leygardagur 9. juli 2005síða 41
‹ fyrra síða allar 76 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 129 - 9. juli 2005
41
TINGHELLUKLUMMA
Kári á Rógvi
Virðislønina fyri besta avrik
fyri føroysk áhugamál uttan-
lands fær í ár Margretha drott-
ning. Í donsku myndabløðunum
og donsku tíðindasendingunum
ganga tey kongaligu í ‘national-
dragt’ (ikki í ‘folkesamfunds-
dragt.’) Drottningin heldur røðu
á føroyskum og krúnprinsurin
sigur seg vilja læra seg føroyska
málið. Vanliga fær danin helst
ikki fær tað nógva við um Før-
oyar, men nú brennur seg í
minnið, at drottningin alment
ikki bert er donsk, hon er multi-
etnisk.
Hetta er ikki nýtt. Danski
kongurin var vanur at samskifta
á týskum við tegnar sínar í
hertugadømunum sunnanfyri
Danmark, og var ríkisovasti,
sum tikið var til, "i alle vore
riger og lande." Okkara tilknýti
til kongsættina er eldri enn
tilknýti okkara til Danmarkar,
og tað vóru søguligar tilvildir -
at norska kongsættin arvaði
donsku trúnina og seinni misti
Noreg - sum førdu til verandi
ríkisstøðu.
Týðiligt er, at mangir føroy-
ingar enn eru trúgvir ímóti og
góðir við kongsættina. Føroy-
ingar hava søguliga litið á kong,
og meðan fáur harmast fúta-
deyða, munnu mong gleðast um
monarkiið. Eisini teir fullvald-
aðu íslendingar fegnast um
kongsættina. Donsk vikubløð
eru nærum eins vanlig í Íslandi
sum her heima, og ‘Þórhildur
danadrottning’ (drottningin er
eisini doypt Þórhildur) er sera
høgt í metum. Fleiri halda, at
var ikki abbi hennara Christian
X so óstórsligur sum íslendskur
kongur - møtti á túsundárahaldi
altingsins í donskum general-
uniformi - ja so var kongsveldi
í Íslandi enn. Tá íslendingar á
sinni søgdu "vér mótmælum
allir," gjørdu teir tað í kongsins
navni og endaðu fundin við at
rópa ‘leingi livi kongur vár.’
Vit føroyingar áttu at duga
sama kynstrið. Drottningin átti
at havt egið føroysk flagg við
føroyskum vápnaprógvi -
kongsættin hevur jú brúkt
veðrin í øldir - á sama hátt sum
skyldkona hennara Elizabeth, ið
er ‘Lord of Man’ umframt
drottning í øðrum londum og
ríkjum við mongum ymsum
fløggum og vápnum. Eisini tann
leingi saknaði føroyski heiðurs-
krossurin átti at verið stovnaður
sum ordan við drottningini sum
stórmeistara - kanska á ólav-
søku næsta ár.
Men samstundis mugu vit
broyta skipanina við ríkisum-
boðsmanni. Hesin eigur sjálv-
sagt at vera føroyingur, eins og
ríkisumboðið á oynni Man;
hetta kundi verið eittnú onkur
hugfarsligur fólkalívsfrøðingur,
ið væl megnaði at røkja sam-
skiftið við forsætisráðharran,
men serliga við hovið. Í staðin
sigst ein nýggjur Dahlerup at
vera á veg úr uttanríkisráðnum,
tí danska ráðnum, sum einsa-
malt heldur uppá føroyska
‘regeludstedende kompetence’
og sum fornoktar at tilknýti
okkara til Danmarkar er ígjøg-
num kongsættina og ikki ígjøg-
num - sum forsætisráðharrin
tók til - "grundloven og sådan
noget."
Leingi livi drottning vár!
Føroya Drottning
TINGHELLUKLUMMA
Thomas Arabo
Nýggju karmarnir -
fólksins vilji?
Ja, tað sær soleiðis út. Bara ein
flokkur, ið umboðar ein
minniluta av føroya fólki leikar
í ímóti lógunum. EU er í tí
øvugtu støðu. Har hava politik-
ararnir samtykt nakað, sum ein
meiriluti av fólkinum ikki vil
vita av. Nýggju karmarnir eru
væl í tráð við sjálvstýrislógina
hjá Javnaðarflokkinum. Sjálv-
stýrislógin var tilevnað einaferð
í 80’unum, men hon bleiv nokk
ikki almenn, fyrr enn fyrst í
90’unum, tí, sum Atli Dam sáli
plagdi at siga, tingini mugu
búnast og ein má hava fólkið
við. Nú kunnu vit skipa okkum
sum vit vilja og ganga sjálv-
stýrisleið, um tað er viljin, og
um ein meiriluti einaferð vil
fara úr danska ríkinum, so
verður tað gjørt.
Blokkstuðulsmytan
Blokstuðulsniðurskurðurin er
aftur á bananum. So vítt eg dugi
at síggja, so royna tjóðveldis-
fólk at umskriva søguna, ella
eru tey bara óvitandi um
blokkin. Heri Mohr roynir at
geva teimun tann tekniska veru-
leikan inn við skeið - hann
kennir alt hatta og hevur altíð
skil í tí, hann sigur. Eg skal
royna at skoyta eitt sindur uppí
frá tí politisku síðuni. Refusi-
ónin frá statinum, sum tað so
flott kallaðist, bleiv partvís
koyrd í blokk í 1988. Tjóðveld-
isflokkurin, sum var við í
Landsstýrinum tá, vildi hava alt
í ein blokk, sum so skuldi fara
inn á fíggjarlógina. Vit í javn-
aðarflokkinum søgdu nei til at
almanna og heilsuverkið skuldi
við í blokkin, tí vit vóru bangin
fyri at pengarnir so endaðu sum
stuðul til fiskivinnuna. Í 1993
fór so øll refusión í blokkin, og
hetta var eftir kravi frá dønum.
Teir vóru væl bangnir fyri, at
vit og teir mistu tamarhaldið á
kreppuni, um skipanin ikki
bleiv foreinklað.
Vinnulívstuðul og blokkur
Longu í 1992 bleiv lóggivið um
niðurskurð í stuðulinum til
fiskivinnuna soleiðis, at tá
blokkurin bleiv, sum hann var
áðrenn niðurskurðin, so var
longu stórur partur av hesum
stuðuli burtur. So har hevur
blokkurin ongantíð verið nýttur.
Tjóðveldisformaðurin eigur at
vita at søgufalsan kann ikki
gerast, meðan aktørarnir liva.
Tey ríkastu og skattalættar
Tjóðveldisformaðurin sleingir
um seg, við at skattalættin, ið
nú verður givin, fer til tey rík-
astu. Tað, veit hann, passar ikki,
tí tey hægstløntu í hesum land-
inum eru vard av 50% regluni
ið ger, at tey stórt sæð hvørki
kunnu fáa hægri ella lægri
skatt. Lættin sigst vera størstur
hjá inntøkum á umleið 20.000
krónur um mánaðin. Har eru
nógvar barnafamiljur og
ungfólk ið akkurát hava sett
búgv, og soleiðis sum samfelag-
ið undir fullveldislandsstýrinum
er gliðið í móti at verða eitt
brúkaragjaldssamfelag, so haldi
eg ikki, at vit eiga at verða so
forargaði inn á hendan bólkin,
sum nú verða útnevnd til at vera
tey ríku í samfelagnum.
Tey lægstløntu og
brandskatting
Tá íð tjóðveldisflflokkurin
gjørdi oljugjaldið fast, so var
tað einki minni enn harðasta
brandskatting av láglønarfólki í
nýggjari tíð - hvørki meira ella
minni. Harafturat so sleppur ein
næstan ikki út um einar dyr,
uttan onkur skal hava eitt
brúkaragjald.
Blokstuðulsniðurskurð-
urin - ein brølari
Hvussu víkir og vendir, so var
tað ein brølari at forera dansk-
arunum hasar pengarnar. Ein
faktura skal enda onkustaðni,
og givið er, at fíggjarlógin kann
ikki síggja út sum hon ger í
allar ævir, og burturforkláringar
hjá tjóðveldisfólki muna lítið í
tí spælinum.
Søgufalsan ella óvitinheit?