Sosialurinarkiv
Sosialurin 2005-07-12, síða 7
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 12. juli 2005síða 7

‹ fyrra síða allar 81 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 130 - 12. juli 2005 7 Trætumál á arbeiðsmarknaðinum verða eftir ætlan í framtíðini loyst sambært sáttmála um fastan gerðarrætt ARBEIÐS- MARKNAÐUR Heri á Rógvi heri@sosialurin.fo Nevnd við umboðum fyri partarnar á arbeiðsmarkn- aðinum arbeiðir í løtuni við at skipa betri karmar um viðurskiftini á arbeiðs- marknaðinum. Arbeiðið hevur til endamáls fáa í lag ein stovn, sum kann taka sær av trætumálum og ósemjum á arbeiðsmarkn- aðinum. Í fyrsta lagi fæst nevndin við at evna til skipan við føstum gerðarrætti, ið skal loysa trætumál og tulking- arspurningar í sáttmála-tíð- ini. Í øðrum lagi við at endurskoða skipanina við semingsmonnum, sum tekur sær av áhugaósemj- um, tá sáttmálaskeiðini ganga út. – Vit eru komin ásamt um at mæla til sáttmála um nýggja avtalaða stovnin fasta gerðarrætt, sum skal fara til verka, tá allir partar eru samdir og hava skrivað undir. Hesin nýggi stovnur skal virka óheft av pørtun- um og politiska myndug- leikanum, sigur Kári á Rógvi. Talan verður tískil ikki um løgtingslóg, sum ásetir ein arbeiðsmarknaðardóm- stól ella annan tvungnan al- mennan stovn. Men heldur sáttmála millum partanna á arbeiðsmarknaðinum. – Tað verða løgfrøðingar og sakkøn fólk, ið partarnir á arbeiðsmarknaðinum vísa á, sum fara at mynda stovn- in og skulu taka støður til trætumál á arbeiðsmarkn- aðinum, sigur Kári á Rógvi. Einki stórt lógarverk Løgtingið skal eftir ætlandi bert samtykkja lóg, sum heimilar almennum stovn- um at samstarva við henda stovn, sum partarnir á ar- beiðsmarknaðinum sjálvir ráða fyri. – Á henda hátt kunnu al- mennir stovnar veita gerða- rættinum skrivstovuhjálp og stuðla, sigur Kári á Rógvi. Seinni í summar ella tíðliga í heyst fara feløgini at fáa tilmælini til hoyring- ar. Feløgini verða kunnaði um arbeiðið hjá nevndini umvegis umboð síni. Tað er rættiliga drúgt arbeiði at gera tílíkan stovn. Tí allir partar skulu vera samdir, áðrenn sáttmálin og harvið fasti gerðarættur kunnu setast á stovn. Knapt seksti feløg og stovnar skulu verða samdir og skriva undir sáttmálan. Tað er eftir ætlan ikki fyrr enn øll kunnu taka undir við sáttmálanum, at hann fer at virka. Talan er um arbeiðsgevara- og arbeiðs- takarafeløg, eisini landið sum arbeiðsgevara og kommunala arbeiðsgevara- felagið. Tað er Bjarni Djurholm landsstýrismaður í vinnu- málum, ið hevur sett nevndina. Ein svenskur bátur varð ásigldur á Tvøroyri, meðan hann lá við bryggju ÓHAPP Heri á Rógvi heri@sosialurin.fo Ein svii fekk eina heldur keðiliga uppliving sunnu- dagin. Báturin, ið hann sjálvur hevur smíðað og siglt til Føroya, varð ásigldur tá hesin lá við bryggju á Tvøroyri. Hann hevur verið á ferð kring oyggjarnar og hevði ætlað sær til Hetlands mánadagin. Talan er um 34 fót bátin Magnum Bonum, sum er bygdur í 1981. Hann lá við bryggju, tá línubáturin Kúrberg stevndi inn móti bryggju. Meðan eigarin av Magnum Bonum fylgdi við, rendi Kúrberg inn á stýrisborðsíðuna á snotu- liga svenska bátinum. Løgreglan á Tvøroyri upplýsir, at talan var um eitt hendiligt óhapp. Skip- arin á Kúrberg fekk ikki stýrt bátinum og kom at bakka á svenska stuttleika- bátin. Í skrivandi stund fær sviin ikki siglt víðari. Àbøtur skulu gerast á Magnum Bonum, áðrenn hesin fær siglt víðari. Sigldi á stuttleikabát Sáttmála semja Stak friðarligt Hóast Fjarðastevna varð hildin og summar og gott lag er á fólki, so hevur tað ikki verið nógv at gjørt hjá løg- regluni kring landið. Vakthavandi í støðini í Runavík sigur, at tað var stak friðarligt alt vikuskiftið, og somu boð ljóða eisini frá vakthavandi í Havn. – Tað vóru bæði nógv fólk og nógvir bilar á Skála, men øll skikk- aðu sær øgiliga væl, verður upplýst av Politi støðini í Runavík. Heldur ikki í Klaks- vík er nakað at skriva heim um, upplýsir vakthavandi. Nakrir fáir menn hava sovið rúsin av sær í Havn. Ein maður varð tikin fyri at koyra ávirkaður av rúsdrekka í Eystur- oynni kl. 1 sunnumorg- unin. Leygar morgunin varð eisini ein maður tikin fyri rúsdrekka- koyring av løgregluni í Havn. Hesir verða nú báðir skuldsettir og skulu møta fyri einum dóm- ara. Ingeborg kann einki gera Hon plagar ikki at siga so lítið. Men forkvinn- an í Føroya arbeiðara- felag vil ikki gera við- merkingar til tey nógvu rósandi orðini til Bárð Nielsen, landsstýris- mann, frá formannin- um í Havnar arbeiðs- mannafelag, Hans Joensen. Eiheldur vil hon gera viðmerkingar til, um hon heldur tað vera rætt, at maskin- meistararnir samráddu seg til eina størri lønar- hækkan enn arbeiðara- feløgini fingu fyrr í ár – Eg ætli mær ikki út í eina diskussión um hatta, sigur hon. Føroya arbeiðara- felag heldur sum út- gangsstøði, at tað ikki er heppið, at løgtingið lóggevur á slíkan hátt sum mikudagin. Men aðrar viðmerkingar enn tað, hevur forkvinnan í størsta arbeiðarafelagn- um ikki. – Vit hava gjørt ein sáttmála. Tað er tann veruleiki, vit mugu halda okkum til. Vit fáa ikki gjørt annað, sigur Ingeborg Vinther. HR Magnun Borum fekk harða viðferð á Tvøroyri Mynd: Leivur Nygaard