leygardagur 9. juli 2005síða 37
‹ fyrra síða allar 76 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 129 - 9. juli 2005
37
uds kærleika
– Mær dámar væl
at syngja
Á summarleguni í ár møtti Jógvan Bjarni Juul úr
Funningi aftur nógvum av vinmonnum sínum.
- Eg eri einsamallur úr Funningi, men tað ger einki, tí eg kendi so
nógvar dreingir aftur frá øðrum legum, sigur 15 ára gamli Jógvan
Bjarni Juul
SUMMARLEGA
Snorri Brend
Vatnsoyrar: - Eg siti beint nú
og bíði eftir at tað skal verða
okkara tørn at fara á vøllin at
spæla dyst.
Ein annar luttakari á summ-
arleguni á Zarepta er 15 ára
gamli Jógvan Bjarni Juul úr
Funningi.
Hann hevur eisini verið her
fleiri ferðir áður, og hann er
eins fegin um legurnar hvørja
ferð.
- Her er gott at vera, tí ein
møtir nýggjum vinum. Og ein
sær fleiri aðrar aftur, sum eg
havi verið á legu saman við
fyrr, sigur hann.
Hoyra um Jesus
Hóast Jógvan Bjarni er ein-
astur úr Funningi á hesi stóru
leguni, so leggur hann einki í
tað.
Á leguni vóru eisini fleiri
aðrir dreingir sum hann hevði
sæð fyrr. Teir sótu nakrir og
hugdu eftir einum dysti á
vøllinum og bíðaðu, tí at teir í
dag áttu at spæla tann seinasta
dystin.
- Her er gott at vera. Her er
stuttligt og so hoyra vit eisini
nógv um Jesus. Og í gjár-
kvøldið blivu fleiri frelst,
sigur hann fegin frá.
Honum dámar eisini væl at
syngja, og tað fær hann somu-
leiðis ríkt høvi til á hesi
leguni.
Gerandisdagur
á Zarepta
Henda summarlegan koyrir eftir
rættiliga fastari skrá. So vita øll,
nær tey skulu til tey einstøku
tiltøkini. Dagsskráin er henda:
8:00
Veking
8:25
Merkið á stong
8.30
Morgunmatur
9:00
Andakt
9:30
Rudding
10:00
Bíbliutími
10:45
Fríløta
11:15
Bíbliutími
12:00
Døgverði
13:00
Frí, ítróttur, kiosk o.a.
15:00
Drekka (sjálvtøka)
16:30
Tøkur tími
17:30
Náttverði
18:30
Hugnaløta
21:00
Kvøldseta
22:00
Drekka
23:00
Andakt
FAKTA
Er ein bóltur á staðnum, so kunnu dreingirnir hugna sær leingi. Og tað gera teir