Sosialurinarkiv
Sosialurin 2005-07-12, síða 2
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 12. juli 2005síða 2

‹ fyrra síða allar 81 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

2 Nr. 131 - 13. juli 2005 Tveir av bestu før- oysku lagasmiðunum verða millum nøvnini á G! Festivalinum. Herfyri spældu teir konsert fyri einum fullsettum Gimle í Roskilde. Høgni Lisberg var sera skuff- andi, meðan framførslan hjá Teitur var framúrskarandi NIELS UNI DAM nielsuni@sosialurin.fo Teir nógvu áhoyrararnir, sum høvdu leita sær í best umtókta spælistaðið í Ros- kilde hetta kvøldið, upp- livdu tveir av okkara bestu tónasmiðjum. Báðir spældu teir nýtt og gott gamalt, og hjá báðum vóru nøkur av teimum nýggju løgunum ordiliga góð. Vánaligt ljóð Konsertin var annars merkt av øðiliga ymiskum ljóð- umstøðum. Ljóðið hjá Høgna Lisberg var út av lagi vánaligt, meðan Teitur hevði egnan ljóðmann við, og har ljóðaði øðiliga væl. Tað er Jónas Bloch Daniel- sen, sum er ljóðmaður hjá Teitur. Saman hava teir ferðast kring allan heim seinastu árini og framført nógvar hundra konsertir úr smáum klubbum til stórar festivalar. Tað hoyrdist eisini aftur, ljóðið var heilt ómetaliga gott og tolkaði ymsu hugløgini í tónleik- inum. Hjá Høgna Lisberg, sum legði fyri, var upplivingin heilt ørðvísi. Ein ljóðmaður hjá spælistaðnum Gimle ljóðblandaði. Ljóðið var hvast, og balansan millum ljóðførini var út av lagið vánalig. Ringar umstøður at ljóðblanda Men rætt skal vera rætt, ljóðmaðurin hevði ikki bestu umstøður at arbeiða undir. Høgni Lisberg hevði tveir mans við sær Allan Tausen á gittar og Hans Poulsen á ymiskum tang- entljóðførum. Men løgini vóru slett ikki løgd til rættis til hesa manning, mangulin á bassi var øðiliga tíðiligur, eisini høvdu trummir óiva hjálpt. Har hekk slettis ikki saman, sum áhoyrarari ynskti eg, at Høgni bað hinar báðar fara av pallin- um, tí Høgni við kassagitt- ara hevði verið munandi betur. Ikki tí - ljóðblandi av røddini hjá Høgna var eis- ini ring, hon ljóðaði sum restin hvøss. Fyri at gera ljóðbland- ingsuppgávuna enn tor- førari hevði Allan Tausen hvøss gittarljóð, sum fóru gjøgnum merg og bein. Tá ljóðmaðurin so valdi at hava henda gittar hart frá í ljóðblandinum, varð ótrú- liga lítið skil á. Heldur ikki Hans Poulsen kom serliga væl frá uppgávuni, hansara spæl riggaði øðiliga illa inn í heildina. Hann tyktist slettis ikki at taka hædd fyri, at eingin botnur var, og tí hekk tað bara ikki saman. Men hóast framførslan var út av lagi, so var Høgni sjálvur og summi av løgun- um góð. Fyrsta lagið hjá Høgna var "Caught" og megnaði ongantíð at sann- føra. Men tá frálíka lagið "When you get home" var ðspæl, lýsti tað við síni góðsku ígjøgnum ringa ljóðið. Nýggj løg av ymiskari góðsku Høgni spældi fleiri nýggj løg, tað fyrsta "The beauty of it all" breyt nógv við stílin hjá Høgna, og var nokkso festligt, men tían- verri ikki serliga gott. Heldur ikki lagið "Stand by my side" riggaði, men her var tað nokk heldur fram- førslan, sum haltaði. Har- afturímóti vóru "Desert" og "Morning Dew" heilt ótrú- liga góð løg, og tey veru- ligu hæddarpunktini. Løgini "Lost on Earth", "Here comes Salvation" og "Burn to dust" eru framúr løg, men framførslan og ljóðið gingu illa útyvir upplivingina. Hugnaligt og stórsligið Teitur traðkaði á pallin og hevði beinanvegin áskoðar- armar í lógvanum. Fram- førðslan var hugnalig og stórsligin samstundis. Bólkurin var væl saman- spældur, løgini vóru væl løgd til rættis, tónleik- ararnir samskiftu væl og strálaðu av spæligleði. Tá tað so omaná alt hetta ljóðaði framúrskarandi, var ikki nógv at klaga um. Teitur spældi eitt gott bland av nýggjum og goml- um. Nógv fólk sungu við í gomlu løgunum. Serliga "Josephine", "Sleeping with the Lights on", "Ray of the Sun" og "Amandas Dream" og "You’re the Ocean" riggaðu væl. Hamrandi góð Tey nýggju løgini vóru nógv frekari, meira egin og so hamrandi góð. Fleiri av teimum vóru løg skrivaði í fyrsta persóni um einsa- møll folk og um støður, sum tey eru í. Teitur segði, at hann spældi við hugskot- inum um at gera ein fløgu, sum skuldi eita "All the lonely people". Hann helt fram at Beatles spurdu, hvar tey mundu koma frá, og nú spurdi Teitur hvar tey vóru farin. Myrkt og ófrættakent Tað droymandi og lokkandi lagið "Waiting for Mars to come out", tað myrka og ófrættakenda lagið "Hit- chiker", "Thief about to break in" og festliga næstan Frank Zappakenda lagið "Last kid on the playgro- und" vóru slík løg, og tey boða frá eini framúr fløgu. Serliga "Waiting for Mars to come out var fantastiskt. Minst fangandi løtan varð, tá Teitur spældi "My one and only love" lagið er vakurt, og salurin sang við, men tað kom ikki ordiliga upp á sama støðið, sum okkurt av hinum løgunum. Sum sild í Sauna Frammanfyri pallin stóðu fólk sum sild í tunnu, har varð heitt og fólk sveittaðu, men hugnaðu sær. Tað kendist næstan sum í einum Sauna. Langt var ímillum før- oysku andlitini hetta kvøld- ið, nøkur vóru har, men flestu áskoðararnir vóru danir. Genturnar við droymandi eygum og tað breiða aldursbýti ímillum áskoðararnar vísti tíðiliga, at Teitur eisini er ein stjørna í Danmark, og at hann fevnir breitt. Nú er bara at bíða til G! Festivalin, har bæði Høgni og Teitur aftur fáa høvið at spæla, og vónandi verður Teitur líka góður, meðan Høgni helst átti at verið eitt sindur betur. Framúr føroyskir lagsmiðir G!