Sosialurinarkiv
Sosialurin 2005-07-12, síða 5
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 12. juli 2005síða 5

‹ fyrra síða allar 81 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 130 - 12. juli 2005 5 Nú er nýtt sambýli tikið í brúk á Tvøroyri og har eru umstøðurnar frægari enn á sambýlinum, sum var ELDRAPOLITIKKUR Áki Bertholdsen aki@sosialurin.fo Í farnu viku varð nýtt eldra- sambýli á Tvøroyri tikið í nýtslu. Tað eru eini sethúshús, sum kommunan keypti fyri einum góðum ári síðani, sum nú eru gjørd til eitt sambýli. Hetta sambýli kemur ístaðin fyri fyribils sam- býlið í húsinum hjá gamla keifútanum, sum komm- unan leigaði til sambýli fyri nøkrum árum síðani. Men har var trongligt og óarbeiðsligt og tí keypti kommunan so eini stór set- hús niðanfyri verið vegin, út ímóti grótbrotinum, við frálíkum útsýni yvir fjørð- in, at hava til sambýli ístað- in. Síðani eru ymsar ábøtur gjørdar og nú tað letur upp, er talan um eina eina út- reiðslu upp á 1,3 millión, sigur Jens Johannesen, for- maður í sosialu nevnd hjá Tvøroyrar Býráð. Í sambýlinum er pláss til fýra búfólk og so er eitt kamar eftir til umlætting. Men talan er um eini stór hús, tí tilsamans er innrætt- aða víddin einar 350 fer- metrar í tveimum hæddum. Enn er tað bara ovara hæddin, sum verður brúkt og enn er støða ikki tikin til, hvat niðara hæddin skal brúkast til. Eina moralska skyldu Tá ið eldrasambýlið varð tikið í nýtslu, vísti Jens Johannesen á, at ein komm- una hevur altíð ábyrgdina fyri sínum borgarum og ikki minst tá tað snýr seg um tey gomlu og veiku ið ikki longur klára seg sjálv í teirra egna heimi. Men hann staðfesti kor- tini, at tað er landið ið, sum hevur skyldu til at útvega ellis-og røktarheim. – Hesa uppgávu hevur landið ikki megnað, hóast tørvurin í mong ár hevur verið tilstaðar. Tey eldru og gomlu hava stríðst alt lívið og tí hava vit eina moralska skyldu at verja tey og geva teimum eitt virðiligt lívskvøld. Hetta gera vit bert við at útbúgva fólk ið kunnu taka hesa arbeiðsuppgávu seg, fólk ið seta tryggleika, umsorgan og trivnað fremst, og fólk ið virða tey veiku og teirra tørv til ein innihaldsríkan og góðan gerandisdag, segði for- maður í Sosialu nevnd hjá býráðnum og tí vónaði hann eisini, at hetta verður eitt gott arbeiðspláss og at búfólkini fara at trívast her sum í sínum egna heimi. Eldri á Tvøroyri fingið frægari sømdir Poul Eyvindsson er eitt av fólkunum í nýggja sambýlinum. Hjá honum er hetta rættiliga sum at koma heim, tí í síni tíð átti hann sjálvur húsini, sum nú eru gjørd til sambýli. Hann fylti 70 henda dagin sambýlið varð tikið í nýtslu, so tað var ikki eiti á føðingardagsgávu Jens Johannesen, formaður í Sosialu nevd hjá Tvøroyrar Býráð, handar leiðaranum fyri heima- røktini í Suðuroy, Jeannu í Lágabø, lykilin til nýggja sambýlið Bùfólk og gestir á móttøku í nýggja sambýlinum, táið tað var tikið í nýtslu í farnu viku