Sosialurinarkiv
Sosialurin 2005-07-12, síða 3
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 12. juli 2005síða 3

‹ fyrra síða allar 81 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 131 - 13. juli 2005 3 Fuglafjørður brynjar seg til barnaverndarøkið -Vit hava bjóðað bæði Gøtu- og Leirvíkar kommunu at sam- starva við okkum á barnaverndarøkin- um. Tá verða vit 3.600 fólk, og tað haldi eg er ein hóskandi eind, sigur Sigurð Simon- sen, borgarstjóri í Fuglafjarðar komm- unu KOMMUNU- POLITIKKUR Páll Holm Johannesen pall@sosialurin.fo - Kommunurnar fáa størri og størri ábyrgd á sosiala økinum, og vit eru noydd at fylgja við. Vit umsita í dag barnagarðsøkið og part av eldrarøktini, og í næstum yvirtaka vit eisini barna- verndarøkið. Vit hava leingi havt ætlanir um at seta eina sosiala deild á stovn, og tú kanst siga, at nýggja barna- verndarøkið hevur skumpað undir gongdina, sigur borg- arstjórin í Fuglafjarðar kommunu, Sigurð Simonsen Í bløðunum seinastu dag- arnar sæst at lesa, at Fugla- fjarðar kommunu søkir eftir einum sosialráðgeva, ið skal vera leiðari á eini nýggjari sosialari deild, sum kommunan ætlar at seta á stovn. Kommunan verður sostatt tann fjórða í røðini, ið skipar seg við eini sosi- alari deild. Hinar kommun- urnar eru Tórshavnar-, Klaksvíkar- og Runavíkar kommuna. Tætt samstarv Nýggja barnaverndarlógin, sum løgtingið samtykti 8.mars í ár, áleggur komm- ununum at finna saman í samstarvseindir ella barna- verndarøki á í minsta lagi 1500 fólk. Í dag búgva 1600 fólk í Fuglafjarðar kommuna, men borgar- stjórin vónar kortini, at Fuglafjørður gongur saman við øðrum kommunum á barnaverndarøkinum. - Vit hava bjóðað bæði Gøtu- og Leirvíkar komm- unu at samstarva við okk- um á barnaverndarøkinum. Tá verða vit 3.600 fólk, og tað haldi eg er ein hóskandi eind, heldur Sigurð Sim- onsen. Hvørki Gøtu- ella Leir- víkar kommuna hava svar- að innbjóðingin úr Fugla- firði, men eftir ætlan fær Fuglafjarðar kommuna endaligt svar frá granna- kommununum eftir summ- arfrítíðina. Tænastan mannað 1. januar verður barna- verndarøkið endaliga lagt út til kommunurnar. Nýggja barnaverndarlógin leggur upp til, at kommun- urnar skipa seg við eini barnaverndarnevnd og eini barnaverndarfyrisiting. Ætlanin er, at kommun- urnar velja borgarar at manna barnaverndarnevnd- ina, meðan barnaverndar- fyrisitingin verður mannað av fólki, ið hava ein fakliga førleika á økinum. Fuglafjarðar kommuna hevur longu mannað barna- verndarnevndina. Teir tríggir limirnir í nevndini eru Malena í Lambanum, ið er forkvinna, Hans Jacob Hansen og Ásla Sevdal. Sosiala økið í dag er kostnaðarmiklasti posturin hjá Fuglfjarðar kommunu. Sosiala økið fer avstað við millum 20-25% av samlaðu fíggjarætlanini hjá Fugla- fjarðar kommunu. -Vit hava leingi havt ætlanir um at seta eina sosiala deild á stovn, og tú kanst siga, at nýggja barnaverndarøkið hevur skumpað undir gongdina, sigur borgarstjórin í Fuglafjarðar kommunu, Sigurð Simonsen Mynd: Savnsmynd