týsdagur 12. juli 2005síða 6
‹ fyrra síða allar 81 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
6
Nr. 130 - 12. juli 2005
Formaðurin í
Lærarafelagnum vil
ikki hoyra talan um,
at sáttmálin hjá
maskinmeistarunum
skal hava nakað við
teirra samráðingar at
gera
ARBEIÐS-
MARKNAÐUR
Heri á Rógvi
heri@sosialurin.fo
Semjan millum SEV og
Maskinmeistararnar eigur
ikki at hava nakra ávirkan á
sáttmálasamráðingárnar í
heyst.
Hetta heldur formaðurin í
Føroya
lærarafelag,
Magnus
Tausen.
Hann
heldur málið um maskin-
meistararnar og SEV og
teirra samráðingar vera
púra hvør sítt.
– Vit vilja ikki oyðileggja
nakað fyri maskinmeistar-
arnar. Hvat teir fáa frá SEV
hevur einki at gera við okk-
ara
samráðingar,
sigur
Magnus Tausen.
– Hvat arbeiðarafeløgini
og arbeiðsgevararnir á tí
privata samdust um fyrr í ár
leggur heldur ikki støðið
hjá okkum. Tað er púra
burturvið, at aðrir partar
skulu kunna áseta okkara
prosentkarm, sigur Magnus
Tausen.
Við hesum sipar formað-
urin í Lærafelagnum eisini
til útsagnirnar hjá Bárði
Nielsen um, at fakfeløgini
eru samantvinnaði. Gevur
tú tí eina eitt prosent; so
skulu hini eisini hava eitt
prosent.
– Okkara samráðingarnar
eiga ikki at vera tengdar at
øðrum samráðingum á tí
privata
økinum,
sigur
Magnus Tausen.
– Skal Bárður Nielsen
hava ein nullloysn, so skal
tað koma í samráðing og
ikki sum krav frá byrjan. Tá
er ikki talan um samráðing,
men um diktat. Og feløgini
samráðast ikki um null-
loysnir, sigur Magnus Tau-
sen.
Avvápnað
Tað hevði valla endað við
ramaskríggjum kring land-
ið, um lærarnarir á hægstu
summartíð fóru í verkfall.
– Vit eru avvápnaðir í løt-
uni, so vit hava ikki hugsað
um at farið í verkfall, sigur
Magnus Tausen.
Føroya lærafelagið hevur
verið í samband við Starvs-
mannafelagið og onnur fak-
feløg. Og feløgini hava av-
gjørt at hittast í summar.
Men einki umfatandi verk-
fall ella líknandi er í um-
búna. Feløgini hava avgjørt
og tosa saman, og formað-
urin hjá lærarunum heldur,
at feløgini hava nógv at
tosa um. Og tað er ikki bert
løn.
Magnus Tausen leggur
eina við, at hansara felag
ikki heldur tað verið í lagi,
at løgtingið leggur upp í á
tílíkan hátt.
– Vit eru harðliga ímóti
tí, sum hendi mikudagin.
Men tað er ikki nógv, ið vit
kunnu gera við tað, sigur
Magnus Tausen.
2,4% er nullloysn
– Ein nulloysn er ikki minni
enn 2,4% í lønarhækkan.
Vanliga hava feløgini, ið
samráðast við tað almenna,
fingið tí somu lønarhækk-
an, t.e. somu prosentvísu
øking í lønini. Og hesum
kann tað væl hugsast, at tað
aftur hesaferð endar við.
-
Starvsmannafelagið
hevur sum størsta felag
oftani lagt støðið og hini
fylgt eftir. Tí er tað eisini
týdningarmikið, at feløgini
tosa saman um krøvini, so
at tey kunnu verða samd
um felags krøv m.a. felags
prosentkarm sigur Magnus
Tausen.
Men merkir tað, at Lær-
arafelagið kundi hugsað
sær, at feløgini samráddust
undir einum?
– At øll feløgini samráð-
ast undir einum er ikki
neyðugt,
men
feløgini
kundu í felag fingið sett
lønarkarmin t.d. við at ein
bólkur umboðandi feløgini
tók hetta á seg.
Føroya lærarfelag hevur
eina høvuðsavtalu, sum
landsstýrismaðurin
í
fíggjarmálum hevur ført
fram ynski um at fáa fleiri
av.
– Høvuðsavtalan varð
gjørd av neyð, men hon
hevur hevur víst seg at
rigga rímiliga væl í friðar-
tíð, men hon er eitt haft um
beinið, tá ið stríð tekur seg
upp sigur Magnus Tausen
sum setur sítt álit á, at
felags skipan at loysa træt-
ur kann verða skipað fyri
allan arbeiðsmarknaðin.
Hann sigur seg væl skilja
sjónarmiðini um, at 32
fakfeløg innan almenna
sektorin er ov nógv. Men
tað er veruleikin, og tað
eiga myndugleikarnir at
hava virðing fyri sigur
hann.
– Fólk eru góð við sítt
fak, og tað er ein styrki fyri
samfelagið, sigur Magnus
Tausen.
Skal vera slætt borð
– Vit áttu nokk at
verið farin í verkfall,
men tað ber ikki til
mitt í summar-
frítíðini, tá bert tey
sjúkastu liggja inni og
mestsum bert brá-
fangisarbeiði verður
gjørt, sigur Jana H.
Dalsgaard, forkvinna
fyri Sjúkrarøktar-
felagið
ARBEIÐS-
MARKNAÐUR
Heri á Rógvi
heri@sosialurin.fo
Eisini forkvinnan fyri Fel-
agið Føroyskir sjúkrarøkt-
arfrøðingar er í øðini inn á
løgtingið fyri at lóggeva
maskinmeistararnar
hjá
SEV aftur til arbeiðis. Fel-
agið finnist hvassliga at
løgtinginum í einari yvir-
lýsing.
Men hví fóru sjúkra-
røktarfrøðingarnir ikki í
verkfall?
– Vit áttu nokk at verið
farin í verkfall, men tað ber
ikki til at savna nevndina,
sigur Jana Dalsgaard.
Fleiri nevndarlimir eru í
summarfrí, og tað forðar
tískil felagnum at taka
endaliga støðu til spurn-
ingar um verkfall.
– Men ein arbeiðsstøðgur
nú hevði kortini ikki komið
uppá tal tí í summarfrítíðini
eru tað bert tey sjúkastu
sum liggja inni, og mest-
sum bert bráfangisarbeiðið
ið verður gjørt, so tað hevði
rakt tey veikastu og tað
vilja vit ikki, sigur Jana
Dalsgaard.
Men felagið fylgir væl
við, hvat hendir í málinum.
Forkvinnan sigur harum-
framt, at felagið ikki ætlar
at fylgja tilmælinum hjá
Bárði Nielsen um høvuðs-
avtalur.
Felagið hjá fyrrverandi
sjúkrasystrunum ætlar sær
at luttaka á teimum fund-
um, ið fakfeløgini í felag
fara at fyriskipa, men í
løtuni er einki ítøkiligt í
umbúna.
Hon vil heldur ikki siga
nakað um, hvat útgangs-
støðið hjá felagnum verður
til sáttmálasamráðingarnar
í heyst.
Paralelt við gamalt
stríð
Hjá Janu H. Dalsgaard leita
tankarnar fáar mánaðir
aftur í tíðina, tá stríð var
millum landsins myndug-
leikar og sjúkrarøktarfrøð-
ingar um umleggingar á
Landssjúkrahúsinum. Hon
metir, at landsins myndug-
leikar misbrúka friðarskild-
una.
– Málið á Landssjúkra-
húsinum er eitt dømi um-,
at tað ber til hjá arbeiðsgev-
aranum uttan so mikið sum
at tosa við ein part í einum
máli, við hjálp frá Lands-
stýrinum, at gera allar
møguligar og grundleggj-
andi broytingar í friðartíð,
har vit einki kunnu gera,
sigur Jana H. Dalsgaard.
Verkfall hevði rakt tey veikastu
Magnus Tausen
Jana H. Dalsgaard