týsdagur 12. juli 2005síða 7
‹ fyrra síða allar 81 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 131 - 13. juli 2005
7
Landsstýrið hevur
sett fulla ferð á
arbeiðið at byggja
skúladepilin í Hovi og
nýggj bygginevnd er
longu farin til verka
SKÚLADEPIL
Áki Bertholdsen
aki@sosialurin.fo
Fyrsta januar í 2008 skal
umstríddi skúladepilin í
Hovi verða liðugur.
Tað vísir tíðarætlanin,
sum landsstýrið hevur lagt
fyri ætlanini.
Mentamálaráðið hevur
valt bygginevnd í sambandi
við byggingina og í henni
eru eru umboð fyri bæði
miðnámsskúlan,
heilsu-
skúlan og mentamálaráðið.
Formaður í bygginevnd-
ini er Eyðbjørn Poulsen,
deildarstjóri fyri vinnu- og
miðnámsskúladeildina
í
Mentamálaráðnum.
– Bygginevndin hevur
havt sín fyrst fund og vit
hava sett fulla ferð á ar-
beiðið, sigur formaðurin.
Bygginevndin hevur eis-
ini sett seg í sambandi við
Arkitektavirkið hjá Árna
Winther um at tekna skúl-
an. Tað var eisini hann, sum
teknaði ætlaða miðnáms-
skúlan í Vági.
Sjálvur metir formaðurin
í bygginevndini, at tað fer
at taka eitt lítið ár at fyri-
reika byggingina, at pro-
jektera og at bjóða arbeiðið
út og at tað fer at taka hálvt-
annað ár at byggja skúla-
depilin.
– Fyrsta uppgávan hjá
bygginevndini verður at
finna útav akkurát, hvar
skúlin skal vera og at gera
byggiskránna.
Løgtingið hevur játtað 60
milliónir til endamálið og
fyri ta upphæddina skal
byggjast ein skúladepil,
sum skal hýsa heilsuskúla
Føroya og miðnámsskúlan-
um í Suðuroy.
Men møguleikin hevur
verið nevndur at leggja aðr-
ar útbúgvingar í skúla-
depilin seinni.
– Tað er onki dulsmál at
aldursbýtið í Suðuroy er
skeivt og at teir yngru
árgangirnir eru smáir.
– Tá ið skúlabygging í
Suðuroy umræður, hevur
tað tí stóran týdning fyri
landstýrið, at ein depil
verður bygdur, sum alla
tíðina kann laga seg til
broyttar umstøður og sum
kann laga seg til umstøð-
urnar í Suðuroy, fyri at fáa
sum mest gagn burturúr
pengunum, sigur deildar-
stjórin í mentamálaráðnum.
Eyðbjørn Poulsen sigur,
at tað, sum bygginevndin
hevur fingið boð um frá
landsstýrinum, er, at skúla-
depilin í Hovi skal rað-
festast ógvuliga høgt og at
arbeiðast skal so skjótt sum
gjørligt fyri at fáa hann
lidnan.
Sjálvstøðugur skúli
Í løtuni er miðnámsskúlin í
Vági undir rektaranum á
studentaskúlanum í Hoy-
dølum og heilsuskúlin á
Tvøroyri er undir rektar-
anum á sjúkrarøktarfrøði-
skúlanum.
– Men avgerð er tikin
um, at táið skúladepilin í
Hovi verður liðugur, verður
talan um ein sjálvstøðugan
skúla við egnari leiðslu,
sigur Eyðbjørn Poulsen.
Hann sigur, at fyrsta upp-
gávan hjá nýggju leiðsluni
fyri skúladepilin, verður at
samskipa virksemið hjá
heilsuskúlanum og mið-
námsskúlanum
í
mest
møguligan mun.
i á nýggja Smyrli
Hava sett fulla ferð á arbeiðið
at byggja skúladepilin í Hovi
– Tað verður onkustaðni her í dalinum í Hovi, at nýggi skúladepilin í Hovi skal byggjast og nú verður arbeitt við fullari ferð. Tað
skilst at nógv talar fyri, at skúladepilin verður bygdur onkustaðni niðanfyri landsvgin
Bjargingarútgerðin er eisini
roynd. Her liggja tveir stórir
bjargingarflakar við
skipssíðuna. Vit síggja eisini
tær yvirvaksnu »hosurnar«,
sum ferðafólkið skreiðir
niðurígjøgnum fyri at koma
turrskødd í
bjargingarbátarnar, skuldi
ein neyðstøða tikið seg upp
skiftið august/september
skal
hann
royndartúr.
Væntandi er, at royndartúr-
urin fer at taka eina viku.
Annars verða alsamt
fleiri og fleiri av teimum
ymsu skipanunum umborð,
royndar í hesum døgum og
fyribils hevur alt gingið av
tí besta.
Kristian Davidsen, stjóri
á Skipasmiðjuni, sigur, at
enn sigur tíðarætlanin at
nýggi Smyril skal handast
føroyingum tann 15. okto-
ber, men at skipasmiðjan
framvegis hevur sum mál,
at tað skal gerast einar 14
dagar fyrr.