið, so man tað vera at
sleppa á summarlegu.
Hvørt einasta ár vitja túsund-
tals børn á legunum, sum verða
fyriskipaðar í leguhúsinum
"Zarepta" í Vatnsoyrum.
Her eru allir møguleikar skapir
fyri at børnini og tey ungu skulu
hava bestu umstøður at vera í,
teir dagarnar sum lega teirra
varar.
Íalt verður skipað fyri 21 leg-
um í Zarepta í ár, og av hesum
eru íalt sjey summarlegur.
Mikudagin í farnu viku vitjaðu
vit summarlegu nr. 2 frá 3. til 9.
juli, har ungdómar í 14-15 árs
aldri úr øllum landinum vóru
savnaði - íalt 230 ungfólk.
- Legan er fultteknað. Her er
hvør koyggja upptikin, sum ein
tók til.
Góðar legur
13 ára gamla Elspa Rasmussen
úr Klaksvík hevur verið á legum
her fleiri ferðir áður - í veruleik-
anum heilt síðani hon var níggju
ára gomul.
– Eg havi altíð glett meg nógv
at sleppa á hesar legurnar. Eg
haldi, at tær eru so góðar, sigur
Elspa.
Seinnapartin henda dagin,
meðan fríløta var á skránni sat
hon á einum stakitti og hugdi
eftir hinum gentunum, sum
spældu fótbólt.
– Eg hevði fegin viljað spælt
við, men eg fái ikki í dag, vegna
bruna í eygunum. Annars hevði
eg heilt sikkurt verið við, sigur
hon.
Men tað er kortini so nógv
annað, ið ger hesa leguna so
áhugaverda.
Góður sangur
Elspa er tó ikki einsamøll úr
Klaksvík á hesi leguni. Hon er
her saman við trimum øðrum
vinkonum.
Henni dámar sera væl at
syngja við í tí góða sanginum,
sum altíð er á slíkum legum. Og
so dámar henni eisini sera væl at
hoyra um Gud.
- Vit hava havt ein sum eitur
Zacharis til at hava bíbiltímarnar
úr Jóhannes evangeli'inum. Hann
hevur tosað nógv um Guds
kærleika, og hann dugdi sera væl
at greiða frá, sigur Elspa.
Saman við 229 øðrum ungfólkum úr øllum landinum er
13 ára gamla Elspa Rasmussen úr Klaksvík á legu í
Zarepta. - Vit eru fýra úr mínum flokki her. Her er gott at
vera, sigur hon
– Gott at hoyra um Gu
- Her er gott at vera, tí vit hoyra nógv
um Gud, sigur 13 ára gamla Elspa
Rasmussen úr Klaksvík
Ein hoppipúta verður dúgliga nýtt
av bæði yngri og eldri børnum. Eitt
populert stað til at stytta sær
stundir við