týsdagur 12. juli 2005síða 8
‹ fyrra síða allar 81 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
8
Nr. 130 - 12. juli 2005
MARKNAÐARRÁK
Bumbuatsóknirnar
í
London
ávirkaðu
bæði
partabrøv
og
lánsbrøv
hósdagin í farnu viku.
Bæði partabrøv og rentur
lækkaðu í tímunum eftir at-
sóknirnar, tá íleggjarar
skiftu sveiggjandi parta-
brøvini út við tey tryggaru
lánsbrøvini. Hetta var tó
mest líkt einum upplopi, tí
bæði partabrævakursir og
rentur vóru dagin eftir aftur
á sama stigi sum áðrenn
álopini. Tað er sostatt ikki
talan um somu ávirkan,
sum kom eftir 11. sep-
tembur, tá tað tók fleiri
vikur fyri marknaðirnar at
koma fyri seg. Bumburnar í
m.a. Casablanca og Madrid
síðan tá, hava vant markn-
aðirnar við yvirgang.
Lánsbrøv
10-ára danska rentan liggur
enn
og
sveiggjar
um
3,15%. Sjálvt ikki ein am-
erikonsk arbeiðsmarknað-
arfrágreiðing,
sum
var
eyðsýnt
vánaligari
enn
marknaðirnir
væntaðu,
fekk renturnar longur niður.
Tað bendir á, at 10-ára
rentan kann fáa trupult við
at koma niður um 3,00%
komandi vikurnar.
Partabrøv
Hósmorgunin, tá yvirgang-
urin herjaði London, lækk-
aðu norðurlendsku parta-
brøvini einans 3,3%. Fýra
tímar seinni vóru parat-
brøvini longu hækkaði 2%
aftur og dagin eftir lógu
partabrøvini hægri enn
áðrenn bumbubrestirnar.
Hetta ber boð um, at parta-
brævamarknaðirnir
eru
sterkir í løtuni. Eftirsum
einki av stórum týdningi
fyri ídnaðin varð rakt, hev-
ur álopið at kalla einans
rakt ferðavinnuni parta-
brøv.
Hesa vikuna
Hesa vikuna koma lyklatøl
úr USA, sum kunnu ávirka
dollarakursin. Tey mest
áhugaverdu eru handils-
javnin fyri mai og prís-
vøksturin í juni. Marknað-
irnir vænta, at bæði verða
óbroytt. Um hugt verður
eftir teimum norðurlendsku
partabrøvunum, liggja hesi
aftur á methøgum stigi og
eru hækkaði 17,5% í ár.
Hetta kann føra við sær
vinningsstaðfesting, men
sterki marknaðurin bendir
á, at vinningsstaðfestingar
neyvan fara at føra við sær
tær stóru lækkingarnar. Tá
marknaðirnir líkt longu
hava gloymt yvirgangin í
London, sær eisini út til, at
partabrøvini kunnu standa
seg væl eina tíð afturat.
Bumbuatsóknir lítla ávirkan
Donsk 10-ára renta
Vísital fyri norrøn partabrøv
Gjaldoyru
Íløgufeløg
Kursur
+/- %
Kursur
+/- %
USD
623,00
-0,1%
Lánsbrøv í DKK
104,34
0,0%
JPY
5,55
-0,4%
Evru Lánsbrøv
176,21
-0,3%
GBP
1.082,85
-1,7%
Norrøn Partabrøv
96,17
1,6%
NOK
94,62
1,1%
Altjóða Vøkstur
65,39
0,9%
Broytingar eru útroknaðar í mun til fyri viku síðan. Myndirnar vísa gongdina seinastu 3 mánaðirnar.
3,0%
3,2%
3,4%
3,6%
3,8%
29/03
29/04
30/05
30/06
31/07
840
860
880
900
920
940
29/03
29/04
30/05
30/06
31/07
Vika 27, 2005
www.kaupthing.fo
Super stevna
Fyrireikararnir av
Fjarðastevnu kundu
næstan ikki ímyndað
sær betri stevnu
STEVNA
Heri á Rógvi
heri@sosialurin.fo
Fyrsta
Fjarðastevnan
á
Skála líður út móti endan-
um. Stóri stevnudagurin var
leygardagin, og tá savn-
aðust nógv fólk á Skála.
- Stevnan hevur eydnast
ótrúliga væl, og vit eru stak
væl nøgd. Veðrið var okk-
um til vildar, og øll tiltøkini
hepnaðust væl, sigur Tóra
Joensen, forkvinna fyri
Skála stuðlar, sum hava
fyriskipað Fjarðastevnuna.
Eini túsund fólk vóru til
kappróðurin. À kvøldi varð
skipað fyri grillfestivali.
Har luttóku eini fimm-
hundrað fólk, og alt kjøtið
varð etið upp. Afturvið
matinum sungu Ronnie og
Sámal vísusangir, og fólk
hugnaðu sær óført. Fólk
kundu keypa sær ymiskt
grillað kjøt og kundu sita
inni í einum telti ella úti og
njóta mat og vísusang.
Hugnaligt
Tórbjørn Jacobsen helt
midnáttarrøðuna. Hann er
kendur fyri sínar røður og
orð, og fólk vóru ikki skuff-
aði. Hann blandaði altjóða
eygleiðingar og lokalar
søgur saman til eina for-
kunnuga røðu.
- Eisini á Skála hevur
vónin sigrað. Kanska í
túsund ár. Onkur heldur, at
tað vóru fyrstu eftirkomar-
arnir hjá Gøtuskeggjum, ið
settust niður her. Hugsandi,
táið vit síggja hvussu væl
skálamenn hava ment seg í
fótbóltspælinum. Gitin er
Ormur Bóndi. Materialistur,
jarðardrottur - men onki
andsmenni. Seyðakjøtið var
honum alt, segði Tórbjørn
Jacobsen millum annað.
Dansurin í ítróttarhøllini
við Country bólkinum savn-
aði eini fimmhundrað fólk.
Mestsum øll Skála bygd
hevur verið í sving fyri fáa
bygdina klára og fyriskipa
stevnuna.
Mett verður, at eini 150
fólk hava verið til arbeiðis á
ymsan hátt stevnudagarnar.
- Tað er altið okkurt, sum
kundið verið betri. Men tað
rætta vit til næstu ferð,
sigur Tóra Joensen.
Sunnudagin var hugna-
kvøld, har eini 160 fólk
leitaðu sær. Eitt annað sera
væl umtókt tiltak var djóra-
garðurin, har serliga børn-
ini hugnaðu sær.
Nógvu
stevnugestirnir
fløva eisini hjartað á kassa-
meistaranum
hjá
Skála
stuðlum. Enn er ikki gjørt
upp, hvussu nógv stevnan
hevur givið, men fyrireikar-
arnir meta, at væl er komið
inn.
Eisini løgreglan letur væl
at. Hóast nógv fólk og
nógvir bilar, so gekk alt
upp á stás, og løgreglufólk-
ini nýttust ikki at gera
annað enn at fylgja við.
Fólk hugnaðu sær á Fjarðastevnu. Vísusangurin og grillfestivalurin vóru serstakliga væl umtókt.
Mynd: Kristmund
Tað er ikki á hvørjum degi, at so nógv fólk savnast á Skála
Mynd: Kristmund