týsdagur 12. juli 2005síða 5
‹ fyrra síða allar 81 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 131 - 13. juli 2005
5
– Eitt høvuðsendamál
við Fiskapakkanum
var at steðga pro-
forma-sølunum, men
tað er fullkomiliga
miseydnað, tí tær
halda fram akkurát
sum fyrr, sigur for-
maðurin í Ráfiska-
keyparafelagnum
FISKAPAKKIN
Áki Bertholdsen
aki@sosialurin.fo
– Fiskapakkin hevur verið
eitt stórt vónbrot.
So bersøgin er Andreas F.
Hansen, formaður í Føroya
Ráfiskakeyparafelag.
Tá ið Fiskapakkin varð
settur í gildi, var eitt høv-
uðsendamál at steðga pro-
forma-sølunum, har fiskur
fer óvirkaður av landinum,
uttan at føroysk virki hava
fingið ein veruligan møgu-
leika at bjóða uppá hann.
Men nú Fiskapakkin bara
hevur verið í gildi í knappar
tvær vikur, kann formaður-
in í Ráfiskakeypararafel-
agnum longu staðfesta, at
hesin parturin av honum er
fullkomiliga miseydnaður.
–
Proforma-sølurnar
halda fram, akkurát sum
tær gjørdu áðrenn fiska-
pakkin varð settur í gildið.
Hann sigur, at ráfiska-
keypararnir eru so mikið
vónbrotnir og ónøgdir við
Fiskapakkan, at teir fara
ikki at lata hetta fara aftur-
við borðinum.
Men hvat Ráfiskakeyp-
arafelagið fer at gera við
støðuna, veit hann ikki enn.
– Tað fer felagið at við-
gera eftir summarferiuna,
táið tað ber til at savna
nevndina aftur. Hetta er
undir øllum umstøðum eitt
mál, sum vit fara at taka
upp, tí støðan er enn líka
vánalig, sum hon var
frammanundan.
Brot á semju í vinnuni
Andreas F. Hansen leggur
dent á, at tá ið Fiskapakkin
varð snikkaður til, samdust
bæði ráfiskakeyparar, sum
eru flakavirkini og ráfiska-
seljarar, sum eru skipini,
um eitt tilmæli til landsstýr-
ismannin sum skuldi hava
til endamáls at fáa enda á
proforma-sølunum.
Í tilmælinum til lands-
stýrismannin, vóru ráfiska-
keypararnir og ráfiskaselj-
ararnir eisini samdir um, at
útlendingar skuldu sleppa
at bjóða uppá fiskin.
– Tað er hetta uppskotið
frá vinnuni, sum er grund-
arlagið undir Fiskapakkan-
um.
Men nú proforma-søl-
urnar halda fram ótarnaðar,
staðfestir formaðurin í Rá-
fiskakeyparafelagnum, at
nakrir
ráfiskaseljararnir
snúgva sær uttanum hesa
semjuna, teir gjørdu við
keypararnar.
Men tá ið skipini gera
hetta, er tað helst tí at tað
loysir seg best?
– Tað vita vit ikki, tí í
veruleikanum sleppur tað
ikki at standa sína roynd.
Mugu hava ein
veruligan møguleika
Sjálvur er Andreas F.
Hansen ímóti politiskari
uppílegging í vinnuna.
Men í hesum føri heldur
hann, at tað slepst ikki utt-
anum.
– Minsta krav má vera, at
allir keyparar fáa ein veru-
ligan møguleika at bjóða
uppá fiskin, sum verður
fiskaður undir Føroyum.
Tað átti ikki at verið so
trupult hjá øllum at samst
um.
– Tað eru ikki bara fiska-
virkini, sum ikki sleppa at
bjóða uppá fiskin. Tað eru
eisini aðrir útflytarar, sum
heldur ikki sleppa at bjóða,
tí støðan er tann, at tað eru
bara teir, sum framman-
undan hava avtalur við
skipini, sum heldur ikki
sleppa at bjóða.
Hann sigur, at kappingin
um fiskin er rættiliga hørð
og møguliga klára føroysku
virkini ikki at keypa fiskin
kortini.
– Men tað er ikki tað,
sum hetta snýr seg um.
Hetta snýr seg um varðeita
eina aðalreglu um at allir
keyparar skulu hava veru-
ligar og javnbjóðis møgu-
leikar at bjóða uppá tann
fiskin, sum verður fiskaður
undir Føroyum.
– Vit eru ikki bangin fyri
fríari kapping. Men so skal
tað vera fría kapping, men
tað er tað ikki ídag.
Hann sigur, at í veruleik-
anum eru fiskakeypararnir
verri fyri nú, enn teir vóru
áðrenn Fiskapakkin varð
settur í gildið.
– Eitt er, at proforma-
sølurnar halda fram sum
áður, men nú sleppa afturat
eisini útlendingar at bjóða
uppá fiskin.
– Sostatt hava ráfiska-
keyparar fingið akkurát
onki burturúr Fiskapakkan-
um, sigur Andreas F. Han-
sen.
Mannagongdin er
broytt eitt lítið
sindur, men Fiska-
pakkin hevur ikki
megnað at forða fyri
proforma-sølunum
ÓVERULIGAR
SØLUR
Áki Bertholdsen
aki@sosialurin.fo
Fiskapakkin hevur ikki
megnað at forða fyri
teimum óverligu sølunum
av fiski.
Tað siga bæði Andreas
F. Hansen formaður í Rá-
fiskakeyparafelagnum og
aðrir fiskakeyparar, vit
hava tosað við.
Teir siga, at Fiskapakk-
in hevur gjørt, at tað hev-
ur verið neyðugt at broyta
mannagongdina
í
sambandi við proforma-
sølur eitt sindur, men úr-
slitið er tað sama og tað
er, at tær halda fram
ótálmaðar, akkurát sum
tær gjørdu, áðrenn fiska-
pakkin varð settur í gild-
ið.
Fyrr fóru proforma-
sølurnar soleiðis fram, at
fiskakeyparar avtalaðu
við skip um at keypa
fiskin frá teimum.
Fyri at kunna flyta fisk-
in óvirkaðan av land-
inum, mátti fiskakeyp-ar-
in fyrst bjóða fiskin til
sølu á føroyska marknað-
inum. Men har setti keyp-
arin so høgan minstaprís,
at ongin kundi keypa-
uttan hann sjálvur. Sostatt
keypti keyparin fiskin frá
sær sjálvum og rindaði
sær sjálvum prísin fyri
fiskin. Nú kundi hann so
ávísa, at fiskurin hevði
verið bjóðaður út á
føroyska marknaðinum,
men at ongin hevði keypt
og tí var tað lógligt at
flyta hann av landinum.
Síðani
fiskapakkin
kom, er mannagongdin
broytt eitt sindur, men
úrslitið er akkurát tað
sama, siga fiskakeyparar.
– Nú stendur tað í lóg-
ini, at tað er loyvis-
havarin, altso skipið, sum
skal bjóða fiskin út á
marknaðin í Føroyum.
Tað, sum nú hendir, er, at
skip og keyparar gera av-
talur sínamillum, akku-
rát, sum áður.
Men nú hendir tað, at
skipið gevur fiskakeypar-
anum fulltrú til at handla
fiskin vegna skipið. So-
statt bjóðar skipið fiskin
á marknaðin, men ásetir
so høgan minstaprís, at
ongin kann keypa, uttan
keyparin, sum avtala er
gjørd við frammanundan.
Keyparin
fær
síðani
fiskin og nú kann eisini
vísast á, at fiskurin hevur
verið bjóðaður út og at
tað tí er lógligt at at flyta
hann óvirkaðan av land-
inum.
Tá ið fiskurin síðani er
endaliga seldur, verður
»yvirprísurin« bara mill-
umroknaður
ímillum
skipið og keyparan í Før-
oyum, sum flytir fiskin
út.
– Tað eru dømi um, at
skip hava sett hýsu trý til
sølu á fiskamarkn-aðin-
um fyri 25 krónur fyri
kilo, hóast marknaðar-
prísurin neyvan er meiri
enn 15 krónur, siga fiska-
keyparar. Keyparin, sum
avtala
er
gjørd
við
frammanundan,
keypir
síðani hýsuna fyri 25
krónur, og selur síðani
hýsuna aftur fyri 15
krónur og yvirprísurin
uppá 10 krónur, verður
síðani millumroknaður
aftur ímillum skipið og
keyparan, siga fiskakeyp-
arar.
Eru trupulleikar
framvegis við pro-
forma-sølum, skal
okkurt gerast við tað,
sigur Landsstýris-
maðurin í fiskivinnu-
málum
PROFORMA-SØLUR
Áki Bertholdsen
aki@sosialurin.fo
Eru tað framvegis trupul-
leikar við proforma-sølum,
skal okkurt gerast við tað.
Tað sigur Bjørn Kalsø,
landsstýrismaður í fiski-
vinnumálum.
Hann sigur, at hann
kennir ov lítið til tær
proforma-sølur, sum rá-
fiskakeyparar nú siga seg
hava staðfest, til at hann
kann gera viðmerkingar til
tað.
Men hann staðfestir, at
endamálið við Fiskapakk-
anum var at fáa eina veru-
liga kapping um fiskin og
at steðga proforma-sølun-
um.
– Vit fylgja við gongdini
og hevur tað ikki eydnast at
steðga proforma-sølunum
við Fiskapakkanum, er tað
ein spurningur, sum vit
mugu taka upp, tí tær skulu
steðgast, so ella so, sigur
Bjørn Kalsø, tí tað skal
vera ein verulig kapping
um fiskin.
Fiskapakkin hevur
ikki megnað at steðga
proforma-sølunum,
men fyribils er tær
ikki líka umfatandi
nú, sum tær vóru
frammanundan, sigur
stjórin í
Fiskamarknaðinum
PROFORMA-SØLUR
Áki Bertholdsen
aki@sosialurin.fo
Fiskapakkin hjá landsstýr-
inum hevur ikki megnað at
steðga proforma-sølunum.
Tað
staðfestir
Jens
Kristian Olsen, stjóri í
Fiskamarknaði Føroya.
Men hann sigur at fyri-
bils í hvussu so er, fara tær
ikki fram í líka stóran mun
sum frammanundan.
Sjálvur vil stjórin í Fiska-
marknaðinum
treyðugt
brúka orðið proforma-søl-
ur.
Men hann sigur, at higar-
til hava teir bara staðfest at
útróðrarfiskur verður send-
ur á marknaðin sum tað ber
til at siga ikki er til sølu
kortini, men teir hava ikki
staðfest, at skipini gera tað.
Endamálið við hesum slagi
av sølu er í veruleikanum at
fáa eina váttan fyri at
fiskurin kann flytast óvirk-
aður av landinum.
Kunsturin er sostatt at
bjóða fiskin út á ein hátt
soleiðis at ongin kann fáa
fatur á honum, uttan tann
ávísi keyparin.
Tað verður gjørt við at
áseta óveruligar minsta-
prísir á fiskin, men tað
kann eisini gerast við at
áseta so ólagaligar lever-
ingstíðir, at ongin kann
keypa fiskin.
– Vit kunnu staðfesta, at
hetta slagi av sølum fer
fram enn, men tað er ikki í
líka stórum stíli sum fyrr
við tað, at vit higartil bert
hava staðfest, at útróðrar-
fiskur verður seldur á
hendan hátt, samstundis
sum vit ikki hava staðfest,
at skipini gera tað.
Men Jens Kristian Olsen
sigur, at tað skapar rættiliga
stóra ónøgd á marknaðin-
um,
– Tað er rættiliga forstýr-
andi fyri marknaðin, at
fiskur er til sølu, sum í
veruleikanum ikki er til
sølu kortini, sigur hann.
Fiskapakkin fullkomiliga miseydnaður:
Føroysk virki sleppa ikki at
bjóða uppá fiskin
– Nú fiskapakkin er komin í
gildi, eru ráfiskakeyparar í
verri støðu enn vit vóru fram-
manundan, sigur Andreas F.
Hansen, formaður í Ráfiska-
keyparafelagnum
Fiskamarknaðurin:
Proforma-sølur halda fram
Proforma-sølur
skulu steðgast
Proforma-sølur
fyrr og nú