týsdagur 12. juli 2005síða 8
‹ fyrra síða allar 81 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
8
Nr. 131 - 13. juli 2005
UTTAN ÚR HEIMI
Einki neyðsamband í
tunlum
Norsku myndugleikarnir hava gjørt av at brúka hálva
fjórðu milliardir krónur til neyðsamband í teimum
nógvu tunlunum, men nú vísir tað seg, at ætlanin
umfatar als ikki allar tunlarnar.
Í Noregi eru 422 tunlar, sum eru longri enn 500
metrar, men felagið hjá sløkkiliðsmonnunum ger nú
vart við, at eftir ætlanini verður einki neyðsamband í
umleið 230 av teimum 422 tunlunum. Felagið vísir á,
at ætlanin hjá myndugleikunum umfatar í fyrsta lagi
tunlarnar við serliga nógvari ferðslu og teir, sum eru
serliga langir, men tað er ikki nóg mikið.
Formaðurin í sløkkiliðsmannafelagnum, Guttorm
Liebe, sigur við blaðið Nationen, at sløkkiliðini kunnu
sýta fyri at fara inn í tunlar, sum ikki hava
neyðsamband, skrivar tíðindastovan ANB.
Húsaeigarar gera kvetti
Danskir sethúsa- og íbúðareigarar hava gjørt kvetti tey
seinastu árini, tí tann altsamt hækkandi húsaprísurin
hevur gjørt, at frívirðið í teimum flestu húsunum og
íbúðunum er vaksið sera nógv.
Sambært einari útrokning hjá realkreditfelagnum
Realkredit Danmark er frívirðið í donskum húsum og
íbúðum hækkað 390 milliardir krónur tey seinastu fýra
árini ella góðar 270 milliónir krónur um dagin. Tað ber
í sær, at í dag er frívirðið í teimum donsku húsunum og
íbúðunum 1.156 milliardir krónur. Fyri fýra árum síðani
var tað 765 milliardir krónur, og realkreditfeløgini og
bankarnir vænta, at hendan gongdin fer at standa við.
Realkreditfelagið sigur, at hækkingin stavar fyrst og
fremst frá hækkandi prísum, men tann lága rentan
hevur eisini gjørt, at nógv fólk hava valt at umleggja
tey gomlu lánini til bílig lán.
Borgarstjóri á odda
Tann umstríddi borgarstjórin í Meksiko býi, Andres
Manuel Lopez Obrador, tykist hava bestu møguleikar-
nar at vinna meksikanska forsetavalið, sum verður í
næstum.
Tann seinasta meiningakanningin vísir, at 32 prosent
av veljarunum styðja borgarstjóran. Tað eru seks pros-
entstig færri enn í einari kanning í apríl, men kortini er
hann framvegis tann, sum hevur størstu undirtøkuna
ímillum veljararnar.
Orsøkin til afturgongdina er, at fleiri aðrir politikarar
hava ávarað veljararnar ímóti at velja borgarstjóran,
sum er undir illgruna fyri svik. Tey atfinningarsomu
hava roynt at forða honum í at stilla upp, men higartil
til fánýtis, skrivar AP úr Meksiko býi.
Iranar fáa breiðband
Í Iran hevur stjórnin sett sær fyri at brúka meiri enn
fýra milliardir krónur til eitt landsumfatandi breið-
bandskervi.
Mohammad Khatami, sum fer úr forsetaembætinum
um stutta tíð, sigur, at tað nýggja kervið fer at gera Iran
til ein týðandi samskiftismiðdepil. Kervið, sum hevur
fingið heitið "tann talgildi Silkivegurin", fer at gera
Iran ført fyri at hava telesamskifti við allan heimin,
sigur Khatami.-
Í fyrsta umfari skal tað nýggja kervið hava samband
við Pakistan, Aserbajdjan, Armenia, Turkmenistan,
Afghanistan, Kuwait og Sameindu Arabisku Emiratini.
Iransku myndugleikarnir rokna við at økja talið á
telefonlinjum úr 22 í 80 milliónir innan 2010, og at í
sama tíðarskeiði fer talið á iranskum internetbrúkarum
at økjast úr 5,5 í 35 milliónir.
Ein av fremstu ráð-
gevunum hjá Bush,
forseta er lagdur
undir at hava avdúk-
að ein loyniligan
agent hjá CIA. Demo-
kratarnir vilja tí hava
hann koyrdan frá
USA
Árni Joensen
fartekst@mail.dk
Ráðgevin Karl Rove verður
vanliga
umrøddur
sum
maðurin, ið hevur lagt bæði
forsetavalini hjá George W.
Bush til rættis við hepnari
hond. Tí er hann ein av
fremstu ráðgevum forset-
ans, men nú hevur hann
brádliga
fingið
trupul-
leikar.
Orsøkin er, at Karl Rove
er settur í samband við eitt
mál, sum snýr seg um, at
onkur avdúkaði fyri fjøl-
miðlunum, at Valerie Plame
er loyniligur agentur hjá
fregnartænastuni
CIA.
Slíkt er sera álvarssamt í
USA og kann geva upp í
tíggju ára fongsul. Valerie
Plame er gift við diplomat-
inum Joseph Wilson, og
hann vil vera við, at onkur,
sum stendur forsetanum
nær, avdúkaði loyniliga
starv hennara, tí maður
hennara hevði funnist at
politikkinum hjá Bush-
stjórnini.
Verjarnir hjá Karl Rove
hava viðgingið, at ráðgevin
tosaði við tíðindamannin
hjá Time Magazine, sum
avdúkaði loyniliga starvið
hjá Valerie Plame, men teir
siga, at hann nevndi hana
ikki við navni. Ta frágreið-
ingina góðtaka teir demo-
kratisku senatorarnir ikki.
Teir krevja, at forsetin skal
geva Karl Rove sekkin alt
fyri eitt.
Sjálvur hevur Karl Rove
sagt, at upplýsingar, sum
hann hevur latið frá sær,
eru ikki almennar, men
heldur ikki ta frágreiðing-
ina góðtaka demokratarnir.
Fleiri hundrað amer-
ikanskir hermenn
leita eftir fýra monn-
um, sum eru flýddir
úr einari amerikansk-
ari fangalegu í
Afghanistan
YVIRGANGUR
Árni Joensen
fartekst@mail.dk
Teir fýra menninir flýddu
úr fangaleguni á amerik-
onsku herstøðini Bagram
Air Base mánamorgunin.
Síðani hava fleiri hundrað
amerikanskir og afghanskir
hermenn leitað eftir teim-
um, men til fánýtis.
Amerikanska herleiðslan
hevur illgruna um, at
menninir fingu hjálp frá
fangavørðum, so teir kundu
flýggja, og at ein bilur stóð
og bíðaði eftir teimum.
Tríggir av teimum flýddu
eru úr Sýrialandi, og tann
er fjórði er úr Libya. Sam-
bært amerikonsku her-
leiðsluni hava allir tilknýti
yil yvirgangsfelagsskapin
al-Qaeda. Hvussu leingi
teir hava verið í fanga-
leguni á Bagram Air Base,
vil herleiðslan ikki siga,
men tað er greitt, at teir
blivu tiknir í Afghanistan
ella í Pakistan.
Amerikanskir fjølmiðlar
siga, at tað kemur herleiðsl-
uni illa við, at fangarnir eru
flýddir. Amerikanararnir
hava møtt altsamt harðari
og harðari mótstøðu í
Afghanistan í seinastuni,
og fleiri hermenn hava latið
lív. Tann 28. juni bleiv ein
tyrla við 16 hermonnum
skotin niður. Allir doyðu,
og nakrar dagar seinni
doyðu tríggir hermenn í
einum skotbardaga við af-
ghanskar uppreistrarmenn,
skrivar Reuterrs. Í gjár varð
líkið av einum amerikonsk-
um hermanni afturat funnið
nakað norðan fyri Kabul.
Fýra limir í al-Qaeda
flýddir úr fangalegu
Karl Rove, sum er av
norskari rætt, fær æruna av,
at George W. Bush hevur
vunnið tey bæði seinastu
forsetavalini
Krevja ráðgeva hjá Bush
koyrdan frá