Sosialurinarkiv
Sosialurin 2005-07-09, síða 39
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 9. juli 2005síða 39

‹ fyrra síða allar 76 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 129 - 9. juli 2005 39 Man, sigur Jakeman, at bæði hann og Hetland eru til reiðar til hesa risastóru avbjóðing, sum tað er at hýsa leikirnar. – Okkurt um 99 prosent av øllum arbeiði er longu gjørt. Nú skulu vit taka tað seinasta takið fyri at gera ítróttarstøðini til al- tjóða leikvøllir, segði hann í farnu viku. Tá ið hetlendingar settu sær fyri at byggja frítíðardeplar, høvdu teir fyrst og fremst lokala fólkið í huganum og ikki ein ørgrynnu av aljtóða ítróttarfólki, men nú verða sjálvt skúlar gjørdir til fyrstafloks ítróttarstøð fyri luttakarar og áskoðarar. Seinastu skúlarnir eru júst blivnir lidnir, so tað hevur verið nógv at gjørt í seinastu løtu. Men hetta er bert ein partur av øllum tí arbeiði, sum hevur verið gjørt seinastu trý árini fyri at skapa umstøður á allan hugsandi hátt til leikirnar. Leikvøllir eru gjørdir, skipað hevur verið fyri flutningi og gisting skal tryggjast til øll fólkini, sum koma til leikirnar. Krevjandi ferðing Hóast lítið av fólki býr í Het- landi, eru oyggjarnar stórar, og tá allir partar av Hetlandi skulu uppliva Oyggjaleikirnar, er tað nógv at hugsa um við flutningi millum støðini. Golf verður spælt á oynni Whalsay, og fyri at koma út á oynna skal siglast í 20 minuttir við ferju. Fótbóltur verður spældur á 10 ymiskum vøllum, og vøllurin í Unst heilt har norðuri í Hetlandi liggur soleiðis fyri, at fólk mugu taka tvær ferjur fyri at koma hagar. Gistingin hevur eisini verið ein stór avbjóðing, og hvør einasta song í Hetlandi verður brúkt, meðan leikirnir fara fram. Koma onkur ferðafólk til oyggjarnar í seinastu løtu, so verða tey helst noydd at sova í tjaldi... Fleiri skúla og bygdarhús verða eisini brúkt til at sova í, og her eru hundraðtals sengur, madrassur, løk, dýnur og koddar fingin til høldar av einum heri av kvinnum frá Scottish Rural Women´s Institute, sum vanliga plagar at samanlíkna uppskriftir til køkur. Men helst størsta avbjóðingin hjá fyrireikarunum hevur verið, hvussu ferðingin til og frá oynni skal skipast. Eini 3000 fólk vilja øll til Hetlands og úr aftur Het- landi sama dag. Tað eleganta, men kostnaðar- mikla svarið til hendan spurning var at leiga tvey ferðamannaskip, sum skulu flyta ítróttarfólk inn og út úr havnini í Lerwick, og meðan leikirnir eru, skulu skipini brúkast sum hotellskip. Onkrar forðingar Men tað eru onkrar forðingar. Lítli flogvøllurin í Sumburg ger, at flogfør kunnu bara lenda við millum 50 og 70 ferðafólkum, og tí hava summar oyggjar ikki so nógv ítróttarfólk við til leikirnar, sum tey kundu hugsa sær. Úrslitið av hesum er, at tað verða okkurt um 300 færri ítrótt- arfólk við í Hetlandi enn tað vóru á Guernsey fyri tveimum árum síðani. Hetland kann heldur ikki bjóða eins nógv áskoðarapláss sum Guernsey, men í síðstu viku høvdu umleið 2800 fólk boða frá, at tey koma til leikirnar – tá eru allir áskoðarar, leiðarar og onnur íroknað. Sambært Gary Jakeman er tað eitt tal av fólki, sum Hetland kann taka ímóti. – Vit brúka tvey ferðamanna- skip, skúlar, seks bygdarhús og skipa fyri privatari gisting fyri at nøkta stóra tørvin til gisting. Tað, sum vit stúra fyri, eru óvæntaðir áskoðarar, sum koma til Oyggja- leikirnar í næstu viku og ikki kunnu fáa nakað stað at sova, sigur hann. Lokka fólk aftur til Hetlands Lokala handils- og vinnulívið hevur lagt nógv fyri við spon- soratum og stuðli til leikirnar, og alt frá úrslitatalvum til ruskíløt er blivin stuðlað. Eitt serligt tiltak fyri allar stuðlarnar verða á Victoria Pier í Leriwick undir leikunum. »Flavour of Shetland« ætlar sær at føra fram lokalan mat, drykkjuvørur, list, handverk og undirhald. Fyrireikararnir vóna, at hetta kann geva fólki ein góðan smakk í munnin og fáa tey at koma aftur til Hetlands eina- ferð í framtíðini – kanska saman við vinum ella familju. Samstundis sum fyrireiking og fyriskipan er umráðandi, er tað eisini neyðugt fyri Oyggjaleik- irnar, at lokalfólkið spælir við. Og tað gera tey, tí fólk í hópatali hava víst vilja til at hjálpa og stuðla tiltakinum. Samskipararnir av hvørjari av teimum 15 ítróttargreinunum hava arbeitt dag og nátt í tvey ár fyri at tryggja, at júst teirra ítróttargrein verður avgreidd so væl sum gjørligt. Og seinastu mánaðirnar hava meira enn 1000 sjálvboðin fólk bjoða seg fram til at hjálpa við øllum frá at vera linjudómari í badminton til at halda vakt til setanarhátíðina. – Hetlendingar hava tikið ótrúliga væl undir við Oyggja- leikunum. Á Isle of Man bjóð- aðu hundraðtals sjálvboðin fólk seg fram, men vit kundu ikki fáa tey við, tí vit høvdu ongan møguleika at hýsa teimum. Her hava vit tikið ímóti so at siga øllum, sum hava bjóðað seg fram til at hjálpa við onkrum ávísum, sigur Gary Jakeman. – Tá ið Oyggjaleikirnar eru lidnir, sita nógv fólk eftir við royndum av at fyriskipa altjóða kappingar, og ítróttarleikvøllirnir verða á hædd við umstøðurnar í nógvum býum í Bretlandi. Summi rýma Men tað eru eisini fólk, sum ikki leggja í Oyggjaleikirnar og alt rokið, sum stendst av teimum. Nógv fólk eru eisini farin í feriu júst nú, so tey sleppa undan Oyggjaleikunum. Men Gary Jakeman heldur, at hetlendingar enn mangla at upp- liva, hvat tað veruliga er, sum fer at henda næstu vikuna. – Eg haldi ikki, at Hetland hevur upplivað »wow«-faktorin av øllum enn. Hesir leikirnar fara at nerta allar hetlendingar, og tað hava ikki øll skilt enn. Oyggja- leikirnir fara at geva fólki eina uppliving – ikki bara í eina viku – men fyri lívið. – Tú kanst ongantíð máta tað, sum fólk fáa burtur úr einum slíkum tiltaki, men eg kann vissa øll fólk um, at júst tá ið leikirnir eru lidnir verður tað eitt stórt antiklimaks, men tá ið ein tíð so gongur, fara fólk at fata, at tey vóru við til nakað fantastiskt, sigur Gary Jakeman. til reiðar eikararnir vóna, at Oyggjaleikirnir fara at hava The Clickimin Leisure Complex í Lerwick verður eitt slag av miðdepli fyri Oyggjaleikirnar í Hetlandi, men kappingar verða kring allar oyggjarnar 24 oyggjar verða við til leikirnar í Hetlandi komandi vikuna, og samanlagt koma eini 3000 fólk til Hetlands at luttaka í ella fylgja við Oyggjaleikunum