leygardagur 9. juli 2005síða 38
‹ fyrra síða allar 76 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
OYGGJALEIKIR
Pete Bevington,
Shetland News Agency
Tey siga, at hetta verður størri
enn olympisku vetrarleikirnir,
sum er størsta ítróttarhending,
sum nakrantíð er farin fram í
Skotlandi... og tað hendir í Het-
landi, har 22.000 fólk búgva.
Smáu oyggjarnar, sum liggja á
gáttini til Norðsjógvin, hava
ongantíð upplivað nakað líkn-
andi. Næstan 3000 fólk koma til
Hetlands at vera í eina viku, og
har vera tey við í eini harðari og
tættari kapping á breytum, vøll-
um og vegum.
Oyggjaleikirnir 2005 eru ein
fyriskipanarlig marra. Ongantíð í
søguna hjá leikunum hevur eitt
minni land enn Hetland verið
vertur, og sjáldan hevur verts-
oyggin ligið so langt burturi frá
øllum hinum oyggjunum.
Men Hetland hevur leingi havt
ambitiónir um at hýsa Oyggja-
leikunum, har 24 oyggjar vera
við, tí Hetlandi hevur altíð verið
við í hesum leikum. Norðasti
parturin av Bretlandi hevði eitt
lið við til teir allarfyrstu Oyggja-
leikirnar í 1985, og síðani hevur
Hetlandi eisini verið við í øllum
leikunum.
Góðar umstøður til ítrótt
Oljuríkidømið hjá Hetlandi, sum
verður vunnið burtur úr Sullom
Voe Terminal, har næstan helvtin
av oljuni og gassunum hjá Bret-
landi í Norðsjónum er at finna,
hevur verið við til at gjalda fyri
sera góðar ítróttar- og frítíðar
umstøður í Hetlandi. Og tað er
ikki frítt, at aðrir partar av Bret-
landi øvunda hetlendingum fyri
teirra umstøður.
Allir partar av Hetlandi hava
sín egna frítíðardepil við svimji-
hyli – eisini tríggjar oyggjar, har
fólkatalið liggur um tey 1000.
Í Lerwick, høvuðsstaðnum í
Heltandi, er risastóra Clickimin
Leisure Complex, sum liggur við
eitt vatn og 2000 ára gamla
Pictish fortið.
The Clickimin verður eitt slag
av miðdepli fyri Oyggjaleikirnar
í Hetlandi. Har verður tað, at
leikirnir verða settir leygardagin.
Tá vera øll ítróttafólkini til stað-
ar og eisini fyrsti ráðharrin í
Skotlandi, Jack McConnell.
Clickimin hevur ein svimjihyl
við altjóða støði, nýggjan
squash-vøll, bowling-breytir,
innandura høll og eina renni-
breyt, sum nýliga er útbygd til
Oyggjaleikirnirnar fyri meira
enn 10 milliónir krónur.
Aðrir fasilitetir eru eisini
betraðir til stóra dagin. Het-
landska stjórnarráðið hevur brúkt
umleið 55 milliónir krónur til
fyrireika Oyggjaleikirnar, og tað
verður sagt, at alt hetta fyrst og
fremst verður gjørt fyri lokala
fólkið. Ein kanning hjá lokalum
ráðgevum vil verða við, at Het-
land fer at vinna einar 130 milli-
ónir krónur burtur úr leikunum,
hóast tað ikki varð sagt, hvussu
tað skal gerast.
Uttan mun til hetta, verður
Hetland í einum altjóða ljósi í
eina heila viku millum 9. og 15.
juli, tá 1800 ítróttarfólk úr 24
oyggjum fara at kappast í 15
ymiskum ítróttargreinum kring
alt Hetland.
Vit eru til reiðar
Maðurin í miðdeplinum, nú
Oyggjaleikirnir verða hildnir í
Heltandi, er Gary Jakeman, sum
longu í 2002 var settur at stíla
fyri leikunum. Tann krúllutu
ítróttaráhugaði maðurin var við í
leiðsluni av Oyggjaleikunum í
2001, tá ið teir vóru hildnir á
hansara føðioyggj, Isle of Man.
Hetta árið var Hetland eisini valt
at hýsa leikunum í 2005.
Fýra ár eftir leikirnar á Isle of
Hetland er
Tað hevur verið ein risa avbjóðing fyri
fyrireikararnar av Oyggjaleikunum at fáa alt at
vera klárt, tá ið innrásin av umleið 3000 fólk
byrjar leygardagin. Fyrireikingarnar hava
kostað umleið 55 milliónir krónur, men nú
leikirnir skulu setast í Lerwick leygarkvøldið,
er alt til reiðar
– Oyggjaleikirnir fara at geva hetlendingum eina uppliving – ikki bara í eina viku – men fyri lívið, sigur Gary
Jakeman, sum stendur á odda fyri Oyggjaleikunum í Hetlandi. Hann hevur arbeitt í fýra ár við at fáa alt klárt til
stóra dagin leygardagin, og tað hevur eydnast
Luttakarar og áskoðarar kunnu eisini uppliva list, náttúru og annað í Hetlandi, og fyrir
við sær, at fólk vitja aftur í Hetlandi seinni
38
Nr. 129 - 9. juli 2005