leygardagur 9. juli 2005síða 40
‹ fyrra síða allar 76 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
40
Nr. 67 - 9. apríl 2005
Tinghellan fer nú í
summarfrí. Sosialurin
hevur grivið niður á hellu
og roynt at planera fyri
samfelagskjakinum í
Føroyum. Eftir ólavsøku
verður aftur farið til verka
TINGHELLUANALYSAN
Kári á Rógvi
Gamla orðatakið sigur, at neyð-
ugt er at navigera. Á okkara
døgum kundu vit sagt, at neyð-
ugt er at granska. Fyrr var havið
gátuført og ikki kortlagt, nú er
tað so mangt annað, vit mugu
upplýsa og kortleggja. Føroy-
ingar hava seinastu hálvu aðru
øldina granskað almikið. Sjó-
menn okkara hava funnið ótald
mið og mangar leiðir, hava ment
veiðihættir, hava bygt upp før-
leikan, sum gjørdi at búskapurin
varð grundaður á havbúnað held-
ur enn landbúnað. Hetta umskifti
er kanska ikki so løgið, tá tað
grør nógv betur og meir í okkara
velduga sjóøki í samarenning
millum flógvan og føðsluríkan
sjógv, enn í okkara kørgu lág-
arktisku líðum. Men kortini
bygdu vit hetta landið í túsund
ár, áðrenn vit við tógvum stríði
høvdu ment og vunnið vitan,
førleika, tøkni og rættindi at
troyta havið til fulnar.
Føroyingar eru tó ikki heilt
medvitandi um, hvussu nógv vit
hava granskað, tí minni hjá tí
einstaka er stutt og sær ikki nógv
nýtt undir sólini. Mentunarligi
trekleiki okkara ger, at vit taka
treyðugt við broytingum, men tá
vit so gera tað, látast vit, sum tað
nýggja altíð hevur verið, og gráta
okkara mødigu tár, tá tíðin aftur
fer frá tí. Nógvar kenslur vóru
uppií, tá stuðulin til rækju-vinn-
una var umrøddur herfyri, men
henda vinnan var fyri fáum árum
síðani úrslitið av praktiskari
gransking, og spurningurin er,
hvat best er at gera, at stuðla
kreppuraktum vinnum ella
granska og menna aðrar.
Som man råber i skoven
Fiskirannsóknarstovan skipaði í
vikuni fyri ráðstevnu um fiski-
veiði og markeraði, at vit nú
hava savnað fiskiveiðihagtøl í
eina øld. Hetta er gransking,
hetta er neyðug navigatión á tí
stóra vitanarhavinum. Men enn
er sera nógv ókortlagt.
Fram kom á hesi ráðstevnu, at
vit spyrja í eyst, sjálvt um vit
vilja hava svar í vest. Fleiri vildu
vera við, at vit ikki hava lagað
spurningarnar til ráðgevingar-
stovnin ICES eftir fiskiveiði-
skipanini við fiskidøgum. Um
hetta veruliga er so, prógva tey,
ið ósamd eru við ICES, kanska
bara, at ein býttur kann spyrja
meir enn tíggju vísir kunnu
svara.
Verri er kanska, at ikki øll
veiðihagtøl, ið áttu at verið
skrásett og granskað, eru komin
til høldar enn. Helst er hetta tí
turrisligt talknúsarí ikki hevur
sama ræði á sinnisrørslum sum
tunnlar og kaikantar, ið tingmenn
halda vera so avgerandi part av
teimum vælsignaðu kørmunum
um vinnuna.
Hin gløggi ÓliP lýsti so væl
føroysku fatanina av bókligum
granskarum í tekning, har
fyrrverandi løgmaður fer í eina
smiðju við granskara í fleiri
fýrkantaðum hattum og longum
lærdómsmerktum møtli;
løgmaður spyr tá smiðirnar:
"Kunnu tit ikki brúka hann til
okkurt - hann hevur skrivað
doktarritgerð um hvussu vest-
fallið ávirkar eplavelting í
Koltri?"
Ólukkun hjá okkum er tann
vánaliga samanrenningin millum
ta praktisku og rokaligu gransk-
ingina og so tað heldur turrisligu
og minnni bragligu akademisku
granskingina. Skiparar og hav-
frøðingar, praktikarar og teoret-
ikarar hittust henda dagin at
umrøða fiskiveiðigransking í
eina øld, og samskiftið mundi
vera í batningi. Tað stóra stríðið í
løtuni er, hvørt tað ræður um at
fiska sum mest fyri harvið at
tryggja tí eftirlivandi fiskinum
meiri føði, ella tað heldur ræður
um at fiska minni og harvið
tryggja fiskinum stundir at vaksa
til hóskandi stødd, og stovninum
neyðugu støddina at gýta kom-
andi árgangir. Men slíkt er bert
partur av sera stórari skipan við
mongum ókendum, har gransk-
ing av streymi, veiðiorku, gróðri
og veiði enn hevur nógv eftir at
avrika í samskifti millum fiski-
menn og frøðingar.
Tað, sum vit føroyingar ikki
duga so væl at skilja, er at
gransking ikki bert verður framd
av búkutum, veðurbardum
skiparum á fiskileið. Gransking
hendur eisini í minni rokaligum
umhvøri sum á bókasøvnum,
starvstovum og skrivstovum.
Eplagransking í Koltri er kanska
ikki viðkomandi fyri smiðjurnar
í Føroyum, men onnur skipað
gransking av er viðkomandi.
Eittnú kom fram henda dagin, at
vit vita ikki, hvussu veiðiorkan
hjá línuflotanum í roynd og veru
er broytt; onkur teoretiserar, at tá
øll vinna gerst effektivari, so má
tað galda, men aðrir halda, at
skipini fáa ikki drigið harðari og
slítast javnt, so at veiðiorkan
heldur er lækkað. Vit vita tað
ikki, men vit kunnu fáa greiðu á
tí.
Granskarar og vælútbúgving
fólk, ið samstundis hava prakt-
iska fatan, skulu til, um Føroyar
skulu føða okkara lítlu tjóð eisini
í framtíðini. Saltfiskur, rækju-
vinna, laksaaling vóru úrslit av
gransking og menning. Summar
slíkar vinnur halda sær á ávísum
stigi, aðrar fána burtur í onki,
aðrar ganga í bylgjum. Skulu vit
framhaldandi hava hálønarvinnur
og høga vælferð, mugu vit finna
nýggjar vinnur. Í eini komandi
oljuvinnu mugu vit hava eyga
fyri, at oljuinntøkurnar ikki bert
koma av at koyra borimóru á
trukkum í umskipnanarhavnini
handan kravda kaikantin, men
nógv meiri av samanrenningini
av rættindum, búskaparligum og
fíggjarligum atlitum í loyvis- og
skattaskipan, førleika og støðu-
festi í fyrisiting.
Skrivingin Er Vekk
Vit mugu hava tað hugsandi
fólkið, bæði tey við blýantum
aftanfyri oyruni og tey við skitti
undir neglunum, at skriva og
viðmerkja, taka viðkomandi evni
upp, ikki bara í bókligum grein-
um til granskarar at lesa ella í
práti við neystaveggin, men
eisini í fyndugum frágreiðingum
í bløðum og kringvørpum.
Tak verkfallið á SEV. Sum við
kjakinum um veiðitrýstið, er ikki
lætt at taka støðu. Sum tá Læars
skuldi á val, so ber til at fylgja
sjónarmiðunum hjá bæði lands-
stýrismanni, SEV og maskin-
monnum, andstøðu og fakfeløg-
um og vinnu. Men skal skilagóð
ella í minsta lagi upplýst loysn
finnast, mugu vit fáa greiði á,
hvørt gløgt er at tengja lønar-
hækking hjá bókavørðum og
starvsmonnum at lønini hjá
tøkningum á vinnuvirki, sum
kommunurnar av søguligari
tilvild eiga. Er tað rætt at allar
almennar lønir hækka og lækka
við sama prosenti - og skal
tilvildin leggja tað á okkurt
einstakt felag at samráðast um
hetta prosentið? Eru undantøk
frá prosentinum? Hvørjar lønir
eru so almennar? Hvussu skilja
vit sundur, og hvussu samanbera
vit? Hvørji skulu vera tænastu-
fólk, hvørji ikki? Hvat er saman-
hangurin millum lønir, skatt,
kappingarføri, búskaparvøkstur,
landskassa og vælferð - ikki bara
í teoriini (og í einum av granna-
londum okkara, sum byrjar við
D) - men sambært faktiskum
føroyskum royndum og tillag-
agum myndlum?
Fara vit longur, kunnu vit
spyrja, hvørt tað bara er
konservatisma - og so tað, at so
mangir bygdarráðslimir fáa
góðan døgurða við samsýning
afturvið fyri at sita í umboðsráð-
num - sum ger, at kommunurnar
ikki selja SEV, og fyri pengarnar
byggja ellisheim og gjalda
kommunalu skuldina.
Sum borgari við toluligum
bókligum fortreytum vil eg fegin
hava onkran at svara mær hesum
spurningum. Nú hava nakrir
ungir alfrøðingar lýst og greinað
eitt og annað á Tinghelluni -
vónandi koma fleiri upp úr
holunum og fram á Helluna. Tí
neyðugt er at skriva.
Nú fer at halla
Hin gløggi ÓliP lýsti so væl føroysku fatanina av bókligum granskarum í tekning, har fyrrverandi løgmaður fer í
eina smiðju við granskara í fleiri fýrkantaðum hattum og longum lærdómsmerktum møtli; løgmaður spyr tá
smiðirnar: "Kunnu tit ikki brúka hann til okkurt - hann hevur skrivað doktarritgerð um hvussu vestfallið ávirkar
eplavelting í Koltri?"