týsdagur 12. juli 2005síða 2
‹ fyrra síða allar 81 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
2
Nr. 130 - 12. juli 2005
Ungdómsleiðarar úr
øllum Norðanlondum
savnast næstu vikuna
við Gjógv. Tretivu
luttakarar verða við
SKEIÐ
Heri á Rógvi
heri@sosialurin.fo
Føroya Ungdómsráð skipar
í samstarvi við NSU frá
sunnudegnum 10. juli til
leygardagin 16. juli fyri
norðurlendskum leiðara-
skúla í Gjáargarði. NSU,
sum er stytting fyri Nordisk
Samorganisation for Ung-
domsarbejde, er mannað
við stjórn úr øllum Norður-
londum. Umboðandi Før-
oya Ungdómsráð, hevur
Jákup av Skarði verið
stjórnarlimur í nøkur ár.
Endamálið við skeiðin-
um er at stimbra og menna
ungdómsarbeiði. Leiðar-
arnir fáa íblástur at standa
fyri ungdómsarbeiði og at
menna aðrar fyriskiparar, tá
ið luttakararnir koma heim
aftur.
Orð sum teambuilding og
grundleggjandi
leiðslu
viðurskifti
síggjast
í
skránni fyri skeiðið. Tað
eru í stóran mun føroyskir
fyrilestrarhaldarar, ið seta
dám á skeiði. Jens Vang,
Bogi Andreasen, Bergur
Godtfred og Jákup av
Skarði
teljast
millum
fyrilestrahaldararnar.
Dentur verður lagdur á,
at luttakararnir skulu bróta
nøkur persónlig mørk og
harvið mennast persónliga.
Ein lutur í hesum er, at
Bogi Andreasen og Jákup
Jacobsen skipa fyri avbjóð-
andi túri í Koltri.
Bogi Andreasen er settur
at leiða skúlan, og Jóanes
E. Árting, ið er aðalskrivari
í
Føroya
Ungdómsráð,
hevur samskipað tiltakið
seinasta árið.
Leiðaraskeið við Gjógv