týsdagur 12. juli 2005síða 4
‹ fyrra síða allar 81 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
4
Nr. 131 - 13. juli 2005
Skál-
víkingar í
Star-
fighters
finalu
Í FINALU
Niels Uni Dam
Brøðurnir Jens John Jakob-
sen og Arngrím Jakobsen
verða við í finaluni í
Starfigther kappingini, sum
verður hildin á Skander-
borg Festivalinum í ár. Tað
er bólkurin Pleaser úr
Slagelse, sum hesir báðir
skálvíkingarnir spæla í,
sum hevur tryggja sær
sætið í finaluni, og givið
teimum møguleika at kapp-
ast við 10 aðrar bólkar um
ein útgávusáttmála.
Starfighters er ikki ókend
kapping millum føroyingar,
fyri tveimum árum síðan
slapp prix Føroyar vinnarin
beinleiðis í finaluna, og
Gestir royndu seg tá í kapp-
ingini, tó uttan at veruliga
gera vart við seg. Hetta er
ein kapping, sum er rættu-
liga nógv í fjølmiðlunum,
størsta danska útvarpsrásin
P3 er ein av høvuðsfyri-
skiparunum. Tí er luttøka í
finaluni ein møguleiki í sær
sjálvum.
TV2 Øst hevur sett seg í
samband við Pleaser, og
ætlar at fylgja bólkinum í
fyrireikingunum til kapp-
ingina, hetta gevur bólkin-
um ein sýnisglugga av
teimum heilt stóru, og kann
gerast heilt stóra gjøgnum-
brotið hjá Pleaser.
Jens John og Arngrím
hava verið virknir á danska
tónleikapallinum
síðan
miðskeiðis í 90’árunum.
Millum annað í bólkinum
Adore, sum hevur givið
eina fløgu út. Áðrenn teir
fluttu niður, spældu teir eitt
tíðarskeið í tungmálms
bólkinum Saxony, bólkurin
fekk nógvan íblástur frá
Black Sabbath og spældi
nógv fyrst í 90’unum. Mill-
um annað á Futti á Ferð,
Tungmálmi, Nýggjárs- og
Ólavsøkukonsertum. Ser-
liga var tað røddin hjá Jens
Jón, sum longu tá bergtók
áhoyraran,
men
eisini
gávurnar at skriva fangandi
løg vunnu teimum nógvar
og trúgvar fjepparar.
Lagið hjá Pleaser "King
of the Mountain" er popp
rokkur og liggur tónleika-
liga langt frá Saxony, men
tað kemst ikki uttanum, at
teksturin við kongum og
drekum er í tráð við tung-
málms bakgrundina hjá
brøðrunum.
Brøðurnir Jens John Jakobsen, í miðjuni og Arngrím Jakobsen, uttast til vinstru, verða við
bólkinum Pleaser, í finaluni í Starfigther kappingini, sum verður hildin á Skanderborg
Festivalinum í ár