Sosialurinarkiv
Sosialurin 2005-07-09, síða 43
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 9. juli 2005síða 43

‹ fyrra síða allar 76 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 129 - 9. juli 2005 43 Mattænasta til pensionistar Sjóvar kommuna ætlar at bjóða pensionistum, ið heimarøktin ávísir, at keypa døgurða og fáa hann bornan til hús. Í hesum sambandi verur biðið um tilboð at gera uml. 8 døgurðar hvønn dag. Møgulig tilboð skulu vera kommunuskrivstovuni í hendi í seinasta lagið 1. august 2005. Áhugaði kunnu venda sær til kommunuskriv- stovuna á tlf.44 71 58 gerandisdagar millum kl.8.30 og 16.00 Sjóvar kommuna Skúlavegur 10 490 Strendur Umsitingarligur leiðari Sands Kommuna søkir eftir umsitingarligum leið- ara at byrja 15. august 2005, ella eftir nærri avtalu. Starvið er fulltíðarstarv. Umsitingarligi leiðarin: • hevur ábyrgdina av dagligu umsitingini og skriv- stovuavgreiðsluni, og virkar sum skrivari á stýris- fundunum. • hevur ábyrgdina av samlaðu fíggjarumsitingini hjá kommununi. Herundir bókhald, roknskap og fíggjarætlanargerð. • virkar sum ráðgevi hjá borgarstjóranum og kommunustýrinum. Tú kemur at arbeiða í einum avbjóðandi umhvørvi, har dentur verður lagdur á at veita borgarunum eina góða og javnbjóðis tænastu. Stórur dentur verður lagdur á at menna eina opna og gjøgnum- skygda umsiting. Vit vænta at tú er álítandi, fyrikomandi og hevur samstarvsevnir í einum umhvørvi við skiftandi pol- itiskum stýrum.Roknast skal við at starvsinnihaldið kann broytast í tráð við komandi ábyrgdarbroyt- ingar millum land og kommunu. Tú hevur holla útbúgving innan umsiting og leiðslu, og tú hevur royndir á umsitingarliga økin- um. Hægri útbúgving er ein fyrimunur. Umsóknarfreistin er 1. august. Umsóknir verða at stíla til Sands kommunu, FO-210 Sandi. Sands Kommuna Almannastovan Stuðulsfólk Søkt verður eftir stuðulfólki til eina familju í Norðurstreymoy. Talan er um eitt fjøltátta starv við ymiskum arbeiðsuppgávum og avbjóðingum. Uppgávan hjá stuðulinum er, í samráð við familjuna og avvarðandi myndugleikar, at skipa gerandisdagin, veita familjuni ráð- og vegleiðing og stuðla børnunum í teirra menning. Ynskiligt er, at tann, ið settur verður, hevur hóskandi fakliga útbúgving og/ella royndir. Arbeiðstíðin er 20 tímar um vikuna. Stuðulin er játtaður fram til 31. desember 2005. Lønar- og setanarviðurskifti eru sambært sáttmála ímillum Fíggjarmálaráði og avvarðandi yrkisfelag í mun til uppgávuna. Vegna serligar umstøður skulu umsóknir,saman við upplýsingum um útbúgving, royndir og møgulig- um viðmælum, vera Almannastovuni í hendi skjót- ast gjørligt og í seinasta lagi 20. juli 2005 og skulu stílast til: Almannastovan att: Sigrun Bærentsen Postsmoga 3096 Smyrilsvegur 20 110 Tórshavn Nærri upplýsingar um starvið fáast við at venda sær til Sigrun Bærentsen, tlf. nr. 35 35 10, lokal 1172, gerandisdagar millum klokkan 09.00 og 15.00. Lýsing eftir dagrøktarum Søkt verður eftir dagrøktarum til kommunalu dag- røktina í Fuglafjarðar kommunu at byrja tann 15. august 2005 ella skjótast eftir hetta. Størvini, talan er um, eru tíðaravmarkað fyribils til 1/2 ár til 15. februar 2006. Lønin verður ásett sambært sáttmála millum Starvsmannafelagið og Kommunala Arbeiðsgevar- afelag Føroya fyri dagrøktarar. Nærri upplýsningar um størvini fáast við at ringja til Eyðgerð A. Petersen, dagrøktarleiðara á telefon 214950. Møguligar umsóknir, ið skulu verða skrivligar, skulu vera Fuglafjarðar kommunu, Postboks 30, 530 Fuglafjørður í hendi í seinasta lagi mánadagin tann 1. august 2005 kl. 15.00. Kommunan skilir sær rætt til at velja millum innkomnar umsóknir ella onga at taka. Fuglafjørður, tann 6. juli 2005 Fuglafjarðar kommuna Hjálparfólk Søkt verður eftir 1 hjálparfólki 21tímar um vikuna, at byrja 1.septembur 2005. Dr. Margrethu Barnagarður er normeraður til 94 børn í aldrinum 0 til 7 ár sum eru bólkaði soleiðis : • 1 vøggustova á 10 børn í aldrinum 0 til 3 ár. • 3 barnagarðsstovur á 21 børn í aldrinum 3 til 5/6 ár. • 1 forskúlastovu á 21 børn í aldrinum 6 til 7ár. Barnagarðurin er sjálvsognarstovnur, hvørs enda- mál er, at hava umsorgan fyri børnum í aldrinum 0 til 7 ár og á einum kristnum støði, at menna tey í tryggum viðurskiftum á uppalingarligan fullgóðan hátt. Vit ynskja tí at umsøkjarin : • Hevur góð samstarvsevnir. • Er nýhugsandi og ígongdsetandi. • Skal kunna arbeiða sjálvsstøðugt. • Dugir at síggja tørvin hjá tí einstaka barninum. • Hevur ábyrdarkenslu. Vit kunnu bjóða tær : • Ein stovn í menning, hvar tú fart møguleikan at seta tín dám á dagligdagin. • Ein vælvirkandi starvsfólkabólk. • Eitt gott arbeiðsumhvørvi. • 94 praktfull børn. Vit vanta at tú saman við okkum skapar eitt gott umhvørvi á stovninum. Lønar- og setanarviðurskiftir sambært sáttmála mill- um Føroya Pedagogfelag og Kommunala Arbeiðs- gevarafelagið,lønarstig 5 / 9. Umsóknin skal vera okkum í hendi í seinasta lagi 5. august 2005. Dr. Margrethu Barnagarður Gerðagøta FO-700 Klaksvík Reingerðisfólk til Føroya Læraraskúla Lýst verður eftir reingerðisfólkum til Føroya Lærara- skúla. Annað til 4 tímar um dagin, hitt 2 tímar um dagin. Arbeiðstíðin er allar skúladagar frá kl.14.30 til 18.00. Starvið verður sett frá 15. august. Starvið verður sett sambært sáttmála millum Havnar Arbeiðskvinnufelag og Fíggjarmálaráðið. Tey, ið vilja hava meira at vita, kunnu seta seg í sam- band við skúlatænaran Einar Skála,á telefon 213508. Teldupostur kann sendast til flsk@flsk.fo. Umsóknir skulu verða skúlanum í hendi innan 1. august 2005. Tórshavn 6. juli 2005 Føroya Læraraskúli Postrúm 348 110 Tórshavn Lesið -so eru tit við!