leygardagur 9. juli 2005síða 44
‹ fyrra síða allar 76 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
44
Nr. 129 - 9. juli 2005
Leiðari til sosialu
deildina hjá
Fuglafjarðar kommunu
Fuglafjarðar býráð hevur á fundi tann 30. juni 2005
samtykt at seta sosiala deild á stovn tann 1.oktober
2005 og at søkja eftir leiðara til deildina.
Starvið
Tú kemur sum leiðari av Sosialu deild at taka tær av
leiðsluni av allari fyrisiting av deildini, herundir
málsviðgerð av almannamálum, sum sambært lóg-
gávuni eru ella verða løgd til kommununa. Sum
leiðari verður tú eisini skrivari og ráðgevi hjá sosialu
nevnd og ráðgevi og málsviðgerði og skrivari hjá
barnaverndarnevndini.Leiðarin skal eisini verða við
til at byggja upp barnaverndartænastuna,so henda
verður virkin tann 1. januar 2006, tá kommunurnar
yvirtaka hana. Leiðarin kemur eisini at hava
samskifti við m.a. tannlækna, kommunulækna,
skúlaheilsusystir, dagstovn, kommunalu dagrøktina
og landsmyndugleikar.
Førleikakrøv
Vit leita eftir persóni, ið er útbúgvin sum sosial-
ráðgevi. Tó kunnu eftir umstøðunum eisini aðrir
umsøkjarar lúka treytirnar, um teir hava aðra í
minsta lagi miðallanga útbúgving innan heilsu-,
almanna- ella skúlaverk.
Vit bjóða tær
Eitt spennandi og sjálvstøðugt starv, har tú sum
leiðari fær møguleika til at byggja upp og menna
Sosialu deildina frá byrjan av.
Setanarviðurskifti
Starvið verður sett skjótast til ber og í seinasta lagi
1. oktober 2005. Starvið verður lønt sambært sátt-
mála millum Kommunala Arbeiðsgevarafelag
Føroya og Starvsmannafelagið.
Hava tygum áhuga
So eru tygum vælkomin at senda skrivliga umsókn
saman við prógvum og møguligum CV og viðmæl-
um til Fuglafjarðar býráð, Postboks 30, 530 Fugla-
fjørður, og skal henda verða ráðnum í seinasta lagi
mánadagin 8.august 2005 kl.15.00.
Fleiri upplýsingar
Fást við at venda sær til Sigurð S.Simonsen,borgar-
stjóra á telefon 225111 ella Jákup Frants Larsen,
býráðsskrivara á telefon 211102.
Fuglafjørður, tann 7. juli 2005
Fuglafjarðar býráð
Sjúkraflutnings-
tænastan
Á sjúkraflutningstænastuni á Landssjúkrahúsinum
eru 5 størv á starvsbrøki 1,0 leys at søkja til setan
1.sepetember 2005 ella eftir avtalu.Talan er um føst
størv við eitt ára royndartíð.
Starvsøkini hjá Sjúkraflutningstænastuni fevna um
Streymoy, Eysturoy, Vágar og Sandoy. Her starvast í
løtuni umleið 30 fólk.Deildin hevur 12 bilar,íroknað
9 sjúkrabilar.Vaktsentralurin,ið hoyrir til deildina,er
saman við sjúkrabilunum á hvørjum starvsøki
mannaður alt samdøgrið.
Tann, ið settur verður, fær neyðuga upplæring í
smb. við starvið.
Tað er ein fyrimunur at umsøkjarin er búgvandi í
Vágunum,har hann partvíst kemur at hava tænastu
út frá støðini í Vágunum og partvíst innan hini
starvsøkini hjá Sjúkraflutningstænastuni á Lands-
sjúkrahúsinum.
Arbeiðstíðin verður eftir nærri avtalu við leiðaran.
Løn- og setanartreytir eru smb. sáttmála millum
Fíggjarmálaráðið og Havnar Arbeiðsmannafelag
um ambulansustarvsfólk.
Nærri upplýsingar um størvini fáast við at venda
sær til leiðaran Jákup Nolsøe, telefon 30 45 00
lokal 1130, ella fartelefon 217694.
Skrivlig umsókn við avriti av prógvum v.m. verður
at senda til
Landssjúkrahúsið
Lønar og Starvsfólkadeildin
Att: Una Fagraberg
Umsóknarfreistin er mánadagin 25. juli kl. 09.00
Á heimasíðuni hjá Landssjúkrahúsinum www.lsh.fo
sæst meira um størv við at klikka á leinkjuna
"starvsfólk.
Landssjúkrahúsið
Fo 100 Tórshavn
Tilboð upp á
skúlabarnaflutning
Fuglafjarðar kommuna loyvir sær hervið at lýsa
skúlabarnakoyringina
Hellurnar-Oyndarfjørð
skúlaárið 2005-2006 leysa frá 15. august 2005 at
rokna.
Talan er um flutning av trimum næmingum av
Hellunum til skúlan í Oyndarfirði og flutningur
aftur til Hellurnar eftir skúlatíð.
Tað verður kravt, at tann ella tey, ið átaka sær
skúlabarnakoyringina lúka krøv um, at akfarið, ið
nýtt verður, skal verða góðkent og skrásett til
vinnuligan fólkaflutning, herundir tryggjað til
vinnuligan fólkaflutning, og at førarin hevur gald-
andi koyrikort til vinnuligan fólkaflutning til
persónbil ávikavist buss.
Møgulig tilboð, ið skulu verða skrivlig, skulu vera
Fuglafjarðar kommunu, Postboks 30, 530 Fugla-
fjørður í hendi í seinasta lagi týsdagin 2. august
2005 kl. 15.00.
Kommunan skilir sær rætt til at velja millum
innkomin ella einki at taka.
Fuglafjørður, tann 7. juli 2005
Fuglafjarðar býráð
Kom við á
familjulegu
Stað: Leguhúsið í Nesvík
Tíðarskeið: 30. juli til 3. august.
Tekning: Tel. 319655 ella Solgerdar@kallnet.fo
Tekningarfreist: Mánadagin 11. juli.
Landsfamiljunevndin hjá
Heimamissiónini
Sosialin
Internet Sosialur
www.sosialurin.fo
in