týsdagur 12. juli 2005síða 3
‹ fyrra síða allar 81 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 130 - 12. juli 2005
3
Álitismaðurin hjá
SEV, Hjalmar N. Poul-
sen, vísir staðiliga
uppáhaldinum hjá
landsstýrismannum í
fíggjarmálinum aftur
um, at maskinmeist-
ararnir hjá SEV fáa
40% meir í løn enn
ein maskinmeistari
fær í miðal aðra-
staðni. Hann heldur
hinvegin, at teir hava
verið undirbetaltir
seinastu 11 árini
ÓNØGD
Páll Holm Johannesen
pall@sosialurin.fo
Tað skortar ikki við nei-
ligum lýsingarorðum, tá
Hjalmar N. Poulsen verður
biðin at lýsa framferðina
hjá landsstýrismanninum,
Bárði Nielsen, í málinum
um sáttmálaósemjuna mill-
um Maskinmeistarafelagið
og SEV.
Hjalmar N. Poulsen er
maskinmeistari hjá SEV á
vatnorkuverkinum í Vest-
manna, og hann hevur
starvast á SEV síðan 1973.
Seinastu vikurnar hevur
Hjalmar N. Poulsen, ið eis-
ini er álitismaður hjá SEV,
skrivað fleiri hvassorðað
lesarabrøv, har hann hevur
viðgjørt ósemjuna millum
SEV og Maskinmeistara-
felagið.
Seinasta lesarabrævið hjá
Hjalmari snýr seg um við-
merkingarnar hjá lands-
stýrismanninum í fíggjar-
málum á løgtingsins røðara-
palli mikudagin, tá Bárður
Nielsen vildi vera við, at
SEV rindar sínum maskin-
meistaraum 40 % hægri í
løn enn ein miðal maskin-
meistari fær aðrastaðni.
Hjalmar N. Poulsen vísir
staðiliga uppáhaldinum hjá
Bárði Nielsen aftur.
Burturvið
Í Sosialinum í dag ber til at
lesa eitt lesarabræv frá
Hjalmari N. Poulsen, har
hann staðiliga vísir aftur
uppáhaldinum hjá lands-
stýrismanninum. Í lesara-
brævinum skrivar hann:
-
Pástandur
hansara
bygdi, sum skilst, á, at við-
bøtur og yvirtíðsútgjald-
ingar vóru órímuliga høgar í
mun til aðrar sáttmálar av
slíkum slag. Út frá hesum
sjónarmiði, væl at merkja,
um hetta er satt, kann mann
einaferð aftur ásanna, at
maðurin er rættiliga óseri-
øsur.
Hjalmar N. Poulsen vísir
á, at arbeiðið hjá maskin-
meistarunum er rættiliga
krevjandi, og at stórur part-
ur av arbeiðnum er uttan-
fyri vanliga arbeiðstíð.
- Uttan mun til um tað er
ólavssøka, páskir, jól ella
nýggjár, so eru vit noyddir
at vera til arbeiðis. Tað er
ein rúgva av tímum, sum
liggja uttanfyri vanligu ar-
beiðstíðina, og sjálvandi
skulu vit hava nakrar krón-
ur afturfyri tað. Nakað heilt
annað er tað, at tað, vit fáa
fyri yvirtíðina, eru látur-lig-
ar upphæddir, sigur hann.
Hjalmar
N.
Poulsen
heldur, at Bárður Nielsen
beinleiðis villeiddi løg-
tingið mikudagin, tá hann
segði, at SEV rindar sínum
maskinmeistarum
40%
meir í løn enn ein maskin-
meistari fær aðrastaðni.
- Tað er fullkomiliga
burturvið, at landsstýris-
maðurin ger viðbøtur og
mistan verkfalsrætt upp í
prosentum, tí tað kann ikki
gerast upp í prosentum.
Hann tekur púra ókritiskt
nøkur tøl úr leysari luft, og
leggur tey afturat okkara
sáttmála. Tað ber snøgt sagt
ikki til at rokna okkara
grundløn eftir, hvat vit fáa í
yvirtíð, vísir hann á.
Hjalmar
N.
Poulsen
undrast stórliga á, hví eing-
in í løgtinginum talaði at, tá
landsstýrismaðurin
vildi
vera við, at lønirnar hjá
maskinmeistarunum vóru
hægri enn hjá restini av
maskinmeistarunum.
Lønargjógv
Í farnu viku kom fram í
ljósmála, at grundlønin hjá
maskinmeistararnir
hjá
SEV er millum 8-12%
lægri enn hjá øðrum mask-
inmeistarum í landinum.
- Í 1994 játtaðu vit at fara
niður við 8,7 % í løn, tí bú-
skaparstøðan
var
so
hættislig. Vit fingu tá lov-
að, at lønarmunurin skuldi
javnast út aftur, tá betri tíðir
komu, men hetta er ong-
antíð hent. Seinastu 11
árini hava vit verið undir-
betaltir, og teir skylda
okkum løn síðan 1994, og
nú er tolið uppi, sigur
álitismaðurin hjá SEV.
Hann heldur, at Maskin-
meistarafelagið sanniliga
hevur víst samfelagsinni,
og í nógv ár hildið aftur í
lønarsamráðingum, men nú
er ovboðið.
- Vit hava verið undirbetaltir
seinastu 11 árini
Vit royndu fyrrapartin
at fáa orðið á lands-
stýrismannin í fíggjar-
málum, Bárð Nielsen, til
eina viðmerking, men
tað eydnaðist okkum
tíverri ikki.
-Tað er fullkomiliga burturvið, at landsstýrismaðurin ger viðbøtur og mistan verkfalsrætt upp í prosentum, tí tað kann ikki gerast upp í prosentum, sigur Hjalmar N. Poulsen
Mynd: Álvur Haraldsen
So nógv hevði tað
kostað SEV
Sáttmálin, sum Løgtingið at enda vrakaði, men sum
partarnir vórðu samdir um, fevndi um eina
lønarhækking upp á 3,625 % yvir tvey ár og fimm
mánaðir. Jón Danielsen, fíggjarleiðari hjá SEV,
upplýsir, at hetta hevði svarað til eina útreiðsluøking
upp á 650,000 krónur yvir tvey ár og fimm mánaðir.
Men ístaðin lóggav Løgtingið, at gamli sáttmálin
skuldi leingjast fram til 1. desember, og tískil økjast
lønarútreiðslurnar til maskinmeistararnar hjá SEV ikki
fram til 1. desember.
Perspektiv
Um 650,000 krónur yvir tvey ár og fimm mánaðir ikki
verða brúktar til lønarútreiðslur, men til lækking av el-
prísunum, so kundi SEV lækka prísin við 0.3 oyrum
per kilo-watt-tíma yvir tvey ár og fimm mánaðir,
upplýsir Jón Danielsen, fíggjarleiðari hjá SEV.
- hkm